hósdagur 23. apríl 2015síða 49
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
9
Her ert tú
ongantíð ósædd
28 ára gamla Floortje Zonneveld úr Amsterdam hevur seinastu
mánaðirnar búð og arbeitt sum listafólk í gamla skúlanum í
Tjørnuvík. Burtur úr tí eru komin ein videoinstallatión, nýggj
vinabond og nakrar eygleiðingar, sum bara gestir kunnu gera
Dorit Hansen
áturin rungar í gomlu skúlastovuni
í ljósagrøna skúlanum. Mitt á gólv
inum stendur ein løgin installatión,
ein koksgráur karmur við tveim
um liggjandi sprossavindeygum, og
rundanum standa einar tíggju konur
við vátum hári.
Vit eru í Tjørnuvík, har hollendska listakvinnan
Floortje Zonneveld seinastu tveir mánaðirnar hevur
búð og arbeitt. Kassin á gólvinum er ein video
installatión, og kvinnurnar í skúlastovuni eru vest
mannakonur, sum eru komnar til fernisering av
listaverkinum, sum snýr seg um tær og sjógvin í
Vestmanna.
“Havið og eg” er heitið á lista
verkinum,
sum
eisini
verður
sýnt á Várframsýningini í Lista
skálanum í løtuni. Ferniseringin
í Tjørnuvík er eitt sindur serlig.
Tað er langafríggjadagsmorgun, og
filmssýningin verður kryddað við
einum túri í hvítu aldurnar, sum
bróta inn á vakra sandin í hesi fjarskotnu bygdini.
– It is SO COLD, sigur Anna Maria í stutta filminum,
sum ikki verður vístur á vanligum lørifti, men innan
fyri tvey sprossavindeygu.
Vestmannakonurnar flenna at orðunum, mynd
unum.
– Í dag var ikki so kalt, siga
tær við Floortje, sum hevði lovað
teimum, at tá ið tær komu til
Tjørnuvík til listafilmsfernisering,
skuldi hon fyri fyrstu ferð leggja
seg í aldurnar saman við teimum.
Nakrir tjørnuvíkingar koma út
í tún at kanna, hvat gongur fyri
seg við øllum hesum berføttu konunum, sum renna
millum húsini og oman á sandin. Ein grannakona
kemur eisini inn í skúlan við breyði og skerpikjøti til
ferniseringsgestirnar.
L
...Framhald á næstu síðu
“Eg haldi, at eg eri nústani við at fata, hvat tað var, sum dró meg til at
gera júst hesa verkætlanana. Tað er okkurt serføroyskt, okkurt við at
skapa sær rúm og vera sín egin mitt í einum lítlum samfelagi, har tú altíð
ert sæddur,” sigur Floortje Zonneveld, sum seinastu tveir mánaðirnar
hevur búð og arbeitt í gamla skúlanum í Tjørnuvík. Úrslitið av arbeiðnum,
ein filmsinstallatión við svimjikonum í Vestmanna, verður sýnt fram á
Várframsýningini í Listaskálanum, sum er opin til 3. mai.
Mynd: Finnur Justinussen