Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. apríl 2015 sosialurin 46 34 ítróttur Jóannes Hansen T að var drama fyri allar peng­ar­nar og meiri aftrat, tá ið fjórðingsfinalurnar í kappingini um løg­mans­ steypið vóru á skránni í Eysturoy miku­kvøldið. Í Gundadal gekk tað púra, sum tað varð roknað við, tá ið B36 vann 4-0 á EB/Streymi, meðan tað bæði í Runavík og Fuglafirði var greitt, at steypa­vinnararnir trý tey sein­astu árini í Víkingi skulu spæla hálv­ finalu, og at eitt av møguligu mót­ støðu­liðunum er NSÍ, sum ikki kann breggja sær av nógvum gullavrikum í steypa­kappingini í hesi øldini. NSÍ vann steypafinaluna ímóti HB í 2002. HB eigur næstan eins nógv­ar finalusigrar sum hini liðini eiga tilsaman. Síðani 2004 er tað ikki eydnast HB at vinna finaluna. Týs­ kvøldið vann HB 4-1 á Giza/Hoyvík, og harvið er tað møguleiki fyri, at NSÍ og HB kunnu hittast í finaluni. Fyrst skulu hálvfinalurnar av­ greiðast. Tá verður talan um meiri taktiskt avrik, sum fevnir um tveir dystir. Fyrra hálvfinalan verður 21. mai og tann seinna 3. juni. Mána­ kvøldið fæst at vita, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni. NSÍ spælararnir eru í nýggjari støðu Við Løkin var tað sum nátt og dagur. Eftir 90 minuttir var eingin broyt­ing á máltalvuni. Málleyst, fáir møgu­ leikar og lítið og einki av skipaðum fót­bóltspæli. Og í longdu leiktíðini eksploderaði tað. 2-2 og harvið brots­ sparkskapping, sum NSÍ vann 5-4. Klæmint A. Olsen skoraði obliga­ toriska málið í evstu løtu undan síðu­skiftinum. Harvið hevði NSÍ kós ímóti hálvfinaluni. Men seks minuttir seinni var alt koppað á høvdið. AB málverjin Heðin Stenberg skrivaði seg inn í søgubøkurnar yvir serlig mál, tá ið hann eftir horna javnaði, og nøkur sekund seinni legði Jógvan Skeel Nolsøe AB framum. Harvið var tað NSÍ, sum var kroyst, men Haraldur R. Højgaard javn­aði við fínum skoti, og so var neyðugt við brotssparkskapping. Skjútt­arnir vóru óvanliga tryggir. Tað var bara royndi AB miðverjin Dmitrije Jankovic, sum misnýtti, og har­við var tað greitt, at toppliðið fram­vegis livir í steypakappingini. Einki var at siga til, at spælararnir í toppliðnum í landskappingini vóru ovurfeginir. Jann Martin Mortensen, sum Trygvi Mortensen hesaferð hevði givið møguleikan millum teir fyrstu ellivu, setti orð á: – Vit eru ovurfegnir, tí tað telur nógv hjá okkum framvegis at hava møguleika at vinna pláss í steypa­ finaluni. NSÍ hevur ikki verið í final­ uni síðani 2004, tá ið liðið tapti 3-1 ímóti HB, og síðsti finalusigurin var í 2002, tá ið tað eydnaðist at vinna 2-1 á HB. Tá vóru teir flestu av okkum, sum nú eru við til at manna liðið, smá­dreingir. Tað eru bara nakrir heilt fáir, sum hava roynt at vera við í steypafinaluni, so tað vilja vit ógvuliga fegnir vera partur av. Tú skoraði avgerandi málið í brots­ sparkskappingini. Kendi tú stórt trýst á tær? – Als ikki. Eg var fult og heilt fokuseraður, og tíbetur megnaði eg tað sama, sum liðfelagarnir framman­ undan megnaðu, tá ið teir við fínum skotum settu bóltin í málið aftanfyri Heðin Stenberg. AB málverjin var fegin um málið, sum hann skoraði eftir hornaspark, men hann var vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist AB at spæla seg í hálv­ finaluna: – Vit høvdu hornaspark, tá ið eg legði til merkis, at Oddbjørn vildi hava meg at fara fram í brotsteigin. Vit løgdu okkum framum, og tað var spell, at linjudómarin kolldømdi, tá ið Karstin Højgaard við høvdinum sendi bóltin í málið, og vit hildu okkum hava økt um leiðsluna til 3-1. Men avrikið gev­ur mót um, at vit heilt skjótt fara at vinna ein landskappingardyst, sigur Heðin Stenberg. Jákup fremstur í B36 Í fyrsta umfari í landskappingini end­aði tað 1-1 í Gundadali millum B36 og EB/Streym, sum tá skoraði fyrst. Mikukvøldið var tað avgerandi hjá B36, at tað ikki eydnaðist hjá EB/ Streymi at fáa mál, og at tað hjá B36 eydn­aðist beinanvegin eydnaðist at skora eitt ella tvey mál. Soleiðis varð tað. Ibrahima Camara, sum ikki hevur havt eydnuna við sær seinastu ferðirnar, var á beinkinum. Jákup á Borg var fremsti maður, meðan Benjamin Heinesen var í høgru. Saman­spælið millum Jákup og Lukasz Cieslewicz riggaði framúr væl, og tað bar úrslit við sær beinanvegin. Lukasz Cieslewicz skoraði fyrsta korterið tvey fín mál. EB/Streymur var tá púra fyri ongum, og talan var har­við barfa um, hvussu stórur sigurin fór at verða. Jákup á Borg um­setti brotsspark til mál, og eftir steðgin var tað meiri tómgongd, áðrenn Odmar Færø við stútara eftir horna staðfesti rimmar sigurin: Trygvi Askham, sum vardi B36 málið, var so at siga arbeiðsleysur. – Fyri okkum hevði tað stóran týdning at vinna og harvið at vaska Fótbóltur Eftir størsta drama nakrantíð í steypadysti við Løkin, er tað greitt, at NSÍ verður partur í hálvfinaluni saman við havnarfeløgunum og trífaldu steypavinnarunum í Víkingi, sum fleiri ferðir høvdu kós úr kappingini, áðrenn tað eftir tríggja tíma leik eydnaðist at fáa bilbukt við ÍF Løgmanssteypið 11 metra bletturin bjargaði NSÍ