Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. apríl 2015 sosialurin 46 23 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá undursomu bjargingini av Malmberg Simonsen úr Sørvági. fara á Vestmanna at bíða eftir myrkrinum, og so at sigla so mikið longri, meðan myrkt var. Hetta var eydnan hjá Svenning, tí ein slíkan túr á Vestmanna hitti hann Maiken, sum hann giftist við! Annars greiddi Svenning frá, at nógv góð bønamøti vóru hildin umborð á trolarunum. Torbjørn Lisberg: Stóðu á turrum í 5 tímar Torbjørn sigldi við »Carl« úr Vági undir krígnum. Hann greiddi frá eini hending í 1944. Tá kom skipið at standa á einum boða. Tað fjaraði, og skipið slapp so ongan veg. Teir stóðu í fimm tímar, til tað fløddi so mikið, at skipið av sær sjálvum fór av boðanum. Men tað hepna fyri teir var, at tað var kolasvart í toku. Hevði tað verið klárt, høvdu teir verið púra verjuleysir, um flogfar fekk eyga á teir. Annars var Torbjørn millum teir 250 før­ oy­ing­arnar, sum fóru til Íslands at byggja flog­vøll í 1941. Petrea misti drongin við Morning Star Tað eru eisini frásagnir frá fólki sum framm­ anundan høvdu mist, og sum eisini mistu undir krígnum. Ein teirra var Petrea Olsen av Toftum. Hon greiddi í sín tíð frá í FF- blaðnum, hvussu hon millum annað hevði mist ein beiggja og tríggjar pápabeiggjar við Nóls­oynni í 1934. Hon greiddi síðani frá: »Í 1941 fórst "Morning Star«. Eg var forlovað við einum av manningini, Ragnar Hansen, sum var av Nesi. Teir fóru av Toftum tann 8. september, og tá droymdi eg at Ragnar kom inn í sovi­kamarið og sigur: »Eg komi bara at siga tær farvæl«. Eg sigi, at eg komi upp, men hann svarar: »Tað er ikki tíð til tað«. So heilsar hann mær: »Mamma tín stendur niðri við garð og bíðar eftir mær«. So fór hann. Eg fór upp í vindeygað. Tá sá eg tey bæði fara om­an eftir vegnum. Mamma var deyð tvey ár frammanundan, men tað tonkti eg ikki uppá. Eingin visti, hvussu »Morning Star« var farin, men hildið verður, at tað er av minu. Men tá kom eg aftur at uppliva at skula bíða og bíða inntil tað mátti staðfestast, at her var eingin vón, og eg hevði mist drongin 27 ára gamlan. Hetta var annars heldur ikki seinastu ferð, at eg mátti bíða eftir feigdarboðum. Vit vóru 8 systkin, og beiggi mín Kim fórst við »Stella Argus« í 1957. Tá vóru vit aftur í somu støðu at bíða og vóna inntil eingin vón var eftir«. Petrea var ein av teimum mongu sum áttu eitt íkast í bókini »Havið tók Teir«, sum kom út í 2011. Søren Jakku Lamhauge hevði “rakettapparatið” undir hond Tríggir av »teimum fýra«, sungu á samkomuni í 2005. V.f. Kristoffur Joensen, Sverri Mortensen og Enok Dam. Allir høvdu teir tilknýti til siglingina undir krígnum Tað eru tilsamans 210 nøvn, sum standa á minnisvarðanum í viðarlundini í Havn. Men tað vísir seg, at nakrir ikki er komnir við her. Í bókaverkinum »Teir sigldu úti« hjá Niels J. Arge er umrøða av fleiri teirra. Hesir hava allir siglt úti í heimi bardagaárini. Hesir eru: Jákup Petur Hentze, Froðba, 31 ár. D. við »Aase« 27. november 1939. Joen Jákup Elias Jacobsen, Sandvík, 24 ár. D. við »Maryland« 15. februar 1940. Arthur Hentze, Tvøroyri, 19 ár. D. við »Maryland« 15. februar 1940. Óli Thomsen, Kollafjørður, 35 ár. D. við »Bothal« 20. mars 1940. Hans Jacob Hansen, Eiði, 63 ár. D. við »London« 19. mars 1941. Laurits Hansen, Eiði, 49 ár. D. við »Marianne« 15. mai 1941. Hans Jacob og Laurits vóru brøður, ættaðir av Eiði. Hans David Ingvard Davidsen, Glyvrar, 26 ár. D. við »Daphne« 3. apríl 1941. Johannes Bjørgheim, Tórshavn, 25 ár. D. við »Peter Mærsk« 7. desember 1942. Johan Hansen, Tórshavn. Helst deyður við donskum skipi tíðliga undir krígnum. Hetta merkir, at samlaða talið á føroyingum, sum doyðu á sjónum bardagatíðina 1939-1945, kemur upp á 219. Ein av lagnunum Ein av hesum 9, sum er komin afturat upp­ runalistanum, er tann 24 ára gamli Joen Jacob Elias Jacobsen úr Sandvík. Hann umkomst 15. februar 1940 við »Mary­ land« hjá DFDS, sum var á veg heim við olju­ køkufarmi úr Suðuramerika. Tað var ikki fyrr enn langt eftir kríggið, at tey heima fingu at vita, hvat var hent. Teir vórðu skotnir niður av týskum kavbáti vestan fyri Skotland. Hansara lagnudagur var 25 ára dagurin fyri skaða­grindina í Sandvík í 1915, tá tveir mammu­beiggjar doyðu saman við 12 øðrum monnum úr Sandvík og Hvalba. Jóan Jákup Elias var uppkallaður eftir teimum báðum, Jóan Jákup og Elias. Hann var føddur í 1916 og tók seti­skipara­ prógv í Havn í 1936. Í 1938 fór hann til Keyp­ mannahavnar at fáa sær kjans sum matrósur í uttanlandasigling. Jákup Elias var sonur Marin Kristinu og Dánjal á Hólum. Eg kendi væl systrina Samalena Jacobsen í Sandvík. Hon mintist Jacob Elias sum ein evna­ góðan, skikkiligan og dámligan ungan drong. Hann hevði sum mangir aðrir ungir føroyingar útlongsul. Hann vildi sigla við farmaskipi fyri at fáa siglingstíð, so hann kundi fara víðari á navigatørskúla og harvið gerast yvirmaður. Hetta hevði hann fortreytir fyri, tí hann hevði góð evni. Men lagnan gjørdist ein heilt onnur. Maður Samalenu var Kristian Jacobsen. Vit vóru saman í mong ár í fiskimannafelagnum. Tey eru bæði farin nú, eg minnist tey sum eini megnarhjún. Poul bjargaðist Eitt dømi um menn sum sluppu við lívinum av søktum skipi var Poul í Skorini á Eiði. Hann greiðir soleiðis frá: »Fyrst í juli mánaða í 1942 fóru vit, sjey mans, til Íslands at keypa fisk við Vestmannasluppini »Flower of the Forest«. So varð farið avstað til Aberdeen at selja. Ferðin gekk væl, til vit 20.juli vóru staddir umleið 100 fjórðingar vestan fyri Suðuroynna. Hendan dagin kl. 6 á kvøldið var ein spreinging har afturi í skipinum - ivaleyst ein mina. Brest­ urin var so harður, at skipið skrædnaði har afturi og fór so illa at leka, at tað var ógjørligt at halda tí lens. Motorurin steðgaði eisini. Vit sjey, sum við vóru, sóu, at ikki var hugs­ andi at gera annað, enn at seta bátin út og tað skjótt. Vit høvdu bert ein pinkulítlan bát, bert 8-9 alin langur, ein sokallaður ritubátur. Vit komu allir sjey í bátin og róðu beinanvegin eitt sindur burtur frá skipinum. Tað vardi bert 20 minuttir til skipið sakk. Báturin var hampiliga væl útgjørdur og hevði eisini segl. Nú vildi so væl til, at vindurin lá beint á Føroyar. Tí varð roynt at sigla, hóast veðrið var sjaskut, og vit ofta fingu so nógvan sjógv inn í bátin, so oysast mátti av øllum alvi. Tá vit høvdu siglt í 12 tímar, stilti av, og so varð farið at rógva. Náttin var sera óhugnalig. Tá vit høvdu siglt og róð í 30 tímar komu vit til lands í Sumba, móðir og útlúgvaðir. Vit blivu væl móttiknir av sumbingum, sum hjálptu okkum niðan frá, tí hjá summum knípti at ganga.« 219 nøvn at minnast Minnisvarði í viðalundini í Havn. Á honum staanda 210 nøvn. Í hesi grein eru níggju nøvn afturat Svenning sigldi heilar 1250 dagar undir krígnum