hósdagur 23. apríl 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. apríl 2015
sosialurin 46
40
A
lt er betri í Danmark. Alt
er bíligari í Danmark.
Alt er betur skipað í
Danmark. Danskarar
eru nógv klókari og gløggari enn
føroyingar.
Men tað er eingin umbering hjá
føroyingum fyri ikki at flyta heim
aftur til Føroya.
Sum Føroyar eru nú, eru tær
tó ikki lokkandi ella tølandi hjá
nógvum. Tí skulu nakrar tíggjutals
milliónir brúkast at gera Føroyar
góðar hjá teimum, sum ikki búgva
her. Børnini hjá teimum, sum velja
Føroyar fram um Danmark,
skulu í øllum førum ikki svølta
og vera fátæk sum børn hjá
teimum, sum noyðast at vera
í Føroyum ella vilja vera her,
hóast alt.
Makrelur bjargar ong
um samfelag, heldur ikki
laksur. Men fær Fróð
skaparsetrið hundrað
milliónir ella meira, so fer at standa
væl til í Føroyum í allar ævir. Men tað
fata politikararnir ikki.
Miðbýurin í Havn er steindeyður.
Men ikki leingi afturat. Tí nú verð
ur ein trappa, ein uppihalds
trappa, bygd. Har kunnu
tey ungu, blómandi fram
tíð Føroya eftir at tey
hava verið í Dan
mark og vent,
sita og drekka
øl og roykja sær eina feita ella báðar
tvær. Og miðbýurin fer at liva.
Tað kostar sjálvandi. Men einsa
mallar mammur, fólkapensjónistar
og Landssjúkrahúsið undantikin er
ivaleyst av pengum í Føroyum.
Ein uppihaldstrappa fer at skapa
slíkan trivnað, at tað verður ikki
meira enn so, at brúk verður fyri
heilsuverkinum.
Í staðin fyri at geva grýlunum
danskt tilboðsgóðgæti í føstubyrjan
eiga børnini, sum fasta alt árið, at fáa
góðan mat, eina greipu av ræstum
fiski til dømis ella nøkur knetti heim
við sær.
Uppihaldstrappan verður hent
hjá teimum nógvu, sum fara at fáa
uppihaldsloyvi í Føroyum, tí sjálvandi
er eisini pláss fyri øðrum í Føroyum
enn heimvendum og afturvendum
og burturvilstum landsfólkum. Vit
hava ráð. Avlop í landskassanum og
vinnan rinda.
Latið okkum seta okkum sum mál
at fáa 5.000 fólk til Føroya at vera um
árið, so nógvar føroyingar í Danmark
sum gjørligt og so fylla kvotuna upp
við flóttafólkum og IS hermonnum.
Stívliga 20.000 føroyingar búgva
í Danmark, so fimm-seks ár og øll
eru heima aftur á beru klettunum.
Her er bæði dýrari og í allar mátar
verri enn í Danmark, men vit hava
brúk fyri føroyingum í Føroyum. Til
hvat? Nei, tað hevur eingin sagt enn.
Men tað er, sum skilst, okkurt við at
gjalda fólkapensjónina hjá okkum
gomlu, sum annars longu eru tvingað
at rinda 15 prosent til okkara eftirløn,
so ikki verður neyðugt at geva okkum
fólkapensjón, tá tann dagurin kemur.
Uppihaldstrappan í Vágsbotni
verður so stór og breið, at har fáa
nógv sitið í senn. Hon verður ikki
minni enn trappan í filminum Krígs
skipið Potemkin.
Og hon kann brúkast til mótmæli.
Føroyingar mótmæla øllum og fáast
til at skriva undir alt, sum liggur á
handilsdiskinum.
Tað minnir um svensku barna
bókina á sinni um kammerat Jesus,
javnlíkan Jesus. Nógv mótmæltu, tí
bókin skuldi vera ógudilig. Tað søgdu
onnur, tey fáu, sum lósu bókina,
nøkur, áðrenn tey mótmæltu, nøkur
mótmæltu fyrst og lósu so bókina
aftaná. Tey flestu mótmæltu bara
og lósu ikki bókina. Hon var skaðilig
fyri børn, søgdu hini, sum heldur ikki
lósu hana.
Eg las bókina, eiga hana enn, haldi
eg, men eg mótmælti ikki. Bókin er
vánalig, men óskaðilig.
Føroyingar mótmæltu NemID
uttan at vita, hvat NemID veruliga
er. Tað var heldur ikki neyðugt at
vita tað, tí onkur segði, at NemID vil
okkum føroyingum ilt, einki annað.
Danin er Fanin. Hann skal ikki vita,
nær vit eru fødd, at vit eru fødd í gjár.
Men hóast Danmark er best, eru
pláss eftir á uppihaldstrappuni.
Flýggja til trappuna
Annika Steintórsdóttir Biskopstø
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir
Yrki: Lesandi
Bústaður: Klaksvík
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Journalist. Eg havi enntá stavað tað rætt í eini 'mine-venner'
bók frá 1995, tá eg var 8 ára gomul.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– At tá vit kvinnur seta ein spurning, hava vit sum oftast funnið
svarið áðrenn. Um okkurt liggur okkum á hjarta, hava vit brúk
fyri at tosa – ikki endiliga fyri at koma til eina niðurstøðu. Og
fyri veruliga at skilja okkum, snýr tað seg ikki bara um at leggja
oyrað til, men eisini um at avlesa okkara kropsmál.
Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin?
– At barnaárini er tað mest grundleggjandi og nakað vit
øll taka við okkum, minnast aftur á, brúka og læra av í
vaksnamannalívinum. Og so eisini, at vaksin væl dáma Nutella
og sjokomusli, men tey lata bara sum um, at tey ikki dáma tað.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– Eg flutti til Føroyar aftur eftir 6 ár í útlegd.
Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg…
... tikið eitt ár úr kalendarnum, keypt mær ein seglbát og ferðast
við sjeikinum og komandi barninum yvir um høv og heimspartar.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Um folk skiltu hvønannan betri og annars virdu, viðurkendu
og elskaðu, hóast ymiskleika. Og so burdi øll sjálvandi keypt
góðu uppfinningina, hitavekslaran, hjá Hera Schwartz, sum
eitt stig á leiðini, fyri at gera heimin til eitt grønari stað.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Tann 20. mars, tá eg, saman við mínum nærmastu, upplivdi
stórslignu sólarmykingina í túninum hjá mammu og babba,
við góðum heimagjørdum sveisarabrillum og vit vóru enntá so
heppin at síggja corona'ina, ímeðan mánin myrkalegði løtuna.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
... nakað eitur fyrsti og annar veðrættur. Vit eru júst í holt
við at keypa hús, og man skal seta seg inn í nógv, sum eg
ongantíð áður havi hugsað um.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg:
... ofta eti okkurt, sum kroppurin als ikki hevur tørv á. Og so
eigi eg ov nógv klæði, sum eg skjótt má fara at rudda út.
Enda setningin: Føroyingar burdu…
... sæð fleiri møguleikar, bæði í sær sjálvum og eisini hvat vit
kunnu lyfta sum samfelag og land, um vit standa saman.
baksíðan