Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 51

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 24. apríl 2015 At skapa sær rúm í ringinum Í einum slíkum samfelag skapar tú tær rúm á ein øðrvísi hátt enn í einum stórbýi, heldur Floortje. Og tað var tað, sum millum annað hugtók hana við svimjikonunum í Vest­manna. Tær høvdu eitt rúm, har tær vóru saman, men har tær eisini vóru púra individuellar. – Tær høvdu avtalað eina tíð, men tær bíðaðu í grund­ini ikki eftir hvørjari aðrari. Tær lupu bara útí og fóru so heim aftur. Tað var næstan einki samband mill­ um tær, men alíkavæl var tað eitt øgiliga sterkt sam­ band. – Fyrstu ferð eg var har, helt eg bara, at eg hevði rakt ein ringan dag ella kom akkurat ov seint, tí har var eingin samskipan. Men næstu ferð, tá eg hevði mynda­ tólið við, var tað akkurát tað sama. – Tær lótu seg úr, skundaðu sær útí og skundaðu sær heim­aftur. Eg haldi, at hetta í einum lítlum skala er tað, sum hendir í samfelagnum sum heild. At tit ansa eftir hvørjum øðrum, men geva eisini hvørjum øðrum pláss. – Tit hava ikki møguleikan fyri veruligum anonymi­ teti, men tit duga væl at skapa tykkum eitt annað pláss. Eitt pikkalítið pláss. Hvar eru hini bæði? Síðst í marsmánaði hevði Floortje vitjan av vinfólkum úr Hollandi, og tey ferðaðust eitt sindur runt í landinum. Millum annað vóru tey á Viðareiði. Tað var grátt í veðrinum, mjørkakent, og tey vistu ikki heilt, hvønn veg tey skuldu ganga fyri at síggja nakað. Ein kona stóð uttan fyri eini hús, og tey spurdu hana um veg. – Vit fingu eina deiliga løtu á Viðareiði, og tá ið vit komu aftur til Klaksvíkar, koyrdi eg vinfólkini til tyrlupallin, tí tey skuldu flúgva til Havnar. Sjálv skuldi Floortje koyra suður. Á veg frá tyrlupall­ inum til undirsjóvartunnilin rendi hon seg í ein hóp av fólki og gjørdist forvitin. – Tað vísti seg at vera ein fótbóltsdystur, og eg parkeraði bilin og fór at hyggja. Tað stuttliga var, at fólk sótu í bili og hugdu. Tað var sama kenslan sum við svimjing­ini. At tú ert har saman við øðrum, men eis­ ini fyri teg sjálvan. Tú skapar títt egna rúm, títt egna space. Áðrenn Floortje setti seg aftur í bilin, fór hon í kioskina at keypa sær kaffi. Har arbeiddu tvær blíðar konur, og tær spurdu fremmandu gentuna, hvat hon gjørdi í Klaksvík. – Eg segði, at eg búði í Tjørnuvík og hevði júst verið á Viðareiði. Og so sigur onnur teirra: Men hvar eru hini bæði vinfólkini hjá tær? Floortje flennir hjartaliga. – Eg stóð bara har og visti ikki, hvat eg skuldi halda. Eg hevði ongantíð sæð hana fyrr og ánaði ikki, hvussu hon visti um vinfólkini hjá mær. – Tú vart jú á Viðareiði saman við tveimum ørðum, segði handilsskonan. Floortje spurdi, um tey høvdu hitt hana á Viðareiði. – Nei, nei, men tað var dóttir mín, sum tit spurdu um veg. – Hetta var mitt undir einum fótbóltsdysti við fleiri hundrað fólkum. Konan í kioskini var bara blíð, men fyri meg var tað líka sjokerandi, sum tað var sjarmerandi. Og eg hugsaði, at mann má veruliga hava tað okey við hesum, um mann skal búgva her. Menniskjaliga sambandið riggar Í ljósagrøna skúlanum við myrkagrønu vindeygunum er eykasýning av stutta havfilminum. Vestmannkonurnar hyggja eftir videoinstallatiónini eina ferð afturat og práta um verkið. Um sprossavindeyguni, sum eru úr bygninginum í Vestmanna, har tær skifta, tá ið veðrið er ringast. Um gardinurnar sum flyta seg í filminum handan vindeyguni. Og um havið og løtuna, sum gevur orku til alt hitt. Framsýningin verður opin í nakrar dagar í Tjørnuvík, og Floortje gleðir seg at vísa grannunum, hvat hon hevur arbeitt við, meðan hon hevur verið partur av bygd­ini. Hon hevur longu havt flestu teirra á gátt í sam­ bandi við eina tónleikasýning hjá hollendsku vin­fólk­ unum, og hon hevur eisini verið á gátt hjá fleiri teirra. – Hollendskir vinmaðurin hevði tikið upp til eitt videolag, og vit skipaðu fyri skypekonsert við hollendska sangaranum og føroysku myndunum. Inter­ netið riggaði illa tað kvøldið, men tað var eitt fantastiskt kvøld alíkavæl, tí menniskjaliga sambandinum bilti einki. Fólk hugnaðu sær og steðgaðu eina góða løtu og prátaðu og greiddu mær frá um bygdina, Stakkin og Kingo­sangin. – Tjørnuvíkingar eru ómetaliga blíðir. Herfyri var 85 ára føðingardagur í bygdini, og eg var sjálvandi bjóðað saman við øllum hinum. Eg sat eitt sindur avsíðis inni í stovuni, so tá fólk komu inn, sóu tey meg ikki beinan­ vegin. Og tað var fleiri ferðir, at tað fyrsta tey søgdu var: Og hvar er handan hollendska gentan? Er hon ikki boðin við? Tað kendist sjarmerandi og fjálgt. Floortje smílist. Tað er týðuligt, at hon hevur tikið bygdina til sín. Tá ið páskasýningin í Tjørnuvík er av, fer hon aftur til Hollands. Men listaverkið steðgar eftir, tí tað skal á Várframsýning í Listaskálanum. Saman við øðr­um spildurnýggjum, føroyskum listaverkum. Verk­ um sum á ymiskan hátt spegla og víðka lítla før­oyska ringin. “Tað besta verkið á framsýningini, ella tað verkið, ið kom mest óvart á meg var video­ installatiónin hjá Floortje Zonneveld, Havið og eg. Floortje Zonneveld er ein ung hollendsk kvinna, sum í tveir mánaðir hevur búð í Tjørnu­ víkar skúla. Í einum fyrimyndarligum sam­starvi mullum Sunda Kommunu og LISA er gamli skúlin í Tjørnuvík vorðin lista­bústaður og fleiri listafólk hava havt arbeiðs­uppi­hald har, m.a. unga holldenska kvinnan Floortje Zonneveld. Tað er ringt at lýsa tað stórsligna í henn­ ara verki, uttan at tað kemur at ljóða klisjé­ merkt og kanska enntá platt. Tað snýr seg um filmsupptøkur av sjósvimjarum í Vestmanna, sum verða lýstar upp á nøkur gomul sprossavindeygu. Mynd­evnið og auto­ matiska trídeilingin av films­upp­tøk­unum gevur alt fyri eitt hugsamband við Waves, tann fína portrettfilmin hjá Heiðriki av Heygum um svimjiommuna í Vest­manna við hópin av symmetriskum, vøkrum myndum. Afturvið tónleiki hjá Philip Glass síggja vit lívsfegnar kvinnur skvatla í ísakøldum havi, og tað er kanska júst tað, eg eri hug­tikin av, samankomuni millum bláan kulda og húðar­ littan hita, millum einsa­møllu og stórbæru fjøllini og tann fjálga, menn­iskjaliga felags­ skapin.” Besta verkið á framsýningini Kinna Poulsen: “Frískt, ruddiligt og keðiligt” Í Dimmalætting 17. Apríl 2015 Sitat úr ummælinum: Myndir: Finnur Justinussen