hósdagur 23. apríl 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
Bygd uttan duraklokkur
Sunda kommuna hevur sum fyrsta kommuna í land
inum gjørt avtalu við Listasamband Føroya (LISA) um
listaíbúð. Avtalan varð undirskrivað í fjør summar.
Síðan hava trý føroysk listafólk búð har í styttri tíðar
skeið, og nú hevur fyrsti útlendingurin brúkt tilboðið.
At vera í Tjørnuvík er næstan sum at vera á útoyggj.
Bygdin er umframt at vera serstakliga náttúruvøkur
eisini lítil og rættiliga avbyrgd. Tey føroysku lista
fólkini, sum hava gist í skúlanum, hava tó havt stuttan
veg til heimlig umhvøvi og egna vaskimaskinu. So
leiðis hevur tað ikki verið hjá 28 ára gomlu Floortje
Zonneveld.
Hon kom til Føroya fyrst í februar, og hóast familja
og vinir úr Hollandi hava vitjað, og hóast tað gjørdi
nógvan mun, tá hon eftir tvær vikur í Føroyum, avgjørdi
at leiga sær bil, hevur sambandið við bygdarfólkið í
Tjørnuvík havt stóran týdning.
– Tjørnuvíkingar hava verið ótrúliga gestablíðir.
Vaskimaskinan gekk fyri beinanvegin, men tá ið grann
arnir fingu tað við, vístu tey mær, hvussu eg skuldi fara
inn í kjallaran hjá teimum at vaska klæðir.
Tað hevði ikki hent í Amsterdam, har Floortje van
liga býr og arbeiðir. Í stórbýnum fært tú frið at passa
teg sjálva, og tú fert ikki á gátt hjá grannunum, um tú
manglar sukur ein sunnumorgun.
– Í Amsterdam fert tú ikki til fólk, uttan at tú hevur
eina greiða avtalu um tað frammanundan, og tú fert
ikki inn uttan at hava ringt uppá áðrenn. Í Tjørnuvík
havi eg verið noydd at lært meg, at tað er í lagi, at eg
standi langt inni í húsunum hjá fólki, áðrenn tey vita
av mær. Her eru eingir garðar rundan um húsini, og
her eru ongar duraklokkur. Fólk fara bara á gátt, sigur
Floortje og smílist.
– Tað hevur tikið eina løtu at vant meg við føroyska
nærleikan. Í Amsterdam er eingin, sum heldur eyga við
tær. Eingin. Í Føroyum ert tú ongantíð ósædd.
Bera konan í svimjihúgvu
Sum listafólk tekur Floortje ofta støði í nærumhvøvinum
og lokalu mentanini, tá ið hon arbeiðir. Hon hevur ser
ligan áhuga fyri, hvussu fólk liva og brúka tað um
hvørvið, tey liva í. Tá hon flutti til Føroya, hevði hon
tí ikki nakra ávísa ætlan frammanundan, men nýtti
fyrstu vikurnar at hyggja seg um og kanna landið og
fólkið fyri at finna eina verkætlan, sum ikki var bygd
á nakað, sum hon hevði ímyndað sær frammanundan,
men á tað, hon veruliga sá her.
– Ein dagin var eg í Vestmanna, og meðan eg gekk
har í bygdini, sá eg knappliga eina konu koma rennandi
við berum beinum og svimjihettu á høvdinum. Tað var
kavi og ísakalt, og hon hevði bara ein slábrokk um seg.
Eg hugsaði, at tað kundi ikki passa, so eg gekk aftan á
henni. Hon fór oman í fjøruna, og har komu eisini fleiri
aðrar konur. Og so lupu tær allar á sjógv.
Floortje var hugtikin. Konurnar tosaðu lítið og einki
saman. Lótu seg bara úr, lupu útí, turkaðu sær og fóru
til hús aftur.
– Eg fór yvir til teirra og spurdi, um eg kundi taka
myndir av teimum, og tær vóru púra ósmædnar og
opnar. Tað hugtók meg. Vit avtalaðu, at eg kundi koma
aftur og taka film av teimum, og tað havi eg so gjørt.
– Eg haldi, at eg eri nústani við at fata, hvat tað var,
sum dró meg til at gera júst hesa verkætlanina. Tað
er okkurt serføroyskt, okkurt við at skapa sær rúm og
vera sín egin mitt í einum lítlum samfelagi, har tú altíð
ert sæddur.
Øll eru í sama lítla ringi
Teitur syngur, at Havnin er ein lítil bygd, men Floortje
heldur, at alt landið er sum ein lítil býur, har øll kenna
øll.
– Øll kenna kanska ikki øll, men øll kenna onkran,
sum kennir onkran, og tú skalt ikki langt út í ringinum,
so eru øll uppií. Eg merki hetta allastaðni. Øll eru knýtt
saman í Føroyum. Tá eg møti onkrum nýggjum, so
gongur tað bara ein løta, so hava vit funnið útav, at
tey kenna onkran annan, sum eg havi verið saman við.
Tað er so stutt millum menniskju her.
Sum vitjandi listafólk hevur Floortje eisini roynt
at sett seg inn í, hvat gongur fyri seg á føroyska lista
pallinum. Men tað hava ikki verið so nógvar framsýn
ingar hesar vetrarmánaðirnar, hon hevur verið her, og
á Listasavninum eru føstu sýningarnar rættiliga aftur
lítandi.
Ein dagin sá Floortje eina fotomynd í einum før
oyskum blað, sum hugtók hana. Hon skrivaði navnið á
myndakonuni niður, og tá hon var í Havn næstu ferð,
fór hon í bókahandilin, tí hon hugsaði, at viðkomandi
listakona møguliga hevði givið onkra bók út.
– Nei, segði handilskonan. Viðkomandi hevði ikki
givið nakra bók út, men áðrenn Floortje visti av, hevði
handilsskonan ringt til hesa listakonuna.
– Eg bleiv so kløkk. Tey høvdu opinbart telefon
nummarið, tí hon skuldi taka myndir í handlinum tveir
dagar seinni, og so ringdu tey bara, meðan eg stóð har.
Floortje flennir.
– Tíbetur svaraði hon ikki.
Sama kvøldið skuldi hon til nátturða hjá listakvinn
uni Sigrun Gunnarsdóttir, og tá ið tær sótu og tosaðu
um list, tók Sigrun telduna fram fyri at vísa Floortje
eina listakonu, sum hon væntaði, at Floortje fór at
dáma. Tað var svigerdóttir Sigruna. Og sama genta,
sum hevði tikið myndina í blaðnum.
– Tá helt eg, at tað var ein stuttlig tilvild. Men eftir
hondini havi eg lært, at tað er ikki tilvild. Føroyar er
fullar av slíkum, sigur Floortje smílandi.
Her ert tú
ongantíð
ósædd
Floortje
Zonneveld
“Tær høvdu avtalað eina tíð, men tær bíðaðu í grundini ikki eftir hvørjari aðrari. Tær lupu bara útí og
fóru so heim aftur. Tað var næstan einki samband millum tær, men alíkavæl var tað eitt øgiliga sterkt
samband,” sigur Floortje Zonneveld um listaverkið “Havið og eg”, sum er sett saman av filmsupptøkum
av svimjikonum í Vestmanna. Til frumsýningina í Tjørnuvík komu vestmannakonurnar á gátt og lupu
eisini í aldurnar saman við hollendsku listakonuni.
Myndir: Finnur Justinussen