hósdagur 23. apríl 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. apríl 2015
sosialurin 46
35
talvuna reina eftir tapið í Fuglafirði
sunnudagin. Vit høvdu ringar royndir
við EB/Streymi, sum í fyrsta umfari
í landskappingini fekk okkum niður
í ferð. Nú vóru vit sera tilvitaðir um,
at tað skuldi ganga fyri seg eftir
okkara treytum – skjótt samanspæl
og nógvar flytingar – og at teir harvið
skuldu renna nógv aftan á okkum, og
tað eydnaðist, sigur Odmar Færø.
EB/Streyma liðið var umskipað í
fleiri ódnum. Andras Olsen, sum er
nýggjur stinnur miðverji, var ikki við
orsaka av skaða, og tað bar við sær, at
Árni G. Nielsen var miðverji saman
við Rógva E. Nielsen, og at Ragnar
Danielsen var vongverji í høgru og
Jóhannes Hansen í vinstru, meðan
Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen,
Rói Olsen og Jan á Høgaryggi mann
aðu miðvøllin aftanfyri Leif Niclasen.
– Tað var klassamunur frá fyrsta
bríksli. Eftir eitt korter var 2-0, og
harvið var tað bara ein spurningur
um, hvussu stórur sigurin fór at
verða. Eftir steðgin vóru vit betri
við. Kanska stóðu vit okkum betri
tá, men hetta hevði eisini nakað við
tað at gera, at B36 slakkaði eitt sindur
av. Vit hava longu lagt hetta afturum,
og nú hava vit fokus á avbjóðingini
á Vágseiði ímóti FC Suðuroy sunnu
dagin, sigur EB/Streyma liðformað
urin Niels Pauli Danielsen.
Giza/Hoyvík helt í ein tíma
Longu týskvøldið tryggjaði HB sær
pláss í hálvfinaluni. Giza/Hoyvík átti
heimavøll á niðara vølli í Gundadali,
og har luktaði tað eina fitta løtu av
ultimativu steypasensatiónini, tí
heimaliðið setti hol á í 9. minutti, og
hóast trýstið vaks og varð øgiligt, so
megnaði 2. deildarliðið at halda tørn,
inntil ein tími var farin.
Leiðslumálið var meistarligt: Eftir
diagonalsending úr vinstru varð
Ahmed Keita merkiliga leysur, tá ið
hann tamdi bóltin inn um verjuna
og plaffaði hann framvið Teiti M.
Gestsson. Framúr hegnisliga avgreitt,
og merkiliga lítið sannførandi verju
spæl.
HB tók sær smátt um smátt um
reiggj. Arnbjørn Hansen javnaði,
áðrenn hann noyddist skaddur
av vøllinum, miðverjin Gunnar
Haraldsen skoraði leiðslumálið, og
tvey tey síðstu málini í 4-1 HB sigr
inum skoraðu Fróði Benjaminsen og
miðverjin Rógvi S. Holm.
At HB tók uppgávuna í stórum
álvara sæst aftur í, at allir teir, sum
plaga at manna besta liðið, vóru við
frá fyrsta bríksli. Tað var ikki fyrrenn
eftir fyrsta tíman, at ungu menninir
– Adrian Justinussen, Teit Jacobsen
og Bartal Wardum so við og við komu
á vøllin.
Týsdagin 21. apríl
Giza/Hoyvík - HB 1-4 (1-0)
1-0: Ahmed Keita 9.
1-1: Arnbjørn Hansen 61.
1-2: Gunnar H. Haraldsen 66.
1-3: Fróði Benjaminsen 82.
1-4: Rógvi S. Holm 90.
Mikudagin 22. apríl
B36 - EB/Streymur 4-0 (3-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz 4.
2-0: Lukasz Cieslewicz 15.
3-0: Jákup á Borg br 32.
4-0: Odmar Færø 85.
ÍF - Víkingur 2-2 (0-2) 3-3 eftir longda leiktíð
Víkingur vann brotssparkskappingina 9-8 og samantalt 12-11
0-1: Gunnar Vatnhamar 18.
0-2: Atli Gregersen 34.
1-2: Nenad Saric 61.
2-2: Bartal Eliasen 90.
3-2: Ari Ó. Ellingsgaard 94.
3-3: Heðin Hansen 120.
Brotssparkskapping
0-1: Súni Olsen
1-1: Frank Poulsen
1-2: Hanus Jacobsen
2-2: Bartal Eliasen
2-3: Sølvi Vatnhamar
3-3: Ari Ó. Ellingsgaard
3-4: Finnur Justinussen
4-4: Leivur Joensen
4-5: Bárður J. Hansen
5-5: Clayton Soares
5-5: Heðin Hansen – málverjin bjargar
5-5: Kristoffur Jakobsen – málverjin bjargar
5-6: Erling Jacobsen
6-6: Áki Petersen
6-7: Andreas Lava Olsen
7-7: Karl Løkin
7-8: Gunnar Vatnhamar
8-8: Poul Nolsøe Mikkelsen
8-9: Geza Turi
9-9: Nenad Saric – málverjin bjargar
NSÍ - AB 0-0 2-2 eftir longda leiktíð
NSÍ vann brotssparkskappingina 5-4 og harvið samantalt 7-6
1-0: Klæmint A. Olsen 105.
1-1: Heðin Stenberg 110.
1-2: Jógvan Skeel Nolsøe 111.
2-2: Haraldur R. Højgaard 115.
Brotssparkskapping
0-1: Jógvan Skeel Nolsøe
1-1: Klæmint A. Olsen
1-2: Magnus Egilsson
2-2: Meinhard E. Olsen
2-3: Álvur F. Christiansen
3-3: Einar Tróndargjógv
3-3: Dmitrije Jankovic – málverjin bjargar
4-3: Pól Jóhannus Justinussen
4-4: Kristin R. Mouritsen
5-4: Jann Martin Mortensen
Úrslit Fjórðingsfinalurnar
Myndir: sigmar mørkøre