hósdagur 23. apríl 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. apríl 2015
sosialurin 46
38
Ikki við: Jónas Tór Næs
(Økslin, nakrar vikur afturat)
Hanus Thorleifsson
(Fipur í legginum - 2-3 vikur)
Ikki við: Arnbjørn Hansen
(fibur, 3 vikur), Pál M. Joensen
(knæið, langtíðarskaddur),
Andrew av Fløtum
(mjødnin, 1 vika)
Við aftur:
René S. Joensen (leikbann)
og Poul Ingason (skaða)
Ikki við:
Atli Gregersen (mjødnin),
Hans Jørgen Djurhuus
(kjálkabeinið, 2 vikur),
Dánial Pauli Lervig
(leikbannaður)
Ikki við: Jens Joensen
(knæið, 2-3 vikur)
Pól Jóhannus Justinussen
(leikbannaður)
Ivasamur: Árni Fredriksberg
ivasamur:
Jens Michael Jensen (lyska)
Jóannes Hansen
B
estu fótbóltsliðini eru NSÍ,
B36, HB og Víkingur. Tað
sigur støðutalvan eftir sjey
umfør, og tað varð mint á
mikukvøldið, tá ið tað júst vóru hesi
fýra, sum spældu seg víðari í hálv
finaluna í kappingini um løgmans
steypið.
Mikukvøldið varð eisini staðfest,
at tað kann roknast við øllum, hóast
munurin á liðum, sum stríðast
innanhýsis, sambært støðutalvuni
er stórur.
NSÍ er topplið í landskappingini.
Mikukvøldið var toppliðið stórfavo
rittur á heimavølli ímóti AB, sum er
á áttanda plássi. Tað eru 13 stig mill
um NSÍ og AB. Leygarkvøldið vann
NSÍ 2-1 á heimavølli ímóti AB. Hóast
stigamunurin er stórur, so vísti dyst
urin leygarkvøldið, at innanhýsis
uppgerðirnar kunnu vera tættar.
Soleiðis var tað eisini mikukvøldið,
tá ið AB í nakrar minuttir hevði kós
í hálvfinaluna, men at enda tapti í
brotssparkskapping.
Meistararnir í B36 eru næst
fremstir, og mikukvøldið var einki at
rafla um í steypadystinum ímóti EB/
Streymi, sum so við og við er dottið
alt longri niður, og nú er upptikið
av setninginum, sum undan kapp
ingarbyrjan varð spáddur at verða
tann, sum liðið skuldi hava fokus á.
B36 vann 4-0, og spurningurin var
bara, hvussu trivaligur heimasigurin
í Gundadali fór at verða.
Víkingur og ÍF liggja borð um borð
í landskappingini, og tað var uppaftur
meiri dramatiskt og undirhaldandi,
enn tað frammanundan bar til at
ímynda sær, at tað kundi fara at verða.
Eftir at hava verið á vøllinum í tríggjar
tímar pakkaðu spælararnir saman.
Eftir 90 minuttir og 30 minuttir
longda leiktíð og brotssparkskapping
vísti støðutalvan 11-12!!
Víkingur greitt
yvirtak í fjør
Víkingur - NSÍ
Tað er lagt upp til sannan stórdyst
í grannauppgerðini í Sarpugerði
sunnudagin. Trífaldu steypavinn
ararnir í Víkingi á heimavølli ímóti
toppliðnum í landskappingini í
NSÍ. Felags fyri bæði liðini er, at tey
mikukvøldið í 120 minuttir umframt
í brotssparkskappingini noyddust at
brúka nógva orku – bæði likamliga og
sinniliga – áðrenn tað var greitt, at tey
høvdu vunnið seg víðari í steypa
kappingini.
Nú er fokus aftur á landskapp
ingini, har tað er heimaliðið, sum
hevur stóra trýstið á sær:
– Tað er einki, sum eitur. Um
vit einki fáa burturúr, so verður
munurin fram til NSÍ tíggju stig. Tað
kann gott vera, at tað framvegis vera
nógv stig eftir at spæla um, men tað
verður ógvuliga tungt at vinna so
stórt stigatal innaftur, so vit vita, hvat
tað snýr seg um, sigur Víkinga venj
arin Sigfríður Clementsen.
Tað er heilt merkisvert, at tað
higartil bara er eydnast Víkingi at
vinna tveir dystir – ímóti botnlið
unum FC Suðuroy og EB/Streymi –
og at Víkingur framvegis bíðar eftir
fyrsta sigrinum. Fimm ferðir eru
víkingarnir farnir av vøllinum eftir
javnleik:
– Mær hevði dámað nógv betri,
um vit høvdu tapt onkran dystin
og vunnið aðrar, tí tað flytur okkum
ongan veg, tá ið talan er um so nógvar
javnleikir, sigur Víkinga venjarin.
Í fjør var eingin ivi, tá ið granna
uppgerðirnar kring Gøtueið vóru á
dagsskrá. Víkingur vann tær allar,
og samantaldi málmunurin var
15-2!
Í Runavík er tað tann beri undan
vindur. Toppsessurin í landskapp
ingini er so mikið tryggur, at hann
verður varðveittur eftir áttanda
umfar, uttan mun til hvør úrtøkan
verður í Sarpugerði, og í steypakapp
ingini koppaði tað mikukvøldið NSÍ
til fyrimunar.
– Tað er stór kapping um plássini á
liðnum, og hjá mær ræður tað um at
finna fram til røttu samansetingina
ímóti ymisku mótstøðuliðunum,
sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen.
Sammett við leygarkvøldið, tá ið
NSÍ vann 2-1 á heimavølli ímóti AB,
var talan um fleiri broytingar miku
kvøldið, tá ið NSÍ eftir nógv og stórt
drama tryggjaði sær framhaldandi
luttøku í steypakappingini. Nýggir á
liðnum vóru Andreas Frederiksberg,
Jonleif Højgaard og Jann Martin
Mortensen. Veteranurin Jónhard
Frederiksberg var als ikki á
dómaraseðlinum.
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
Víkingur
NSÍ
EB/Streymur
Fótbóltur Hesaferð er skulu tey í toppinum
dystast innanhýsis, og botnuppgerðin verður á
Vágseiði. Harvið er møguleiki fyri, at kappingin
skal toygna, ella at hon verður krimpað saman
Upptakt til Effodeildina
ítróttur
Toppur
ímóti toppi
og botnur
ímóti botni