hósdagur 23. apríl 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. apríl 2015
sosialurin 46
21
Løgfrøðingur til
Sjóvinnustýrið
Sjóvinnustýrið søkir eftir einum løgfrøðingi til Lógardeildina.
Vit bjóða
Eitt spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga. Talan
er um eitt sjálvstøðugt starv, har tú sjálv/ur í stóran mun hevur ávirkan á
tínar uppgávur.
Starvsøkið
Saman við hinum á deildini kemur tú at hava ábyrgd av at fylgja við í og
implementera altjóða lóggávu. Ein partur av hesi uppgávu, er at umboða
Føroyar í altjóða sjóferðslufelagsskapinum hjá ST International Maritime
Organisation (IMO www.imo.org), ið hevur høvuðssæti í London.
Sjóvinnustýrið samskipar føroysku luttøkuna í arbeiðinum í IMO og
við aðrar altjóða stovnar og felagsskapir, ið arbeiða við trygd á sjónum.
Sjóvinnustýrið hevur eisini ein samskipandi leiklut mótvegis øðrum
almennum stovnum og áhugabólkum soleiðis, at hesi verða kunnaði um
virksemið, sum fer fram í IMO.
Starvið fevnir eisini í stóran mun um at ráðgeva og vegleiða leiðsluni
og starvsfólkunum í ymiskum løgfrøðiligum viðurskiftum, ið fevna um
ábyrgdarøkið stovnsins, eins og at smíða lógir og kunngerðir og gera aðrar
viðkomandi uppgávur fyri aðalráðið.
Vit vænta at
· tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, ella ert um at gerast liðug/ur
· tú hevur góð samstarvsevnir og ert arbeiðssom/samur
· tú trívist í fjølbroytnum umhvørvi við ymiskum fakbólkum
· tær dámar at arbeiða við fleiri ymiskum uppgávum
· tú ert opin og positiv/ur av lyndi
· tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu á føroyskum, enskum og
norðurlendskum,
Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá líknandi
størvum innan almenna fyrisiting.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu
vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 8. mai 2015, kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til:
Sjóvinnustýrið,
Postsmoga 26,
FO-370 Miðvágur
ella á fma@fma.fo
Meiri fæst at vita við at venda sær til Gunnvá S. á Lofti, deildarleiðari á
tlf. 355600.
Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum. Ábyrgdarøkið
hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi
vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging
av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning,
at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og
skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá.
Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhapp og
tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning
teirra. Harumframt miðar Sjóvinnustýrið ímóti, framhaldandi at menna
kappingarførið hjá FAS.