hósdagur 23. apríl 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. apríl 2015
sosialurin 46
39
Ivasamir:
Heðin á Lakjuni
og Henry Heinesen
Ikki við: Adeshina Lawal
(Leikbann, 1 dyst),
Bartal Eliasen
(Leikbann, ov nógv gul),
Fritleif í Lambanum
(Fótliðið, ógreitt hvussu leingi),
Jan Ellingsgaard (Burturstaddur)
Ikki við: Rógvi Poulsen (burturst.),
Teitur Jóannesarson (knæið),
Jobin Drangastein (økslin, 1 vika),
Gert Drangastein (brotið fótin, 4
vikur), Rói Danielsen (burturst.),
Kári Nielsen (knæið, óvist),
Hørður M. Mohr (burturstaddur)
Við aftur:
Beinir Ellefsen (leikbann)
Allir klárir
Ikki við: Salmundur Bech
(brot í fótinum, 1 vika)
Við aftur:
Jón Krosslá Poulsen (leikbann),
Jón Áki Jacobsen (meniskurin),
Vallerian Iobashvili
(burturstaddur)
HB álopið er burtur
HB - B36
Sunnudagin kl. 15.00
HB eigur heimavøll í ársins fyrstu
grannauppgerð millum stóru feløgini
í Gundadali. Støðutalvan sigur, at B36
er næstovast við fjúrtan stigum, og at
tað eru tvey stig aftur til grannarnar.
Eyðun Klakstein hevur ofta havt
ábyrgd av liðum, sum hava spælt í
Gundadali. Sunnudagin skal hann
fyri fyrstu ferð hava ábyrgdina av
øðrum liðnum í grannauppgerðini.
Hann hevur viðhvørt verið eygna
vitni til hesar uppgerðirnar, og hann
heldur seg vita, hvat tað snýr seg um:
– Tá ið B36 og HB hittast hevur
støðutalvan ikki so nógv at siga. Tað
verður sæð burtur frá øllum øðrum,
og tað er líka mikið hvør er ovari, og
hvør er niðari á støðutalvuni. Í hesum
dystunum ber ikki til at ímynda sær,
hvussu tað fer at enda. Hetta er nakað
heilt serligt.
Hvat sigur tú um móstøðuliðið
hjá B36?
– At HB er mannað við klassa
spælarum. Tað kann gott vera, at teir
ikki hava havt allar marginalirnar á
sínari síðu í fyrstu umførunum, men
tá ið tað ræður um, so megna teir at
lyfta eg og vísa teir, hvør dugur er í
teimum, og teir megna altíð at lyfta
seg í stórdystunum.
Og hvat sigur tú um títt lið?
– Hóast tað var vónbrot fyri
okkum at tapa í Fuglafirði síðsta
sunnudag, so kunnu vit ikki siga
annað, enn at avrikið higartil er
góðtikið. Vit hava skorað nógv mál,
og tað gongur væl at verja. Nú eru
vit sera spentir, og tað verður neyvan
neyðugt hjá mær at seta spælararnar
upp til hesa avbjóðingina, sigur B36
venjarin.
Heðin Askham, HB venjarin, var
ógvuliga fegin um, at tað í evstu løtu
síðsta leygardag eydnaðist hansara
monnum at skora 2-1 sigursmálið á
útivølli ímóti FC Suðuroy:
– Um tað var beinanvegin í 2.
hálvleiki ella í síðstu løtu var ikki
avgerandi. Vit vistu, at møguleikin fór
at koma, og tað var sera týdningar
mikið, at vit tóku av og vunnu øll
stigini.
Eisini týskvøldið tók tað sína tíð,
áðrenn tað var greitt, at HB við 4-1
sigri á Giza/Hoyvík hevði tryggjað
sær rætt til víðari luttøku í steypa
kappingini.
Stóri trupulleikin í HB er, at allir
teir, sum vóru ætlaðir til framrættaðu
plássini eru skaddir. Arnbjørn
Hansen fór skaddur av vøllinum
týskvøldið, og frammanundan vóru
bæði Poul Ingason og Andrew av
Fløtum skaddir.
– Hetta kemur sera illa við
hjá okkum, tí nú verður neyðugt
hjá Heðini Askham at manna
álopið av nýggjum. Týskvøldið
var tað unglingaspælarin Adrian
Justinussen, sum var fremstur síðsta
hálva tíman, staðfestir Andrew av
Fløtum, sum ikki veit, nær hann
sjálvur verður tøkur aftur. Tað er
vøddaskaði í tjúkkanum, sum argar.
– B36 liðið er sera væl fyri. Teir
hava fínar spælarar á nógvum pláss
um, og tað sær út til, at teir finna væl
hvønn annan. Hjá okkum verður tað
sera torført, men tað er einki sum
eitur. Í fjør spældu vit tvær ferðir
javnt, og so vunnu vit 2-1 í síðsta um
fari. Vit skulu helst vinna hesaferð,
sigur Andrew av Fløtum.
Svarti Per skal plaserast
FC Suðuroy - EB/Streymur
Sunnudagin klokkan 14.30
Á Vágseiði verður lyklauppgerð í
botninum. FC Suðuroy hevur trý
stig, og EB/Streymur hevur trý stig.
Hjá gestunum ræður um ikki at tapa,
og hjá vertunum hevur tað alstóran
týdning at vinna.
– Vit huga ikki meiri um vónbrotið
í Gundadali mikukvøldið. Nú snýr tað
seg um hesa sera týdningarmiklu
avbjóðingina, sum vit eru fult og
heilt fokuseraðir á, sigur Niels Pauli
Danielsen, liðformaður í EB/Streymi.
Eftir óvæntyaða 1-1 javnleikin í
Gundadali í fyrsta umfari ímóti B36
hevur tað gingið illa á útivølli hjá
EB/Streymi, sum bæði sunnudagin í
Klaksvík og mikukvøldið í Gundadali
ímóti B36 tapti 4-0.
Í Vági ásanna teir, at tað er í so
vornum uppgerðum sum hesari, at
stigini skulu vinnast á heimavølli,
um møguleiki skal vera at varðveita
plássið í deildini:
– Vit vóru sera vónbrotnir, tá ið HB
skoraði sigursmálið í síðstu løtu. Talan
er tó um støðuga menning, og vit
rokna framvegis við møguleikanum,
sigur Jón Krosslá Poulsen hjá FC
Suðuroy.
Argjamenn
trúgva upp á tað
KÍ - AB
Sunnudagin kl. 15.00
Eftir laka úrtøku í fleiri umførum var
tað kærkomið hjá klaksvíkingum, at
tað sunnudagin við trivaligum 4-0
heimasigri á EB/Streymi eydnaðist
at venda málmuninum, so hann nú
er positivur.
– Hóast úrslitini hjá teimum ikki
hava verið so góð, so hava hugburð
urin og spælið verið á góðari leið. Tí
rokna vit við torførari avbjóðing, men
vit hava eisini mót um, at tað skal
eydnast okkum at vinna. Tað er sera
týdningarmikið, at vit nú megna at
vinna fleiri ferðir á rað, sigur KÍ mið
vallarin Atli Danielsen.
AB málverjin Heðin Stenberg
hevur gott mót undan ferðini til
Klaksvíkar:
– Mikukvøldið megnaðu vit í
vanligari leiktíð og í longdari leiktíð
javnleik á útivølli ímóti toppliðnum.
Hvørki í hesum dystinum ella leygar
dagin, tá ið vit taptu 2-1 í Runavík,
høvdu vit marginalirnar við okkum.
Nú vóna vit, at fyrsti sigurin í lands
kappingini ikki er so langt burtur,
og vit ætla okkum at vinna hann í
Klaksvík, sigur AB málverjin, sum
mikukvøldið var annar av AB mál
skjúttunum í Runavík.
Stóri trupullleikin hjá AB hevur
higartil verið at skjóta mál. Støðu
talvan sigur, at AB í sjey teimum
fyrstu umførunum bara hevur skor
að seks mál. Tað er færri enn øll hini
liðini.
Báðir partar
vóru vónbrotnir
TB - ÍF
Sunnudagin klokkan 15.00
Mikukvøldið misti ÍF rættin at halda
fram í steypakappingini á stokkinum.
Talan var um stórt vónbrot.
Sunnudagin stríddist TB væl, og
tað var hugaligt, at spælið gekk væl,
og at tað bar 2-1 leiðslu við sær ímóti
Víkingi. Stóra vónbrotið var, at tað í
evstu løtu eydnaðist Víkingi at javna,
og at úrtøkan hjá TB harvið enn eina
ferð var eitt stig.
– Vit eru nøgdir við hugburðin
og spælið, men sera vónbrotnir yvir
úrslitið. Nú ræður um at vinna fulla
úrtøku ímóti ÍF, sigur TB vongverjin
Teitur Justinussen, sum ímóti Víkingi
skoraði bæði málini.
Hóast vónbrotið í steypakapp
ingini so kunnu fuglfirðingar fegnast
um, at tað seinastu vikurnar hevur
gingið væl í landskappingini. Tað
sæst aftur í tveimum heimasigrum
á rað. Í báðum førum hevur úrslitið
verið 3-1 – ímóti KÍ og B36.
So er spurningurin, um tað sunnu
dagin fer at eydnast at vinna fyri
fyrstu ferð í ár á útivølli.
KÍ
ÍF
AB
TB
FC Suðuroy
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
NSÍ
7
6
0
1
21
9
+12
18
2
B36
7
4
2
1
15
8
+7
14
3
HB
7
3
3
1
11
8
+3
12
4
Víkingur
7
2
5
0
16
11
+5
11
5
ÍF
7
2
4
1
13
11
+2
10
6
KÍ
7
2
2
3
12
10
+2
8
7
TB
7
1
4
2
9
11
-2
7
8
AB
7
0
5
2
6
9
-3
5
9
EB/Streymur
7
0
3
4
7
18
-11
3
10 FC Suðuroy
7
1
0
6
7
22
-15
3
Myndir: Álvur Haraldsen