Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 24. apríl 2015 6 – Tað var sjálvandi rotið at fáa slíkar viðmerkingar, tí hetta var eitt dreymastarv, og eg hevði søkt tað í javn­ari kapp­ing við onnur, sigur sam­ skip­arin, tá ið vit seta okkum í sofur­nar uppi á ovastu hædd. – Men eg haldi, at kritikk­ urin legði seg skjótt. Setanar­ mannagongdin var jú óheft, og um arbeiðsroyndir telja við, so havi eg í grundini rættiliga góðar førleikar til starv­ið. Bogi er upprunaliga út­búgv­ in námsfrøðingur. Hann byrj­ aði starvsleiðina sum leiðari á heim­um fyri børn við autismu. Tá hann og konan fingu barn við breki, søkti hann starv í Margarin­fabrikkini, har hann gjørdist leiðari. – Tað var fantastiskt at vera á Margarinfabrikkini, tí eg fekk samband við eitt kreativt, spennandi umhvørvi, sum eg ikki visti so nógv um framm­an­undan. Tað var eis­ini nógv kjak um spælistað í Havn tá. Á Kjak.org var nógv sam­ skifti um, hvørji støð høvdu verið góð, og fleiri nevndu Reinsa­ríið. Og so fór eg til kommun­una og spurdi, um vit kundu royna at hava eina kon­ sert í bygn­ing­inum. Guðrið Hansdóttir, sum eisini arbeiddi í Margarin­ fabrikk­ini tá, hevði fyrstu kon­ sertina. – Bygningurin var ráur og kaldur, og vit høvdu upp­ hitarar í hølunum fleiri dagar framm­an­undan. Partar av hús­ inum vóru eisini so illa farnir, at mann kundi ikki standa alla­ staðni, tí tað dryssaði úr loft­ inum. – Men fólk elskaðu tað, og eg bjóðaði kommununi, at vit í Margarinfabrikkini kundu samskipa tiltøk í hús­unum. Útgerð bleiv keypt við yvir­ skoti frá Asfalt, og so høvdu vit skítfult av ókeypis kon­sert­ um. Tað var rátt, kalt og totalt under­ground. Tá ið Bogi søkti og fekk starvið sum samskipari í um­ vælda Reinsarínum kendist tað tí sum at koma heim aftur. Í millum størvini á Margarinfabrikkini og Reinsa­ rínum hevur hann arbeitt í marknaðardeildini hjá BankNordik og verið býlingsstjóri í SMS. Hann hevur eisini skipað fyri fleiri stórum konsertum, mill­um ann­ að við Five Star Entertainment, og hann er nevndar­for­ maður í G-festivalinum. Pulserandi kykna í miðbýnum Miðbýarøkið skal vera eitt stórt, lívligt mentanarøki. Tað er visjónin hjá Boga, og hann leggur dent á, at alt, sum hann ger í Reinsarínum, eisini er hugsað sum til­ tøk, sum kunnu hava smittandi virknað á umhvørvið. – Her eru nógv spennandi rúm. Reinsaríið stendur ikki einsamalt. Her eru eisini Býarbókasavnið, Post­hús­ kjallarin, Tjóðpallurin, Miðlahúsið, Hvonn og Sirkus. Vit kunnu øll inspirera hvønn annan. – Eg vil hava, at Reinsaríið er eitt vælvirkandi og stabilt stað, tí so kunnu vit vera ein konstruktivur partur av hesi synergieffektini. Vit skulu vera sum ein liv­andi kykna, sum alla tíðina sendir impulsir út í býin. Bogi leggur dent á, at hóast Reinsaríið fyrst og fremst er eitt rytmiskt spælistað, so vil hann eisini hava synergieffektirnar inn um húsaveggirnar. Tað skal vera pláss fyri ymiskleika, og tiltøk, sum fevna um ymisk listasløg, eru vælkomin í húsið. – Arnold Ludvig og Anna Iachino skipa fyri Open Mic kvøldi mitt í viku, sum er opið fyri bæði tónleikarar, rit­høvundar og onnur. Vit samstarva við Sprotan um eitt tónleika-bókmenta tiltak eina ferð um mánaðin, og í mai verður stórur matfestivalur, har fyrilestrar, stórar grillir og kendir persónar verða blandað við bæði livandi fiskar og livandi tónleik. Og so hava vit eisini ætlanir um at lata bæði Perluna og kjallaran í ís­ húsinum í bakgarðinum nógv meira upp fyri mynd­lista­ fólki. Endamálið er bæði, at fólk, sum koma her, skulu fáa eina feita heildaruppliving, men eisini at ymisku lista­økini kunnu inspirera hvørt annað. – Fyri hálvum ári síðan visti eg ikki, hvat ein mat­ festivalur var. Men so kom Birgir Enni og spurdi, um vit ikki kundu skipa fyri onkrum saman, og nú eru vit í ferð við at stápla ein stóran musikalskan matfestival upp á beinini. Tað hevði verið stuttligt at gjørt okkurt líkn­andi fyri myndlistina. – Vit skulu – og vilja – stuðla nýggjum átøkum, og skráin hjá okkum speglar bæði dygd og breidd, bæði stjørnur og nýggj nøvn. Hetta skal ikki vera eitt stað fyri ein lítlan útvaldan skara. Øll skulu kenna seg væl og fara inspirerað av stað aftur. Útlendska dygd til íblásturs Breiddin skal tó ikki troka dygdina burtur. Tey meira eksperi­menterandi tiltøkini eru mitt í viku, tí um viku­ skiftið skal dygdin altíð vera í hásæti, sigur sam­skiparin. – Tað merkir ikki, at vit ikki eisini hava dygd mitt í viku, men fólk skulu vita, at fara tey í býin leygarkvøld, so fáa tey kvalitet í Reinsarínum. Higartil hava tað næstan bara verið føroyskir tón­leik­ arar, sum hava spælt í Reinsa­ rínum, men Bogi ætlar, at fleiri út­lendsk nøvn skulu leggjast afturat. – Eg vil fegin hava út­ lendskar tónleikarar inn her, tí teir kunnu geva føroyskum tón­leikarum íblástur og vera við til at menna føroyska tón­ leika­lívið. Hvussu tá? – Hetta má ikki vera ein dunnu­hylur. Vit menna okkum altíð í opinleika við onnur, og tí hava útlendskar vitjanir týdn­ ing. Tær flyta okkum. Íslendski Svavar Knútur hevði konsert saman við Guðrið Hansdóttir í februar. Í mai mánaði verður eitt tiltak við ameri­kanska Joe Lynn Turner, í september verður eitt contry tiltak við altjóða íkasti, og Bogi vónar, at fleiri út­lendsk nøvn koma á plakat­ ina komandi árið. – Føroyski tónleikapallurin er mentur ótrúliga nógv tey seinastu árini. Tónleikararnir er seriøsir og professio­nellir, og tað er hvønn dag ein gleði at fara til ar­beiðis saman við so dugna­ligum fólkum. Men einki stend­ur í stað. Antin gong­ur tað aftur ella gongur tað fram. Og tí mugu vit – og tí eigi eg – altíð at hugsa í menn­ ing. Ting kunnu altíð gerast betri. Kreativitetur krevur skipaðar umstøður Tá ið alt ber til, og tú altíð sært nýggjar møguleikar, liggur av­ bjóð­ingin í avmarkingini. Í at skapa ordan í kaos. – Eg eri rættiliga kaotiskur og havi mangan hundr­að bóltar í luftini til í síðstu løtu, tí eg vil hava alt at vera so gott sum møguligt. Men eg eri eis­ini eitt kontrol­menn­iskja. Hevði tú spurt tey, sum eg arbeiði saman við, so høvdu tey uttan iva sagt, at eg dupult­kjekki alt. Eg orki ikki fyri feilum. Tað, sum eg havi ábyrgdina fyri, skal rigga. Skulu listafólkini hava rúm at vera kreativ, so mugu karmarnir vera í ordan. Og tað er mín uppgáva. – Eg eri eisini rættiliga opin og eri ikki bangin fyri konfliktum. Eri eg óður, so eri eg óður. Fólk kenna meg, og vita hvussu eg eri, og sjálvt um eg eri krevjandi, so dugi eg eisini væl við fólki. Eg tími væl at lurta, eg haldi tað er spennandi, hvat onnur hugsa, ætla og vita. Bogi reisir seg úr sofuni og fer eftir einum mans­ høgum kalendara, sum stendur yviri við skrivaraborðið í einum horni á stóra, ljósa loftinum. Niðriundir arbeiða tónleikarar framvegis við at gera klárt til konsert. Tað er Blues í Perluni, og meðan Bogi vísur fulla kalendaran fram, hoyrist røddin á Una Debes syngja “well, well, well, well.” – Einki kemur av sær sjálvum, og eitt hús sum hetta rekur ikki seg sjálvt. Eg fái heldur ikki rikið tað einsa­ mallur. Eg havi mín lítla leiklut, men tað eru tón­leik­ar­ ar­nir, listafólkini, sum eru góð við húsið og brúka tað og menna tað, sum eiga størstu æruna. – Eg eri rættiliga kaotiskur og havi mangan hundrað bóltar í luftini til í síðstu løtu, tí eg vil hava alt at vera so gott sum møguligt. Men eg eri eisini eitt kontrolmenniskja, eg orki ikki fyri feilum, sigur Bogi Andreasen, sum helst vil sleppa undan sjálvur at standa á pallinum. Her er tað Marius Ziska, sum stendur á pallinum og ger klárt til musikalskt bókmentatiltak. Mynd: Finnur Justinussen