Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. apríl 2015 sosialurin 46 22 Óli Jacobsen Vildu ikki bíða og bjargaðu lívinum Tað eru nógvar frásagnir niðurskrivaðar um føroysku siglingina undir krígnum. Men í 2005 komu onkur íkøst afturat undan kavi Søgur frá krígnum 3. partur Í hesi røð hava verið fleiri partar við frásøgn frá bretskum hermonnum í Føroyum. Eitt dømi er Harry Wilson, sum giftist við teirri føroysku Honnu Apol. Tey høvdu eina áhugaverda frá­ søgn í Miðvikuni í 2007. Í 2005 varð nógv gjørt burtur úr úti í heimi, at tað tá vóru 60 ár síðani, at heimsbardagin var av. Í Føroyum var FF-blaðið einasta blað, sum gjørdi nakað burtur úr hesum. Fiskimannafelagið skipaði tá saman við sjómansmissiónini fyri samkomu á Sjó­mans­ heiminum fyri krígssiglarar við fylgi. Tað møttu um 80 fólk. Orðið var frítt, og tað vóru fleiri, sum nýttu høvi at taka orðið. Tað var hugtakandi at hoyra hesi gomlu reystmenni og kvinnur greiða frá nøkrum av sínum royndum í bardagatíðini. Felags fyri tey øll var takksemi til Gud fyri, at hann – hóast alt – hevði varðveitt tey í hesi vanda­miklu tíð. Her skal takast nakað fram av tí, sum varð sagt á hesi samkomuni. Søren Jakku: Álopnir av týskum flogfari. Tann elsti á samkomuni var tann tá 92 ára gamli Søren Jacob Lamhauge úr Rituvík. Hann sigldi krígsárini við »William Martin«. Niclas Højgaard í Rituvík var skipari. Sørin Jakku greiddi frá um kavbátar og minur, sum var ein partur av dagligdegnum. Bert ein einstakan dag skutu og søktu teir 8 minur. Hetta var eisini eitt hart lív, ikki minst av tí stóra sálarliga trýstinum. Teir fóru ongantíð úr klæðunum, tá ið teir tørnaði inn. Eingin visti, hvat kundi henda! Tá ið teir søgdu konuni og børnunum farvæl, var tað altíð við óvissuni um, hvørt tey fóru at síggjast aftur. Serliga ein túrur hjá »William Martin« gjørd­ ist minniligur. Teir vóru á línuveiðu uppi á Nesgrunninum, norðanfyri Langanes. Tá vórðu teir álopnir av einum týskum flogfari, sum áhaldandi skeyt eftir teimum. Niclas, skiparin, royndi at skjóta aftur í móti, men tað tyktist ikki at muna nógv. Tað var uppgávan hjá Søren Jakku at passa rakettapparatið. Hetta varð nýtt til at skjóta rakettir við einum veiri upp í loft. Fyri endanum á veirinum var ein fallskíggi, sum opnaði seg, tá komið var nóg langt upp. Fallskíggin gjørdi so tað, at veirurin kundi vera í luftini eina góða løtu. Hetta skuldi ræða flogførini so tey ikki komu ov nær fyri at teir ikki skuldi fáa veirin um propellina. Sørin Jakku skjýtur. Tað var nær við, at flúgvarin fekk veirin um annan veing­in, men hann kantraði sær á og slapp undan. Tað hendi tað óhepna, at ein maður niðri í lugarinum varð raktur av eini kúlu. Hon rakti fyrst skylettið og fór síðan niður ígjøgnum, har hon brast og eitt petti av henni rakti ein oyndfirðing meint í ryggin. Men tá var tað so heppið, at tvey bretsk krígs­skip nærkaðust. Hetta gjørdi partvíst tað, at týska flogfarið slapp sær til rýmingar, meðan teir samstundis fingu í boði sjúkraviðgerð til tann skadda. Hann fór umborð á annað krígs­skipið og varð lagdur undir skurð innan ein tíma aftaná, at hann var skotin. Hetta má sigast at hava ligið væl fyri úti á víðum havi. Teir fóru so við ”William Martin” inn á Seyðisfjørðin at fáa bráðfeingis umvælingar fyri tann skaða, sum teir høvdu fingið av týsku skotríðunum. Millum annað var bjarg­ingar­ báturin oyðilagdur, og tað var hol ymsastaðni í skrokkinum á skipinum. Hesi royndu teir at tetta. Tá teir sigldu niður til Aberdeen, vísti tað seg, at tað ikki var eydnast at tetta øll holini, so skipið lak framvegis. Teir máttu skunda sær inn til Aberdeen uttan at hava fingið neyð­ugu loyvini. Hetta skapti í fyrsta umfari trupul­ leikar við myndugleikarnar, men teir blíðk­ aðust, tá teir frætti um orsøkina. Frants Vágadal: Vildu ikki bíða og bjargaðu lívinum Frants sigldi stóran part av krígnum við »Henry Freeman«. Tann eina túrin fylgdust teir niður til Aberdeen við »Milly« og »Ekliptiku«. Komnir niður var gingið umborð á skipini. Frants hitti eisini Jákup Heinesen, sum var við skipi sínum »Ekliptiku«. Jákup hevði ikki ætlað sær við og hevði tí biðið ein annan skipara. Men hugurin at sigla var tó so góður, at hann fór hendan túrin sum kokkur. Tosað varð eisini um, at øll trý skipini skuldu fylgjast heim aftur til Føroyar. Men tað gjørdist ov leingi hjá »Henry Freeman« at bíða, so teir avgjørdu at fara einsamallir. Dagin eftir fylgjast »Milly« og »Ekliptika« úr Aberdeen. Tað var av besta veðri, og »Henry Freeman« kemur á Føroyar í øllum góðum. Men frá hin­ um báðum skipunum frættist ongantíð nakað aftur. Skipini vóru seinast sædd 100 fjórðingar sunnanfyri Føroyar. Eisini sóust flogfør á leiðini, og hildið varð, at í hvussu er »Ekliptika« varð søkt av flogfari. Svenning: Sigldi 1250 dagar undir krígnum Svenning Johannesen er tann seinasti av teimum kendu Hvannasundsbrøðrunum, sum er eftir. Hann verður 90 ár í næstum. Svenning er kendur trolaraskipari. Samstundis man hann eisini vera ein av teimum, sum sigldu mest undir krígnum. Hann hevur nevniliga 1250 skrásettar siglingardagar hesa tíðina, so her hava ikki altíð verið nógvir dagar heima millum túrar. Svenning sigldi nærum bert við trolarum undir krígnum. Mótsatt teimum flestu av hinum skipunum, so fiskaðu trolararnir sjálvir og sigldu til marknað. Tá var tað við færri monnum enn til fiskiskap. Svenning var við til fiskarí tann seinasta túrin hjá »Næraberg«, men hann var ikki við á ferðini niður til marknað, tá skipið varð søkt av týskum flogfari. Teir høvdu annars ein roktúr til fiskiskap hendan túrin. Skipari á »Næraberg« var Erik Mohr, tann eisini vælkendi skiparin á »Tjaldrinum«. Øll manningini varð bjargað. Aftaná at »Næraberg« varð søktur, kom stígur í siglingini hjá Svenning, men seinni fór hann fyrst við »Skálaberg« og síðani við »Norð­ búgvanum«. Teir vóru ikki úti fyri nøkrum ser­ liga álvarsomum tilburði. Svenning greiddi frá, at tað ráddi um at sigla sum longst í myrkri, so teir minst møguligt vóru sæddir av flogførum. Tí plagdu teir at Siðsøga Hetta var støðan hjá mongum sjómanni bæði undir 1. og 2. heimsbardaga. Teknað hevur Ingálvur av Reyni