Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2015 SOSIALURIN 46 24 Mándagin 4. mai skipa MA-lesandi í vegleiðing við Fróðskapasetur Før oya fyri almennari ráðstevnu í Norður landahúsinum. Ráðstevnan er tann fyrsta, ið MA-lesandi við Setrið skipa fyri. Á degnum verður farið ígjøgnum enda mál og møguleikar við veg- leið ing í dagsins samfelagi, eins og við komandi tilfar og dømi bygd á gransking og menning innan veg- leið ing í útlondunum og í Føroyum verða løgd fram. Fyrilestrahaldararnir eru millum ann að útbúgvingarábyrgdari, Sif Einarsdóttir, frá Háskúla Ís lands. Hon fer at greiða frá veg leiðara út- búgv ingini, innihaldi og endamáli, og hin royndi Raimo Vourinen, ið hevur kønar royndir í at seta í verk lívs langa vegleiðing í ymiskum lond um. Hann fer at halda fyri- lest ur um, hvussu lívslong læring er treytað av lívslangari vegleiðing. Vit fáa eitt boð uppá ynskiligan veg leiðarabygnað (møguleikar og av bjóðingar) í Føroyum frá Deirdre Han sen, MA-lesandi í vegleiðing við Fróð skapasetur Føroya. Umboð frá veg leiðing á arbeiðsmarknaðinum í Íslandi leggur fram, hvussu roynd- ir nar í Íslandi eru. Harumframt verða borðsetur (table sessions) við ymiskum at- knýtt um evnum, og dagurin endar við einum pallborðsfundi við fólki, sum umboða ymiskar vinklar, sum raka vegleiðingí føroyska sam felag- num. Ráðstevnan er almenn og mál- bólk ar, ið eru bjóðaðir við, eru: Øll við áhuga fyri vegleiðing í breiðastu merking, partar á arbeiðs mark naðinum, ALS, áhuga- feløg, landspolitikkarar, komunal- politikk arar, undirvísingarstovnar, ansing ar stovnar, málaráð, við- gerðar stovnar, bústovnar og onnur Ráðstevnan er ókeypis, við ynski um tilmelding umvegis www. tilmelding.fo í seinasta lagi miku- dagin 29. apríl. 32 masterlesandi við Fróð- skapar set ur Føroya. Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. SPURNINGAR OG SVAR Góðu tit, Hvussu nógvir umsøkjarar vóru til kvotu 2 á Setrinum, og nær er freistin at søkja inn eftir kvotu 1? Vinarliga hin spenta Góða spenta 149 umsøkjarar hava sent inn kvotu 2-umsókn um upptøku til lestur á Setrinum til heystið 2015. Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 var 15. apríl. Tølini fyri kvotu 2-umsóknir 2014 og 2015 Av hesum 149 umsóknunum er nógv tann størsti parturin til ávika vist Sjúkrarøktarfrøði 48, Lærara 39 og Námsfrøði 43. Hend- an myndin hevur eisini verið tann sama undanfarnu ár. Í ár verða 8 av teimum 10 bachelor út búgv ing unum á Setri- num bodnar út. Møguleiki verður fyri at søkja inn á Lívfrøði og KT- verk frøði aftur komandi lestrarár, 2016. Upp til 20% av teimum lesandi verða tikin inn eftir kvotu 2-skipan ini. Evstamark fyri kvotu 1 er 1. juli 2015, sí nærri kunning: http:// setur.fo/upptoeka-2015/ Allir umsøkjarar fáa svar í sein- asta lagi mánadagin 13. juli. Og í seinasta lagi 3. august skulu um- søkjar ar nir vátta, hvørt teir taka við lestrarplássinum. Vinarliga Bjørg og Holger Kunning um kvotu 1 í Danmark um umprioritering og um stand-by Vit fáa nógvir spurningar um ymisk viðurskifti viðvíkjandi um sókn ir til víðari útbúgvingar í Dan mark. Vit hava savnað spurn- in g ar nar og svara teimum undir einum. Í Danmark er freistin at søkja inn eftir kvotu 1 (KOT = Den ko- ordi ner ede tilmelding) tann 5. juli kl. 12.00. Søkir tú inn gjøgnum kvotu 1, er tað bert miðaltalið á tínum gym nasialu útbúgving, sum avger, um tú verður upptikin á eina ynsk ta útbúgving. Tú kanst heinta umsóknarbløð og vegleiðing á www.optagelse. dk, og umsóknarbløðini skulu út- fyllast elektroniskt. Um tú ikki hevur danskt cpr. nr. og NemId, skalt tú minnast til at senda eitt skjal, sum tú prentar út til seinast á umsóknarblaðnum. Hetta skjal skal sendast til hvørja út búgving, sum tú søkir inn á. Hetta skjalið skal við post vera fram mi á útbúgvingarstaðnum í sein asta lagi 5. juli kl. 12. Um tú hevur søkt um upptøku til onkrar útbúgvingar gjøgnum kvotu 2 (freist 15. mars) og hevði fleiri prioriterað ynskir og nú hugs ar eina aðra prioritering ella eina heilt aðra útbúgving, hev- ur tú møguleika at broyta tína umsókn. Hetta gert tú við at fara inn á www.optagelse.dk og útfylla skjal ið, sum eitur om pri ori tering. Hetta skal vera útbúgv ing ar- stovni num í hendi 5.juli. Á umsóknarblaðnum er møgu- leiki at seta einn kross við ”Stand- by”. Hvat hetta inniber, skalt tú seta teg væl inn í við at lesa um tað á www.optagelse.dk ella/og tosa við ein lestrarvegleiðari um, hvat hetta merkir. Vinarliga Holger og Bjørg Í Føroyum er freistin at søkja eftir kvotu 1 á bachelorútbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya á midnátt tann 1. juli. Tú kanst heinta umsóknarbløð og vegleiðing á www.setur.fo, og tey skulu útfyllast og avleverast sam an við miðnámsprógv. RÁÐSTEVNA UM VEGLEIÐING Í FØROYUM Skrá 4.mai í NLH: 09:00 Vælkomin 09:20 Filmur 09:30 Raimo Vourinen: Lifelong Guidance as a Precondition of Lifelong Learning 10:15 Kaffisteðgur 10:30 Borðseta (Table Session) 11:15 Deirdre Hansen og Umboð frá vegleiðaradepli í Íslandi Møguleikar og avbjóðingar í lívslangari vegleiðing í Føroyum (+ dømi úr Íslandi) 12:00 Ábit í Klingruni 13:00 Síf Einarsdóttir: Vegleiðing – vitan, breidd, endamál og møguleikar í globaliseraða heiminum. 13:45 Borðseta 14:30 Kaffisteðgur 14:45 Jens Marni framførir 14:55 Pallborðsfundur 15:45 Samanumtøka