hósdagur 23. apríl 2015síða 45
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
Spælistað
við synergi
effekt
Reinsaríið skal vera fyri bæði stjørnur og spennandi spírar, og
fremsta uppgávan hjá samskiparanum er at tryggja dygd og at
geva fólki mót at gera tað, sum tey droyma um. Tað sigur Bogi
Andreasen, samskipari í Reinsarínum, sum læt upp fyri hálvum
árum síðan og fyrr í ár fekk FMA virðislønina Ársins átak
Dorit Hansen
Reinsaríið
að eru so ræðuliga fá ting, sum ikki
bera til.
Bogi Andreasen ger kaffi í lítla
køksskapinum
í
inngongdini
til
Reinsaríið. Ein ljóðmaður gongur
og putlast við leidningar í smølu
millumgongini og innan úr konserthølunum runga
trummurytmur. Konsertfyrireikingar eru í gongd, og
Bogi Andreasen, samskipari á Reinsarínum, greiðir frá,
meðan hann fyllir kaffi í kannuna.
– Reinsaríið er serliga ætlað sum spælistað. Men vit
umsita eisini Perluna, sum er ætlað sum eitt býarrúm
til alt møguligt, og vit arbeiða eisini við at inndraga
bæði túnið frammanfyri og økini aftanfyri, soleiðis at
vit hava eina breiða viftu av plássmøguleikum.
– Mín fremsta uppgáva er at síggja møguleikar og
at hjálpa fólki – serliga tónleikarum – at gera tað, sum
tey hava hug til. Vit hava húsini, útgerðina, og tá ið fólk
koma við onkrum trilvandi hugskoti, kunnu vit siga: Ja,
kom! Lat okkum gera ætlanina til veruleika.
Umframt at umsita hølini og útgerðina, sum er knýtt
at Reinsarínum, hevur samskiparin eisini ráðgivið bólk
um og einstaklingum um, hvussu tey kunnu søkja um
pengar til ymisk tiltøk.
– Tað er partur av okkara leikluti. Vit sita inni við
vitanini, so tað er upplagt at vit eisini hjálpa og stuðla,
so at góð hugskot enda sum ítøkiligar verkætlanir.
Bygningurin Reinsaríið er meira enn 180 ára gamal,
og aldurin merkist sum fjálgur hugni við opnum sperr
um og berandi bjálkum. Men húsið er eisini nýinnrættað
við ruddiligum opinleika og rundum, reyðum veggum,
sum føra okkum frá konserthølunum á niðastu hædd,
framvið svalanum á miðhæddini og upp á opna skriv
stovuloftið við úsýni niður á pallin gjøgnum glasrípu í
gólvinum.
– Hetta er skrivstovan, men hetta er eisini backstage
høli, har tónleikarar kunnu slappa av, samstundis sum
teir kunnu fylgja við, hvat hendir á pallinum á niðastu
hædd.
Loftið er eitt sokallað grátt øki, sigur Bogi. Hetta er
partur av spælistaðnum, men kann eisini brúkast til
annað. Fyri stuttum sótu til dømis einir seks sjónleik
arar her og brainstormaðu fyrstu fasu í einari sjónleika
verkætlan.
– Eg segði í fyrsta umfari nei, tí vit høvdu eingi
borð, men so skundaði eg mær at ringja aftur til tey,
tí sjálvandi kundu vit skaffa borð. Og tað var ótrúliga
stuttligt og inspirerandi at hava tey her mitt í mínari
skrivstovu, tí eg slapp at uppliva eitt umhvørvi og eitt
arbeiðslag, sum eg einki kendi til frammanundan.
Tá politikarin gjørdist samskipari
Bogi Andreasen varð settur í starv sum samskipari
fyri Reinsaríið og Perluna í september í 2014. Stórur
áhugi var fyri starvinum, 27 fólk søktu, og tá ið býráðs
politikarin fekk starvið, var onkur sum mótmælti. Sagt
varð, at Bogi hevði ikki nóg góða útbúgving, og lagt varð
upp til, at hann kanska hevði fingið starvið, tí hann var
so tætt at politisku skipanini.
T
...Framhald á næstu síðu