Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. apríl 2015 sosialurin 46 13 tíðargrein Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Meðan vit bíða eftir dønum K ontroversielli týski Nobel-vinnarin í fagur­ bók­mentum, Günter Grass, doyði fyri kortum. Allir heimsins miðlar, ið hava nakað uppá seg, hava viðgjørt mannin og rithøvundaverk hansara hesar seinastu dagarnar. Grass var tann­ áringur undir seinra heimsstríði, og varð onkursvegna fløktur uppí vit­ leysu gongurnar hjá Adolfi Hitler. Eftir at hann sjálvur umsíðir avdúk­ aði hetta svarta tíðarskeið í lívi sín­ um, dittaði ein journalistur sær at ganga nakað nær við spurningum, um skald­sins ungdómliga nazistiska danse macabre. Grass svaraði: “Søgan. Søgan er sum ein typt kumma. Líka­ mikið hvussu ofta tú skolar niður, so kemur lorturin uppaftur.” Rætt hevði týski høvundin, vit fáa ikki broytt søguna, hon er bara skjalafast betong, men harfyri mega vit vita um hana og skilja processirnar, ann­ ars verður tað trupult at leggja fram­ tíðina til rættis á øðrvísi hátt, er tað tað vit ætla. Saman við várinum er valfjáltur komin á føroyingar, onkrar teirra í hvussu er. Tvey val eru í heinta. Eitt løgtingsval, ið skal sortera nøkur úr rúgvuni, fyri at danska heimastýrið kann stjórnast politiskt, og standa í seyðahøgum standi næstu 4 árini, og so eitt fólkatingsval, sum er beinleiðis avleiðingin av hjálandastøðuni í øldir og heimastýristíðini í góð 67 ár. Og hóast alt hetta fara vit í viku­ skiftinum at hátíðarhalda tjóðarinnar savningarsúmboli – Merkinum – ið hevur veittrað yvir teimum ófrælsu Før­oyum í trýfjerðingsøld. Para­doks­ ini tróta ikki í hinum løgna landinum. Heimastýrið var eitt genialt upp­ finnilsi. Sæð úr donskum sjónar­ horni. Offrið heldur seg vera nakað, men konstruktiónin er tilevnað við eini staðbundnari tyngdarmegi, sum støðugt dregur føroyingin nið­ ur­eftir í danska siroppinum. Fak­tor­ urin ábyrgd, sum annars er óloysi­ liga tengdur at tí, at stjórna einum sjálv­støðugum landi, er tikin úr skip­anini, og tað hevur havt við sær, at kreppurnar meiri enn føroyskir politikarar hava stýrt okkum hesi árini, síðani amtstíðin fekk ein meiri fleksiblan avloysara. Sohvørt sum siroppurin er komin upp undir barkakýlið, hava danir tikið í herðatoppin á okkum, og lært okkum kynstrið at spjálka nakað øðrvísi tey næstu árini. At yvirliva við kunstigum andadrátti ímillum óløgini. Heimastýrið menti ein kreppu­ kultur, har føroyskir politikarar tveittu ábyrgdarhamin av sær, og sluppu at spæla politikk ímill­um afturvendandi og øgiliga upp­gangin. Latent lógu loysnirnar uttanfyri systemið. Av fleiri dømum kunnu nevnast bankakrakkini í fimti­ árunum, stóra og altavgerandi vinnufyritøkan í Klaksvík fer útav ørvarendanum í sekstiárunum, meginfallittið fyrst í nítiárunum og so fellur Eikin í okkara tíð. Danir taka hvørja ferð um endan og disciplinera systemið við at áseta okkum, bæði við peningaligum valdi og veitingum og lógligum kravboðum, hvussu vit skulu geberda okkum fram til hina næstu kreppuna í heimastýrinum. Hendan læringartíðin til sjálvstýri og sjálvbjargni, sum verða skuldi, tengdi okkum eisini nærri at donskum stuðulsveitingum, soleiðis sum danir altíð ætlaðu - sambært skjala­ goymslunum. Ríkisveitingin gjørdist bara ein alt størri partur av før­ oyskum búskapi. Tað hakaði nakað í, tá vit fingu hetta øgiliga vambakastið í 92 og frameftir, men viljin er aftur, at hendan eksterna leskanin skal vaksa sum frálíður. Inni í hesi boksini vaks eisini ein heilt serligur politiskur kulturur. Treyt­aður av donskum pengum. Politiska kjakið hevur, heldur enn at snúgva seg um hvussu føroyska samfelagið kann standa uppi við egnari megi og førleikum, snúð seg um hvussu nógv imperialistiska eitur­sproytan í Keypmannahavn frá tíð til aðra skuldi spræna inn í føroyska samfelagskroppin, fyri at hann kundi vera gonguførur. Hetta hevur í alt ov stóran mun drenað føroyskan politikk fyri kreativa, skila­ góða og framrættaða hugsan. Ein avleiðing av hesum er, at vit sum eitt undantak halda, at reform­ ar – politiskar umbótanir – sum ájavnt og ásamt mega fremjast fyri at rationalisera samfelagið, als ikki vera gjørdir, í hvussu er ikki fyrrenn danir krevja tað av okk­um. Fiski­ vinnu­reformurin hevur hesi seinastu árini verið uppi í sævarmálanum í tíð og ótíð, lagaligari at fáast við, tí tað snýr seg um at fylla upp í lands­kassan, meðan útreiðslusíðan í konstruktiónini er statisk, og bara veksur automatiskt, sohvørt sum óumhugsað gávumildni og dýrtíðin leggja við til bálið. Eg meini so við, ein lítil helmingur av fíggjarlógini fer til almannamál, tørvur og krøv eru óendalig, men politisk megi er ongin – absolut ongin – til at fara inn í kjøtið á hesum bulinum fyri at finna útav, um tað er rættvorðið, at so nógvur olmussupeningur verður díktur niðuryvir føroyingin. Klient­ geringin av individinum eskalerar, vælferðarsamfelagið er blivið ein gávubúð, har ongin vil lata, men øll vilja njóta, og skiftandi glaðir gevarar standa innanfyri skivuna soleingi, sum fæ er tøkt, og vit eru á aldukambinum, sum við vissu fer at bróta inn í næstu kreppuna. Orðini hjá Kennedy hava fingið øvutan týdning, her spyrja vit: “Hvat kann landið gera fyri meg, og ikki hvat eg kann gera fyri landið.” Ein onnur síða av danska siropsdansinum. Valstríðið, um hvør ið skal stjórna danska heimastýrinum tey næstu fýra árini, er sum sagt byrjað. Tá eg varð stillaður upp fyrstu ferð, fyri 31 árum síðani, saman við so góð­ um monnum sum Peturi Reinert og Signari Hansen, var tað flokk­urin, eftir triðja og seinasta upp­stillingar­ fund, sum hátíðarliga alment annonceraði, hvør ið hevði fingið heið­urin lutaðan at stilla upp til løg­ tingsval. Tá fungeraðu flokkarnir. Nú koma menn og kvinnur bóltandi fram á forsíður og heimasíðuskíggjar og boða frá, at tey stilla upp til val, hetta áðrenn fyrsti uppstillingarfundurin yvirhøvur hevur verið í økisfelagnum. Hetta er tann viðvenda verð. Ábend­ ing um, at vit skundisliga de facto førka okkum yvir í eina støðu við 33 einmansvaldømum, hóast val­ skipanin annars ikki er broytt. Fyrstu árini virkaðu floksskipan­innar so á leið, kann eg ætla. Sam­gongur hildu valskeiðini á tamb, tað er ikki fyrrenn í 1980 at kinkur byrjar at koma í - við vali í ótíð. Síðani hevur tað kjálkað ymsar vegir, og okkurt bendir á, at danska heimastýrið í Føroyum eisini hevur ment ein heilt serligan politiskan kultur. Sjálvsagt, tí streingirnir eru fleiri, vinstra-høgra og loysing-samband. Hesin kultururin hevur nú gearað seg upp til tað, at flokkar frammanundan einum vali gera eina eksklusiónsrundu og boða frá, at hasum og hinum samstarva vit ikki við eftir eitt val – og harímillum rekst nú Løgtingið, sum skuldi vera bráðpannan í umboðandi valdi fólksins, har menn og kvinnur orð­ skiftu seg fram til tær frægastu loysnirnar fólkinum til frama. Heima­stýrisparlamentarisman er um at renna seg fasta. Javnaðurin kann ikki samstarva við Fólkaflokkin. Tjóðveldisflokkurin kann ikki samstarva við Sambandið, og ein partur av honum heldur ikki við Fólkaflokkin, og tað seinasta er so, at løgmaður ikki hevur nakað eyga á høpisleysu útgjaringini og spilfeska valspikinum hjá Akseli Vilhelmssyni. Tá flokkarnir so hartil ikki fungera, og 33 skipannarleysir einstaklingar eftir valið bara fara at umboða seg sjálvar í rómahvíta húsinum á Vaglinum, - tá er sorgarleikurin fullkomin. Í smá fýra ár hevur ein borgar­lig samgonga sitið við heimastýris­ valdinum. Fólkaflokkurin hevur tikið sær av praktiska politikk­in­um, meðan Sambandið fekk eina prís­ talsregulering í ríkis­veitingina donsku afturfyri. Snildi seyrvingurin Jørgen var tann einasti floksformaðurin sum frammanundan valinum seinast skilti, at arbeiðsmegin var niðurmødd og demotiverað av einum vitleysum skattatrýsti á persónligu inntøkum fólksins. Demotiveringin byrjar tann dagin, tú betalir eina promillu omanfyri 50% í felagskassan. Fært tú ikki helvtargagn av egnari inntøku er lítil orsøk til at gera nakað sum helst. Trupulleikin var bara, at Niclasen tók fíggingina frá framtíðini heldur enn samtíðini. Hevði hann megnað at reformera seg fram til finansieringina av lættara skattatrýstinum í hini verandi fíggjarligu cyklus, so hevði onkur helst tikið hattin av fyri hon­um. Økt atgongd til svimjandi tilfeingi var eisini ein vinningur, men at hall er í heimastýrisfinansunum í mesta hákonjunkturi sum til ber, hartil trivaliga subsidierað um­vegis eina vælpolstraða slangu í ríkis­ kassan danska, tað er ein katastrofa. Einaferð fara sveiggini hinvegin aftur, tað vita vit, og tá fer skuldin bara at vaksa uppaftur meira, fram at teimum mørkum, har danir enn einaferð skulu handtera eina før­ oyska búskaparkreppu. Í flestu førum hevði man hild­ið, at andstøðan kanska var alterna­ tivið, somikið markantur hevur politikkurin hóast alt verið hesi seinastu árini. Hvat hendir við Gamla Sjálvstýrinum er ilt at siga, nú stjóraskifti hevur verið á brúnni. Framsókn heldur fram við at maga­ draga Tjóðveldi fyri øll liberalt og sjálvstøðugt hugsandi individir, skjótt vera bara tey eftir, sum trívast við at ganga í takt, og nú formaður Javnaðarfloksins umsíðir hevði eina meining um okkurt, er útgjaringin so høpisleys, at ongin kann taka flokkin fyri fult longur. Bara tað, at allar nettohýrurnar í landinum nú skulu hava gratis ansingarpláss til avkom síni, ein skattalætti til tey sum ongan skatt bera frammanundan, hevði eg nær sagt, ber boð um, at allur realitetssansur er horvin sum døgg fyri sól. Totalt. Tað snýr seg bara um at bluffa og vaksa um flokkin - kosta hvat tað kosta vil. Og skal ein vaksandi donsk ríkisveiting fíggja ballið, so tekur man tað við í sneið­ ingini eisini. Frælsisrørslan, sum endaði í Tjóðveldisflokkinum, er eisini endað í heimastýriskringekjuni. Kom­promitterað í gevandi lógvum imperialismunar - sum allir aðrir. Royndin, at gerast ein annar social­ demokratiskur flokkur, sum rennur aftaná einum ikki idiottryggjaðum vælferðarrúsaðum Javnaðarflokki, sum líka leggur í hvør ið eigur hetta landið, og hvør ið fíggjar ný­ílidna valspikið, tað gevur onga meining. Metrosexuelli Babushka dansurin, sum sigst geva flokkinum góð 18% í undirtøku í eini feskari velj­ara­kann­ ing, eftir 11 ár í andstøðu, átti at fingið onkran at hugsa onk­ran nýggjan tanka. Í løtuni er flokkurin stórt sæð ikki til uttanfyri høvuðsborg landsins, men tað er nú ikki víst, at ikki onkur nýhugsan finst norðanfyri Hórisgøtu, sum kundi hjálpt illa sperda flokkinum á rætta leið aftur. Tað er hóast alt har, at innløga land­ sins er. Líkamikið hvør ið mannar sessirnar úti við radiatorarnar úti í Tinganesi eftir valið, so svimja vit lystiliga víðari fram í danska siropp­inum, fram til ta næstu kreppuna, sum er heilt vís, gera vit ikki upp við kreppu­ kulturin, sum er ein íbygdur partur av ábyrgdarloysinum í danska heima­ stýrinum. Nú eiga vit ongan Samuel Beckett, men hevði hann verið uppi á døgum, hevði hann kanska skrivað okkum leikin: »Hvørjum bíða vit eftir?« og samfelt høvdu vit svarað: »Dønum!« Kanska fáa vit kortini gjørt okkurt við typta lokumið hjá Günter Grass, men tað skal annar lútur til enn hann, sum flokkar og valevni higartil hava varta upp við á fólksins torgum. Megna vit ikki áhaldandi at reformera okkum til ein burðardyggan og sjálvbjargnan búskap, so yvirliva vit hvørki sum heimastýri ella fullveldi. Tórbjørn Jacobsen havnameistari