Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. apríl 2015 sosialurin 46 37 Takk! Takk fyri undirhald og spenning. Meiri kanst tú illa krevja frá einum fótbóltsdysti. Óheppið um hesin dysturin fær eitt skriviborðseftirmæli. hornið, og síðani bjargaði avger­andi brotssparkinum. Ungverski málverjin hevur eisini eina stolta steypasøgu við Víkingi. Í 2012 bjargaði hann eis­ ini avgerandi brotssparkinum, tá Víkingur vann á EB/Streymi í steypa­ final­uni. – Hetta hevur Geza uppiborið. Hann hevur verið ein drúgvur tæn­ ari fyri hetta felagið. Tað kundi ikki hent fyri ein betri mann, sigur Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi. Geza var óvanliga tryggur úr ellivu metrum, tá hann sum tíggjundi maður skuldi skjóta fyri Víking. – Geza plagar at skjóta nøkur brots­spørk til venjing, so tað kemur ikki óvart á, sigur Atli Gregersen víðari. Brotsspark og reytt kort Í fyrra hálvleiki var Víkingur greitt omaná. Fyrst leggur Gunnar Vatnhamar Víking á odda, tá Hanus Jacobsen leggur innfyri úr vinstru. Løtu seinni er Atli Gregersen fyrstur á, eftir at bólturin endar á tvørstongini. Víkingur hevði leiðsluna fult uppi­ borið. Hon kundi eisini verið størri, um Filip Djordjevic fekk brotssparkið, sum hann helst átti. Leysur framman­ fyri fer hann umkoll. – Eg síggi tað sum brotsspark. Verður tað dømt, so er bara ein møgulig revsing og tað er reytt kort, sigur Atli Gregersenog leggur afturat; – Tá tað nú bleiv sum tað bleiv, so hevði hesin dysturin alt, sum ein steypa­dystur skal hava. Ein fan­tast­ isk lýsing fyri fótboltinum, sigur lið­ skiparin. Bæði Sølvi Vatnhamar og Ari Ó. Ellingsgaard mettu eisini, at talan helst var um brotsspark. Saksaspark í mál ÍF raknar ikki við fyrr enn dysturin er ein tíma gamal. Tá saksasparkar Nenad Saric bóltin í málið til 2-1. Eitt fantastiskt mál. Hóast ÍF javnar í tíð­ ini, sum dómarin hevði lagt afturat, so ÍF ikki beinleiðis betri fyrr enn heilt móti endanum. Tað bragdar, tá Clayton hegnisligan leggur bóltin fyri føturnar á Bartali Eliasen, sum meddaði bóltin í málið. – Vit hava spælt fleiri vánaligar dystir í ár, har vit serliga spæla illa í fyrra hálvleiki, men kom fyri okk­um í seinna hálvleiki, sigur Ari Ó. Ellings­ gaard. Vøllurin í Fløgugerði hevur verið fyri nógv kritikki. Serliga tá hann er turrur, er torført at fáa nakað skila­ gott spæl á honum. ÍF kunnu illa ilskast um, at Víkingur samanlagt vann dystin. Yvir allar 120 minuttirnar, so var Víkingur betri, men í tveimum førum eru fugl­ firð­ingar so ótrúliga nær við, at steðga steyparøðini hjá Víkingi. Víkingur livir enn Víkingur er nú komið í hálvfinalurnar í kappingin um Løgmanssteypið. Lut­ tøkan skuldi verið avgreidd longu aftaná ein tíma, men so saksa­spark­ aðu fuglfirðingar seg inn í aftur dystin. Tvær ferðir hingu víkingarnir í kløn­um tráð, men báðu ferð bjargaðu teir sær. Víkingarnir vilja ikki sleppa steypa­gullinum – líka mikið hvussu vón­leys støðan sær út! trondur@sosialurin.fo 4 Geza Turi Hetjan hjá Víkingi, sum bæði bjargaði og skoraði upp á brotsspark. ilt at siga um hann kundi gera nakað við fyrsta og triðja málið, men annars spældi hann væl. 2 Gert Hansen (Út 69.min) Avrikið er undir miðal og verður eisini útskiftur í seinna hálv­ leiki. Kemur væl framvið, men tykist enn innorna seg Víkinga-verjuna. 4 Atli Gregersen (Út 94.min) Spælir væl í verjuni og fær eyka fyri at skjóta mál. Hevur stóan týdning fyri yvirvágina í van­ ligari leiktíð. Blívur skaddur í longdu leiktíðini. 4 Erling Jacobsen Tykist verða komin fyri seg. Var drúgvur í fleiri tvídystum og ÍF kom ikki til nógvar møguleikar. 2 Dánjal Pauli Lervig (Útvístur 105.min) Avrikar væl saman við restini av liðnum fyrsta tíman, men kemur í tveimum støðum at standa skeivt. Í báðum førum kostar tað gult kort. 3 Sølvi Vatnhamar Stríðist væl á miðvøllinum, sum Víkingur vinnur. Sleppur sær eisini skilagott av við bóltin. 3 Súni Olsen Orkaði ikki allar 120 minuttirnar, men samanlagt var talan um eitt góð­kent avrik. Góðar deyðbóltar og skilagott spæl. 3 Hanus Jacobsen Varð fluttur fram á miðvøllin og kom væl frá tí. Legði upp til 1-0 málið og legði annars nógvar metrar eftir sær á miðvøllinum. 2 Filip Djordjevic (Út 75.min) Kundi verið dystar­ avgerandi, tá hann bleiv feldur í brots­teiginum, men fekk einki. Hetta tóktist hann ikki klára at sleppa og kom ongantíð inn í aftur dystin eftir tað. 3 Gunnar Vatnhamar Skoraði fyrsta málið og stríddist annars manniliga í álopinum. Var ikki bangin fyri at bjóða seg fram og taka lut í spælinum. 2 Finnur Justinussen Hevði onkrar møguleikar, men var ov óavgjørdur, tá hann fekk møgu­ leikan. Strídist, men undir miðal avrik. 3 Bárður J. Hansen (Inn 69.min) Kom inn á høgra bakkin og gjørdi mun. Kom til fleiri inn­legg og tykist vera komin fyri seg, eftir skaða. 3 Heðin Hansen (75.min) Skorar avgerandi málið í umdystinum, tá hann tryggjar Víkingi brotssparkskapping. 3 Andreas Lava Olsen (Inn 94.min) Fyllir nógv, tá hann kemur inn og órógvar ÍF verjuna. Uttan hann hevði Víkingur ikki komið aftur í aftur í umdystinum. 4 Sigfríður Clementsen Í ein tíma riggar at kalla alt hjá Víkingi. Uppleggið er avgjørt tað rætta, men spurningurin er hví Víkingur hevur mist evnið at avgera dystir? spælarameting ÍF kært dystin Norðlýsið skrivaði eftir dystin, at dómararnir ikki hava fylgt øllum reglum í samnband við brotssparkskappingina. Nú hevur ÍF staðfest, at teir hava kært dystin. 1 til 6 Myndir: sigmar mørkøre