Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. apríl 2015 sosialurin 46 27 Jenis av Rana Sorgarleikirnir, sum tíma fyri tíma verða borð­reidd­ir fyri okk­ um í fjálgu stov­um okk­ara, ávirka og eggja uttan iva flestu okkara til virkna. Men hvussu við politisku skip­ anini? Er tað so, sum løgmaður let­ur frætta, at her er talan um inn­an­ ríkismál, og tí er virkis­før­leika okkara í hesum sorgarleiki av­markaður? Svar okkara í Miðflokkinum er – sjálvandi er tað ikki so!!! Omanfyri allar politiskar, sam­ felagsligar ella aðrar veruleikar stendur ábyrgd okkara, sum einstøk og ikki minst sum tjóð, at veita hjálp, tá á stendur – og á øllum hugsandi økjum. Hvørki ríkisrættarlig ella onnur støða eigur at forða hesi íløgdu tráðan menniskjans at hjálpa honum og henni, sum í neyð eru stødd, uttan mun til um hesi búgva i Føroyum, Sýria ella í Irak. Miðflokkurin heitir tí á polit­ isku skipanina, almennu Føroyar, um at taka saman hendur og leggja ætlanir fyri, hvat vit gera her og nú- og langtíðar saman við teim tjóðum, sum í hesum døgum virka fyri at bøta um sorgarleikirnar, ið henda runt okkum. Møguleikarnir eru nóg fíggjar­lig hjálp er tann mest upplagdi. Annar er at senda hjálparfólk bein­leiðis til eitt av útsettu støð­unum og/ella at senda eitt av skip­um okkara, teim neyðstaddu til hjálpar. Miðfloksins vegna Eitt barn úr Sýria … Góðskan og fakligheitin mugu ikki svíða Jógvan Philbrow formaður í Føroya Pedagogfelag Tað var ein áhuga­ verdur boðskapur, sum var at hoyra frá Akseli V. Johannesen, for­manni í Javn­að­ar­ flokkinum, um av­ tøku av dagstovnagjaldinum. Í fyrstu atløgu ljóðar hetta sera skila­gott og sum ein sjálvfylgja. Tí sjálv­andi eiga dagstovnar at vera ókeypis á sama hátt sum skúlin. Men tað er helst ikki so einfalt kortini. Kommunur hava nevniliga fyrr roynt seg við at lækka gjaldið á stovnum, og hevur hetta í fleiri førum veri til stóran ampa fyri hesar dagstovnar, tí teir aftaná eru møttir við kravi um sparingar. Lat okkum tó endiliga taka hetta gjaldið upp til kjak og viðgerðar. Um vit so sam­stundis fáa eitt minsta­ krav fyri starvs­fólka­tímum inni á dag­stovn­un­um – tað sum vit í náms­ frøðiliga yrkinum kalla normeringar – við í roknistykkið, so er avgjørt okkurt at tosa um. Á dagstovnunum hevur tað jú avgerandi týdning, at nokk av útbúnum fólki er um børnini, tí tað er ein fortreyt fyri at tryggja góðskuna. Vænti eisini, at tað fyri foreldur hevur týdning, at nóg mikið av vaks­ num eru um børnini, og at tað ikki verður spart meira á tí økinum. Eitt annað, sum eisini hevur týdn­ ing, er tørvurin á at gera eina betri greining av, hvat náttúrliga hoyrir til raksturin av einum dagstovni: Er sovorðið sum frukt, mjólk ella blæ­ur partur av einari fíggjarætlan ella er tað eitt eyka gjald; verða útferðir við bussum til tiltøk partur av rakstri­ num, ella skulu foreldur gjalda so hvørt og velja, hvørt børn teirra luttaka í øllum teimum ymisku tiltøk­ unum, sum náttúrliga hoyra til dag­ stovna­verðina. So, ja, lat okkum miða ímóti at av­taka dagstovnagjaldi – men við teirri treyt, at tað ikki gongur útyvir góðsk­una ella fakligheitina. Carlos Villaro Lassen København, Danmark Det færøske folk har vundet hævd på retten til selv at af­gøre, om de vil være en del af Dan­mark eller om de vil være selvstændige. Desværre har catalanerne ikke denne ret. Hvis det færøske Lagting ønskede, at der blev afholdt en afstemning på Færøerne om selvstændighed, ville man med sikkerhed opnå, at et sådant valg ville blive anerkendt af et flertal i Danmark. Denne mulighed har Catalonien ikke, da Spanien ikke en gang vil tillade, at der holdes en vejledende folkeafstemning. Derfor har det stor betydning, at det danske Folketing den 12. maj planlægger at drøfte catalanernes ønske om selvbestemmelse ved en Forespørgselsdebat i Folke­ tingssalen, F26. Catalonien har brug for, at man fra færøsk side bakker op om retten til en fair og demokratisk dialog om selvbestemmelse. Det kan fær­ inger gøre ved at være med i en underskriftsindsamling på inter­nettet www.skrivunder.net/ vi_siger_ja_til_catalanernes_ ret_til_at_stemme, hvor over 13.000 personer allerede har underskrevet. Og det kan Fær­ øerne gøre ved at opfordre deres folketingsmedlemmer til at bakke op om catalanernes ret. Min sviger­far hed Karl Nolsøe, og han lærte mig, at man skal stå op for sin ret til selvbestemmelse, som han gjorde det for Færøerne og for dem, der bad om hans hjælp. Catalonien har brug for Færøerne Soppaskúlaskrímslið skal sjálvandi slættast! Góða Býráð! Sleppið ørvitisætlanini! Eyðun á Borg Argir Í Sjónvarpinum nú eitt kvøldið sóust tvey fólk tosa um at varðveita soppa­ skúla­skrímslið í mið­ býnum. Tú spurdi teg sjálvan, um talan mundi vera um eina aprílsøgu, men líkt er til, at fólkini tosaðu í ramasta álvara!? Havi sjálvur skotið upp at gera eitt kringluleikhús (amfiteatur) og miðbýarlund (møguliga við eini tjørn) á staðnum, eftir at skrímslið er jarðlagt. Kommunan hevur nú gyltan møguleika til at gera hetta økið til part av miðbýarætlanini, soleiðis at vit fáa ein av heimsins vakrastu miðbýum! Løgið, at fleiri av teimum hugskotsríku fólkunum ikki hava nevnt hendan møguleikan, ella onkran, ið minnir um hann!?! Hugstoytt at hoyra býráðs­for­ mannin siga, at væl ber til at sleppa av við soppin. Hatta er og verður ein ónýtiligur bygningur, sum fer at kosta ovurhonds stórar upphæddir at umvæla. Vilja tit hava nakrar lestraríbúðir har, so man tað fara at bera til, men avgjørt ikki í verandi bygningi. Góðu tit í Býráðnum! Varðveitið veggjarhøggmyndina og listaverkini annars, men IKKI bygningin!! Gerið ikki eina óbótagerð móti verandi og komandi ættarliðum! á Borg í vársól 2015 Við miðbýaralskskvøðu Er sovorðið sum frukt, mjólk ella blæur partur av einari fíggjar­ætlan ella er tað eitt eyka gjald, spyr Jógvan Philbrow