hósdagur 23. apríl 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. apríl 2015
sosialurin 46
26
Ingrid S. Henriksen
ST-sáttmálin bannar
øllum
mismuni
vegna brek
Í grein í MBF blað
num hin 1. september
2014 verður sagt frá,
at ST-sáttmálin um rættindi hjá
einstaklingum, ið bera brek, varð
samtyktur í Sameindu Tjóða hin 13.
desember 2006. Og at Føroya Løgting
hin 13. mei 2009 samtykti, at hesin
sáttmáli eisini skal galda fyri Føroyar.
Eitt er at gera sáttmála um rættindi
hjá fólki, sum bera brek, men má slík
ur sáttmáli eisini haldast í verki. Tá
serstakliga tann sera týdningarmikli
parturin av ST-sáttmálanum, ið ásetir
at fólk, ið bera brek, hava rætt til
arbeiði og løn javnbjóðis øðrum.
§ 18 a í Forsorgarlógini gav fólki,
ið bera brek, rætt til at fáa arbeiði
á vanliga arbeiðsmarknaðinum til
vanliga løn og vanligar arbeiðs
marknaðarligar treytir
Fram til 2012 høvdu fólk, ið bera brek,
sambært § 18 a í forsorgarlógini rætt
til at fáa arbeiði og løn javnbjóðis øðr
um. Hesi rættindi, sum áttu at verið
sjálvsøgd, vórðu kollrend og tikin av,
tá skipanin um “vard størv” í § 18 a
í gomlu forsorgarlógini varð tikin
av í 2012. Skipanin um “vard størv”
tryggjaði, at varandi sjúk og fólk, ið
bera brek, fingu júst somu løn og
aðrar arbeiðsmarknaðarligar treytir,
sum tey, ið eru á vanliga arbeiðs
marknaðinum, ið ikki bera brek og
sum hava góða heilsu. Í staðin fingu
vit nýggjar lógarásetingar, sum
grovliga diskriminera heilsuliga brek
að á arbeiðs-marknaðinum. Hetta
bæði lønarliga og tá umræður eftirløn
og aðrar arbeiðsmark-naðarligar
treytir. Nýggju reglurnar vórðu
ásettar í §§ 21-24 um sonevnd “tillagað
størv” og “avtalaða løn” í løgtingslóg
um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Lógarásetingar í løgtingslóg um
arbeiðfremjandi tiltøk hava skapt
ein nýggjan bólk av »arbeiðandi
fátøkum«/»working poor«
At skipanin um “vard størv” í § 18a
í gomlu forsorgarlógini varð tikin
av, var eitt risa afturstig fyri fólk,
ið bera brek. Rætturin til arbeiði og
løn javnbjóðis øðrum varð við lóg
um arbeiðsfremjandi tiltøk í §§ 21-25
tikin frá fólki við skerdari heilsu. Við
hesum lógargreinum er skaptur ein
bólkur av heilsuliga skerdum, ið eru
í arbeiði, men sum einans kunnu fáa
lága ella avmarkaða løn. Við hesum
lógásetingum um arbeiði til heilsuliga
skerd varð í 2012 skaptur ein nýggjur
bólkur av “arbeiðandi fátøkum”.
Hesar lógásetingum hava skapt ein
nýggjan bólk av fíggjarliga sperdum
einstaklingum og familjum. Sambært
lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk fáa
varandi sjúk og fólk, sum bera brek,
nevniliga ikki somu løn sum onnur,
men einans partvísa og avmarkaða
løn og fáa ikki sáttmálásett eftir
lønargjald, sum tey, ið fáa løn sam
bært vanligu sáttmálunum á vanliga
arbeiðsmarknaðinum.
Veik rættarstøða, ótryggleiki og lág
arbeiðsinntøka ein fylgja av skip
anini »tillagað starv« í løgtingslóg
um arbeiðsfremjandi tiltøk
Føroya Lærarafelag skrivaði í grein
í Skúlablaðnum nr. 3/2012, at løg
tingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
fór at skapa veikari rættarstøðu og
ótryggleika fyri limir Lærarafelagsins,
sum høvdu brúk fyri vardum starvi/
serliga tillagaðum starvi. Greitt varð
frá, at sjúkuraktur fólkaskúlalærari,
ið hevði brúk fyri vardum starvi,
kundi missa uml. 7.200 kr. um mán
aðin (ella tilsamans 86.400 kr. um árið)
við at fara í sonevnt “tillagað starv”
sambært §§ 21-23 í løgtingslóg um
arbeiðsfremjandi tiltøk. Við hesi lóg
reyk tryggleikin viðv. setanarviður
skiftum og eftirløn v.m., sum vanliga
er ein partur av avtalum millum
arbeiðsgevara og fakfeløg.
Endurskoðan av skipanunum um
»tillagað starv« og »avtalaða løn«
Í § 38 í løgtingslóg um arbeiðsfremj
andi tiltøk er ásett, at skipanin um
“tillagað starv” og “avtalaða løn” smbr.
§§ 21-24 skulu endurskoðast í seinasta
lagi 1. januar 2016.
Henda endurskoðan av §§ 21-24
um arbeiði og løn til varandi sjúk
og brekað í løgtingslóg um arbeiðs
fremjandi tiltøk frá 15. mai 2012, ið
grovliga diskriminerar heilsuliga
skerd starvsfólk á vanliga arbeiðs
marknaðinum, má broytast, hetta
ongantíð ov skjótt. Hetta soleiðis
at heilsuliga skerd aftur kunnu fáa
starv sum fulltíðarsett og við full
um lønarbrøki. Og sum ásetir at
fyritíðarpensjónistar kunnu fáa
vanligt parttíðarstarv til vanliga sátt
málabundna løn.
Heilsuliga skerd eiga at kunna fáa
arbeiði og løn javnbjóðis teimum,
sum hava góða heilsu og sum ikki
bera brek. Føroyar mugu halda
tann partin av ST-sáttmálanum
fyri einstaklingar, ið bera brek, sum
ásetir at fólk, ið bera brek, hava rætt
til arbeiði og løn javnbjóðis øðrum.
ST-sáttmálin, sum Føroyar undir
skrivaðu hin 13. mei 2009 um rættindi
hjá einstaklingum, ið bera brek, má
ikki vera eitt tómt hylki, men má
virðast og útinnast í verki.
Tórshavn, hin 18. apríl 2015
Føroyska samfelagið hevur fingið ein nýggjan
bólk av arbeiðandi fátøkum/»working poor«
kjak
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna
Vit hoyra ofta, at
øll skulu hava sama
møguleika viðv. at
gongd til fólksins
ogn. Í grundini er
onki skeivt við hesi
áskoðan. Vildi tó ynskt sama stóra
áhuga fyri víðarimenning av okkara
tilfeingi. Tað er her, at nógvir ótroyttir
møguleikar liggja og stórir vakstrar
møguleikar. Vit hava sum er nóg
mikið av stáli at fáa tilfeingi upp úr
havinum. Tað verður gjørt gott og
effektivt.
Ført verður fram, at meira fæst
burturúr fólkins ogn, um onnur
sleppa framat.
Hvat verður øðrvísi ?
Hvat er tað, sum nýggju vinnulívs
mennirnir fara at megna, sum nú
verandi ikki eru førir fyri ? Hvat fer
at broytast ?
Verður oljan bíligari? Verða hýr
urnar minni og proviantur og út
gerð bíligari? Verða skipasmiðju
rokningarnar minni, ella fara skipini
at brúka bíligari útlendskar skipa
smiður?
Verða nýggir bíligari veiðiháttir
uppfunnir? Hvørji skip verða nýtt?
Verða nýmótans uppisjóvarskip
bíligari at keypa, um aðrir sleppa
framat? Møguliga kunnu teir keypa
skipini frá gomlu aktørunum fyri
ein bíligan penga . Ella er meiningin
kanska at keypa gamlar útslitnar
dangur og útlendska arbeiðsmegi?
Pengarnir sum koma inn við
kassa 1 verða mistir aðrastaðni og
vit missa meir fyri minni. Allir ring
virkningarnir verða burtur.
Hvar vóru herrópini tá
høvuðsvinnan sveik ?
Hvar vóru allar hesar røddir, tá harð
ast leikaði á? Ella eru hesi herróp bert
at hoyra í bestu tíðum? Kann tað
hugsast, at hesar røddir stillisliga fara
at tagna, um tíðirnar versna aftur og
onki verður at stríðast um. Øll, sum
fáast við fiskivinnu og liva tætt upp
at fiskivinnuni vita, at tað gongur
upp og niður. Tað er bara ein spurn
ingur um tíð, inntil alt kann broytast
180 stig.
Skal so alingin á
uppboðssølu eisini ?
Vilja somu búskaparfrøðingar eisini
hava alingina á uppboðssølu? Er
eisini tørvur á nýggjum aktørum
her og fer alingin at kasta meir av
sær til samfelagið so? Eru firðirnir
í Føroyum ikki eisini fólksins ogn?
Hvat við alifeløgunum sum eru i
dag? skulu tey leggja stilt og bíða til
tey møguliga fáa møguleikan aftur
einaferð í framtíðini um 5 – 10 – 15 ár.
Mugu vera varin
Nei vit skulu ansa okkum, hvussu vit
uppføra okkum. Vit eru nógv, sum
kunnu fortelja øllum frøðingum,
at tað framvegis eru fiskivinnan og
alingin, sum halda Føroya landi uppi
og sum rindar alt gildið. Um ein byrjar
at gambla við hesum, kann tað verða
til størsta skaða fyri landið. Hetta
eru vinnur, sum eru upparbeiddar
ígjøgnum fleiri ár og fleiri ættarlið,
eisini langt áðrenn kvotasamráðingar
byrjaðu. Forfedrar okkara løgdu
lunnarnar og løgdu hjarta og sál í. Tað
hevur minni enn so altíð gingið væl.
Nógv hava bløtt og rindað høgan prís.
Hetta vóru veruligir vinnulívsmenn,
sum ikki góvust á hondum. Teir vildu
nakað og uttan teir, vóru vit ikki her í
dag og onki var at klandrast um.
Vænti ikki nakar ynskir seg aft
ur til árini, tá høvuðsvinnan sveik.
Fólk í hópatali fluttu av landinum
fyri at yvirliva. Teirra lívsgrundarlag
í Føroyum var burtur. Teppið bleiv
skrykt undan teimum. Arbeiðsloysið
var stórt og skatturin ovhonds høgur.
Tíbetur áttu Føroyar framvegis nak
rar úrmælingar eftir. Hesir hava
megnað at virkað fólksins ogn til tað,
hon er í dag. Eitt vælferðarsamfelag
við minsta arbeiðsloysi í Europa,
fólkavøkstri og lækkandi prístali.
Vit hava eitt gott heilsuverk, al
mannaverk, skúlaverk o.s.v . Tað er
undir verandi skipan og við verandi
aktørum í vinnuni, at hetta er hent.
Saman við dugnaligum arbeiðsfólki
eiga hesi stóran heiður uppibornan.
Skal alt á uppboðssølu ?
Kann ikki lata vera við at taka ein
parallell, tá nógv vilja hava arbeiðs
plássini í fiskivinnuni á uppboðssølu?
Skulu so eisini øll almenn arbeiðs
pláss á uppboðssølu við jøvnum
millumbilum ? Soleiðis kundi okkara
ungdómur, sum búleikast í øðrum
londum eisini havt sama møguleika
til hesi almennu størvini. Vit kundu
fingið hesi heimaaftur nýútlærd, við
nýggjum teorium og kanska betri
próvtølum. Tey, sum sita í hesum
størvum nú, kundu so bara leita sær
eftir øðrum størvum aðrastaðni. Hví
skuldu tey eisini sitið har fyri lívstíð,
tá onnur betri skikkað eru og sum
gjarna vilja, men fáa ikki møguleik
an?
Øll almenn leigumál kundu eisini
verið seld á uppboðssølu. Trúgvi at
fleiri av almennu leigumálunum í
høvuðsstaðnum kundu fingist fyri
helvtarprís uttanfyri høvuðsstaðin.
Tá høvdu vit sæð
mótmælisgongur
Kann lítið ímynda mær skilið, ið
tá hevði verið. Tá høvdu vit sæð
mótmælisgongur, sum ongantíð
áður og sendingar og samrøður í
miðlunum. Føstu tryggu størvini við
góðari pensión skuldu knappliga út
lutast. Tað hevði verið ótryggleiki sum
vildi nakað. Tað er júst hetta, nógv
ætla at gera við okkara fiskivinnu,
okkara høvuðsvinnu. Hevur okkara
høvuðsvinna ikki sama status ?
Hønan og gulleggini
Nei vit muga ansa okkum, at vit ikki
drepa hønuna, sum verpir gulleggini.
Vit hava eitt gott samfelag, men treyð
ugt so, so eru framvegis nakrar juster
ingar sum skulu til. Vit høvdu eitt alt
ov høgt skattatrýst. Tað bleiv tosað
og tosað, men ikki fyrrenn hendan
samgongan kom til bleiv handlað og
vit innførdu flatskattin, sum var hart
tiltrongdur. Vit settu hol á at linka um
høga skattatrýstið.
Andstøðan sær bara feilir
Andstøðan sær næstan bara feilir og
manglar og sær stórt sæð onki gott.
Minnir ikki sørt um óðar uppøstar
áskoðarar til fótbóltsdyst. Negativar
áskoðarar, sum bara grenja, knarra
og mjarra um alt, sum spælarnir
inni á vøllinum gera skeivt. Skeivar
og manglandi avleveringar, fótfeilir
osv. Sjálvir duga teir ikki at sparka til
ein bólt, men at standa á síðulinjuni
og rópa ókvæmisorð eftir spælarum
og dómara inni á vøllinum, er ongin
trupulleiki.
Gambling við høvuðsvinnuni