hósdagur 23. apríl 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
8
mentanarsíðan
Barna
Beinta Johannessen
Bergur Dalsgaard
Tað eru skjótt sjey ár síðan fyrsta
krabbabókin kom út, og ikki kann
sigast annað enn, at bøkurnar hava
verið ein success. Men hví geva slíkar
bøkur út?
Turið Kjølbro, sum starvast sum
ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærara
felags, er samskipari í krabba
bólkinum. Umframt hana eru Marjun
Ziskason, ritstjóri í Námi, og Lydia
Didriksen, lærari, skúlabókavørður og
ritstjóri:
– Stórur tørvur var á lesibókum
til innskúlingina, men eisini á lættari
tilfari til eldri næmingar. Tað serliga
við krabbabókunum er, at tær eru allar
lesifrøðiliga viðgjørdar við tí fyri eyga
at stimbra lesingina hjá børnum, bæði
teimum, sum eru í ferð við at læra at
lesa og teimum, sum hava ilt við at
lesa, sigur Turið Kjølbro.
Sjey torleikastig
Higartil eru 195 bøkur komnar, býttar
á sjey torleikastig, sum eru frámerkt
við hvør sínum liti. Guli krabbin er
vegleiðandi til 1. flokk og grái krabbin,
vegleiðandi til 8. flokk og eldri
næmingar.
– Tey sjey torleikastigini vísa ikki
beinleiðis til aldur ella flokstrin, men
heldur til støðið, barnið er á. Sostatt
kann ein bláur krabbi hóska eins væl
til eitt níggju ára gamalt barn sum til
eitt 11 ára gamalt. Tað er lesiførleikin
og ikki aldurin á tí einstaka barninum,
sum er avgerandi í hesum føri, sigur
Turið.
Fjølbroytt innihald
Krabbabólkurin leggur stóran dent á,
at bøkurnar innihaldsliga fevna um so
nógv ymisk evni sum gjørligt, so tær
kunnu vera við til at kveikja áhugan
hjá so nógvum børnum sum gjørligt at
lesa.
– Eg haldi, at tað, sum hevur gjørt
bøkurnar so væl umtóktar er, at
lesarin veit, at tá ið hann tekur eina
krabbabók upp í hondina, so er søgan
góð. Tann góða søgan er tað týdningar
mesta. So eru bøkurnar eisini lættar at
lesa samstundis sum tær eru spenn
andi, og nógv áhugaverd evni eru at
velja í, sigur Turið.
– Her eru bæði spennandi søgur,
stuttligar søgur, bókarøðir, faktabøkur
og nógv annað gott. Best umtókta
røðin man vera Kalt blóð, sum er eitt
slag av spennandi óhugna-krimi
bókum, men aðrar, t.d. faktabøkur
um Titanic, Anna Frank, og Njósning
eru eisini ógvuliga væl umtóktar. Vit
fáa mangan áheitan um at geva fleiri
bøkur út av hesum ella hasum.
Krabbabøkur
– ein sólskinssøga
Vit hoyra oftast um negativar av
leiðingar, men við krabbabókunum er
heldur øðrvísi.
Positiva gongdin hjá bókunum
hevur havt við sær, at vit hava fingið
nógvar góðar lesarar, og hetta merkja
tey eisini á Bókadeildini.
– Krabbabøkurnar eru ein success,
so nú er bara eftir hjá okkum at lofta
øllum teimum góðu lesarunum, sum
bøkurnar hava fostrað, sigur Niels
Jákup Thomsen, stjóri.
Stóra hittið hjá Pharrell Williams, „Happy“, verður nú til eina myndabók, har børn
kring heimin vilja fagna, hvat tað vil siga at vera glaður. 41 ára gamli tónleikarin
hevur gjørt ein sáttmála við Putnam Books um at gera fýra myndabøkur. Fyrsta
bókin kemur eftir ætlan út 22. september í 250.000 eintøkum. Pharrell hevur
vunnið 10 Grammy heiðurslønir, og tvær av teimum eru fyri „Happy“.
Disney-teknifilmurin “Frozen”
hevur higartil havt fleiri
enn 1,3 milliardir dollarar í
inntøku, og hann er tískil tann
best umtókti teknifilmurin
í søguni. Tí er ikki løgið, at
Disney-fyritøkan hevur
kunngjørt, at tað kemur ein
„Frozen”- filmur afturat. Enn
er ikki greitt, nær filmurin
kemur, men allir teir gomlu
kenningarnir eru við aftur, so
sum Anna, Elsa, Kristoff og
kavamaðurin Olaf. Og óivað
kemur eisini ein landaplága,
júst sum „Let It Go“ í fyrsta
filminum.
Svenski fótbóltsleikarin Zlatan Ibrahimovic legði herfyri eina mynda á sín
Instagram-profil av eini nýggjari tatovering. „Abdullah“ stóð skrivað við stórum
bókstavum á kroppi hansara. Hetta er bert eitt navn av 84, ið hann hevur fingið
tatoverað á kroppin. Orsøkin er, at hann vil gera vart við øll tey mongu børn, ið
liva í fátækradømi. Sum hann sigur, so líða 805 milliónir fólk í heiminum hungur.
Alt ov mong teirra eru børn, og um hann kundi, so vildi hann skrivað øll nøvn
teirra á kroppin.
Sjónleikarin Jaden
Smith vil ikki eiga
meira enn eitt par
av skóm. Kendi pápi
hansara, Will Smith,
greiðir frá, at Jaden
noktar at vera trælur
av pengum og tingum.
Men hóast pápin virðir
avgerðina hjá soninum,
kundi hann hugsað
sær, at sonurin keypti
eitt par av eyka skóm.
Jaden Smith gjørdist
kendur í 2010 við film
inum „The Karate Kid“.
Tað kitlar og krabbar
Úr STROK
Børnini elska tær, og flestu foreldur at skúlabørnum kenna
tær. Talan er sjálvandi um lættlisnu krabbabøkurnar
Hevur tú kalt blóð og nervar av stáli? So les bøkurnar í krabbarøðini Kalt blóð.
Faktakrabbarnir eru eisini sera væl umtóktir
Tær tríggjar, sum manna krabbabólkin
eru frá vinstru Marjun Ziskason,
Turið Kjølbro og Lydia Didriksen