hósdagur 23. apríl 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. apríl 2015
sosialurin 46
36
Tróndur Arge - Fløtugerði
V
ið einum spælara í
undirtal og aftanfyri 3-2,
munnu tey flestu vænta,
at steyparøðin hjá Víkingi
nú er komin at enda. Eftir vanligu
leiktíðna hevur ÍF lagt seg á odda
3-2, meðan Dánjal Pauli Lervig hevur
fingið sítt seinna gula kort.
ÍF er á veg í álop og eru fleiri í
yvirtal. Hetta er tað, munnu víkingar
nir halda. ÍF endar tó við at gera frí
spark í støðu. Víkingur fer í álop.
Lukku tíð fyri teir, so endar bólturin
fyri føturnar á innskifta Heðini
Hansen, sum skorar.
Fimm minuttir seinni
Brotssparkskapping. Aftur er ÍF um
at punktera steyparøðina hjá Víkingi.
Predrag Markovic hevur bjargað
brotssparkinum frá Heðini Hansen,
so nú er ÍF bara eitt brotsspark frá at
geva grannunum mønustingin.
Kristoffur Jakobsen verður settur
at skjóta, men Geza Turi bjargar.
Víkingur livir. Tá so Nenad Saric, sum
so meistarliga saksaði bóltin í málið
í seinna hálvleiki, verður settur at
skjóta, kann Geza Turi blíva hetjan.
Brotssparkið frammanundan
hevði Geza sjálvur sent í málhornið.
Nú bragdar aftur. Geza velur røttu
síðu og bjargar. Steyparøðin hjá
Víkingi er enn á lívið – akkurát.
Dramatikkur fyri
allar pengarnar
Dysturin í Fløtugerði í Fuglafirði fer í
søguna sum ein óvanliga hendingarík
og spennandi fjórðingsfinala.
Grannauppgerð, fjórðingsfinala, út
vísingar, skaðar, umdystur, mál í
yvirtíðini, brotssparkskapping og
gleði og sorg.
Tað ber illa til, at vænta sær meiri
av einum fótbóltsdysti. Áskoðararnir
í Fløtugerði fingu meir enn teir høvdu
væntað. Tað var sól og ljóst, tá dyst
urin byrjaði. Og tað var myrkt og kalt,
tá dysturin endaði. Tó var tað ongin,
sum keddi seg meðan dysturin vardi.
Geza hetjan
41 ára gamli Geza Turi bleiv hetjan,
tá hann fyrst sendi brotsspark í mál
H E S A V I K U N A
3
Predrag Markovic
Letur trý mál inn, men kann illa
lastast fyri tey. Spælir annars væl
í støðum og hevur onkrar góðar
bjargingar.
3
Leivur Joensen
Kemur til fleiri innlegg í høgru.
Onkur góð og onkur minni góð, men
sum heild eitt miðal avrik.
3
Bartal Eliasen
Fær 3-talið fyri at skjóta avger
andi málið í vanligari leiktíð. Hevur
annars stórar trupulleikar fyrsta
tíman, men spælir seg upp eins og
restin av ÍF liðnum.
2
Poul N. Mikkelsen
Sum restin av ÍF liðnum, so er
hann um ein háls í fyrra hálvleiki, men
spælir seg upp.
2
Áki Petersen
Hevur trupulleikar fyrsta tíman og
spælir eins og restin av ÍF liðnum illa
ein stóran part av vanligari leiktíð.
2
Fritleif í Lambanum
(Út 69.min) Rann sum fluga í
fløsku saman við restini av mið
vøllinum. Fór út við skaða í seinna
hálvleiki.
2
Sjúrður Jacobsen
(Út 46.min) Hálaður út í hálvleik
inum, eftir eitt vánaligt avrik. Megnaði
als ikki at fylgja miðvøllinum hjá
Víkingi.
2
Karl Løkin
Fyri uttan okkurt langskot og
fríspørkini, so var hann lítið íblandaður
í dystinum. Mundi eiga óhepnastu
avgerðina, tá hann í yvirtalsstøðu ikki
spældi Nenad Saric leysan, tá ÍF kundi
hava lukkað dystiin.
2
Dánjal á Lakjuni
(Út 105.min) Stríddist í 105
minuttir, men tað bleiv ikki umsett til
nakað brúkbart. Tóktist blíva troyttur
tíðliga.
3
Ari Ó. Ellingsgaard
Lýsti í løtum, tá hann royndi seg
við hegnisligum dribblingum og var
skapandi. Skoraði eisini málið til 3-2.
3
Clayton Soares
Hevði torførar umstøður í
álopinum, men fekk væl burturúr.
Legði upp til tvey mál og var ein
støðug hóttan.
3
Nenad Saric
(Inn 46.min) Skoraði eitt framúr
flott saksaspark. Fyri tað fær hann
3-talið, men er annars langt frá
toppinum og spælir í mesta lagi til eitt
2-tal. Fekk óhepna leiklutin í brots
sparkskappingini.
2
Kristoffur Jakobsen
(Inn 69.min) Kom inn í seinna
hálvleiki, tá ÍF var um at koma í dystin.
Hóast betri gongdina, so var ilt at fáa
eyga á eitt 3-tal í spælinum.
2
Frank H. Poulsen
Kom inn í umdystinum og drønaði
tað runt hann kláraði. Var eisini
tryggur úr brotssparksblettinum.
2
Alexandar Jovevic
Miðvallarsamansetingin riggaði
illa og í ein tíma var ÍF um ein háls.
Fær kredit fyri at broyta tað í hálv
leikinum, men annars ilt at fáa eyga á
taktiskt trekk, sum vendu dystinum.
Heldur var talan um einmansavrik.
spælarameting
Tveir skaðar Bæði Atli Gregersen(Víkingur) og
Fritleif í Lambanum (ÍF) máttu út við skaða. Atli
hevur forstrekt ein vødda um mjødnina, meðan
Fritleif hevur forstrekt sær liðbondini í fótinum.
1 til 6
ítróttur
Fótbóltur Víkingur var ein minutt og eitt brotsspark
frá, at fella í steypakappingini fyri fyrstu ferð síðani
2011. – Hetta prógvar, at vit ongantíð doyggja í
einum dysti, sigur liðskiparin, Atli Gregersen
Steypaspenningur
Vit
doyggja
ongantíð