hósdagur 23. apríl 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
Skúlin í
Tjørnuvík
kann vera
fyrimynd
eruleikin er, at nógv listafólk eru húsvill.
Tað staðfestir Guðrið Poulsen, leirlista
kona og nevndarlimur í LISA. Tey seinastu
árini hevur hon saman við øðrum áhaldandi
víst á tørvin á betri arbeiðsumstøðum fyri
myndlistafólk, men hon er alt annað enn
nøgd við tað, sum er komið burturúr.
Í 2012 skipaði Guðrið saman við øðrum fyri tiltak
inum Gróðrarrúm har tey vístu á, hvat ein kommuna
sum Tórshavnar kommuna hevði fingið burturúr,
um tey raðfestu at geva listafólkið góðar arbeiðsum
støður.
Í fjør skipaðu listafólk aftur fyri einum átaki og
vístu á Kommunuskúlan sum ein ítøkiligan bygning,
sum hevði verið væl egnaður at brúkt til listaverk
staðir. Átakið nevndist Listabumban, og tað var Sóley
Danielsen, sum samskipaði.
Men sambært Guðrið Poulsen hevur kommunan
bara hildið listafólkum henn. Hon fegnast tí um, at
Sunda kommuna við skúlanum í Tjørnuvík hevur
gingið undan, hugsar kreativt og vísir, at tað ber til.
30. mai í 2014 skrivaðu Sunda Kommuna og LISA,
Listafólkasamband Føroya, undir samstarvssáttmála
um, at listafólk kundu nýta Tjørnuvíkar skúla. Tað
var kommunan, sum bjóðaði LISA húsið at nýta sum
gestaíbúð, og sambært sáttmálanum umsitur LISA
húsini og leigar tey út til listafólk í styttri skeið.
Bygningurin er í tveimum hæddum. Í niðaru hædd
er skúlastova, skrivastova og vesi, og uppiá er lítil
íbúð við kamari og køki.
– Kommunan eigur rós uppiborið. Tey eru fyrsta
kommuna, sum hevur eitt tílíkt listahús. Sjálvandi eru
byrjanartrupulleikar. Vanligt skúlatilfar er til dømis
framvegis í skúlanum, men kommunan hevur lurtað
eftir tørvinum hjá listafólkunum, so umstøðurnar
verða heilt víst betri við tíðini, sigur Guðrið Poulsen.
Fyrsta útlendska listafólkið
Floortje Zonneveld úr Amsterdam er fyrsta útlendska
listafólkið, sum búleikast í gamla skúlanum í Tjørnu
vík, og Guðrið er hugtikin av, hvussu væl tað hevur
gingið hjá henni at búgva og arbeiða í Tjørnuvík.
– Floortje hevur dugað væl at samskift bæði við
kommununa og bygdarfólkið, og tí hevur hon lagt
eitt gott grundarlag fyri tey vitjandi listafólkini, sum
koma eftir hana.
– Listafólk eru ymisk, og tað eru ikki øll sum eru so
opin og frí sum Floortje, og tað skal eisini vera pláss
fyri teimum, sum søkja til Tjørnuvíkar fyri at arbeiða
í friði, men tað hevði týdning, at fyrsta gestahýsingin
riggaði væl.
Guðrið Poulsen vísir á, at í Føroyum er eitt sterkt
norðurlendskt netverk. Seinasta dømi um slíkt væl
eydnað samstarv var LeikREAD festivalurin. Men
hóast hesi samstørv eru ómetalig góð og týdningar
mikil, so eiga vit eisini at brúka hesar royndir til at
samstarva longur út í heim. Og tá kunnu gestaíbúðir
sum tann í Tjørnuvík brúkast sum ein møguleiki at
bjóða útlendingum til Føroya.
– Tað at eitt listafólk vistast í longri tíðarskeið,
ger tað møguligt at skapa eitt netverk. Listafólkið
verður meira enn bara eitt ferðafólk. Tað hevur
møguleika fyri at fáa ítøkilig samstørv í lag. Og tað
hevur týdning, at vit hitta aðrar mentanir enn tær
norðurlendsku, soleiðis at vit ikki bara hitta bergmálið
av okkum sjálvum. Tá ið vit koma longur út, fáa vit
testað okkara platform, víðkað hann og gerast harvið
ríkari.
Gróðrarrúm við norskum íblástri
Á heysti í 2012 varð skipað fyri seminari í Norður
landahúsinum um, hvussu kommunur kunnu bøta
um umstøðurnar hjá listafólki við listaverkstøðum og
gestaatelierum. Tiltakið var nevnt Gróðrarrúm.
Guðrið Poulsen umboðandi føroysk listafólk hevði
saman við táverandi stjóranum í Norðurlandahús
inum og umboðum fyri Klaksvíkar kommunu, sum er
vinarbýur hjá Tróndheimi, verið í norska býnum og
kannað, hvat kommunan gjørdi fyri at hýsa listafólki.
Síðan varð skipað fyri Gróðrarrúmi, har umboð fyri
bæði land og kommunur vórðu boðin við, og gesta
røðarar úr Tróndheimi greiddu frá, hvussu norska
kommunan hevði raðfest listina við til dømis at seta
á stovn Lademoen Kunstnerverksted, sum hevur 38
atelier, sum listafólk kunnu leiga bíliga í nøkur ár.
Endamálið við seminarinum var at vísa á tær
góðu royndir, sum Tróndheim hevur havt av at gera
íløgur í góðar arbeiðsumstøður hjá listafólki. Ætlanin
var at fáa ein atelierfelagsskap upp at standa, sum
rúmaði bæði føroyskum listafólkum og útlendskum
gestalistafólki. Men Guðrið Poulsen staðfestir, at
tiltakið ikki fekk ta ávirkan, sum listafólkini høvdu
vónað.
Tórshavnar kommuna eftirbátur
– Eftir Gróðrarrúm settu vit ein arbeiðsbólk av
listafólki og fundaðust fleiri ferðir við Tórshavnar
kommunu, sum er tann peningasterkasta kommunan
í landinum, og kanska tann kommunan, sum man
hevði størstu vónirnar til, greiðir Guðrið Poulsen frá.
Kommunan lovaði vælvild, men trý ár seinni má
Guðrið staðfesta, at umstøðurnar hjá myndlistafólki
í Tórshavnar kommunu bara eru versnaðar. Hon
nevnir trý listafólk, sum hon veit um, sum hava mist
innivist í bygningum hjá kommununi í hesum tíðar
skeiði.
– Eg eri sera vónsvikin av, at Tórshavnar komm
una ikki hevur tikið okkara átak í størri álvara. Vit
gjørdu eitt seriøst fyrireikingararbeiði, men blíva
hildin henn. Heldur ikki átakið Listabumban sum kom
seinni, hevur fingið kommununa at bretta upp um
armar.
– Hvørjum arbeiðsumstøðum hava føroysk lista
fólk brúk fyri?
– Veruleikin er, at nógv listafólk eru húsvill.
Myndlistafólk, sjónleikarar, rithøvundar og onnur.
Tað, sum listafólkini í Tróndheimi løgdu størsta
dentin á, er týdningurin av at hava góðar og støðugar
arbeiðsumstøður.
Guðrið leggur dent á, at talan ikki er um ný
bygningar, men tvørturímóti um at finna høli, sum
standa tóm.
– Arbeiðsfelagsskapirnir, sum vit vitjaðu í Trónd
heimi, vóru í ávikavist einum niðurløgdum barna
skúla, einum meiaríi, einari fyrrverandi bilasølu og
eini naglafabrikk.
– Vit tosa nógv um fráflyting, og um hvussu vit
kunnu betra um trivnaðin. Ein arbeiðsfelagsskapur
hevði verið eitt attraktivt stað at komið heim til. Tað
hevði verið gott fyri listafólkini, gott fyri gestalista
fólk, gott fyri trivnaðin í býnum, fyri dynamikkin og
fyri synergieffektina av tílíkum virksemi.
Sunda kommuna hevur rós uppiborið fyri
at ganga undan við at seta høli av til
listaverkstað og íbúð. Tað heldur Guðrið
Poulsen, leirlistakvinna, sum saman við
øðrum í fleiri ár hevur víst á tørvin á
listaverkstøðum í Tórshavnar kommunu
Dorit Hansen
V
“Eftir Gróðrarrúm settu vit ein arbeiðsbólk
av listafólki og fundaðust fleiri ferðir
við Tórshavnar kommunu, sum er tann
peningasterkasta kommunan í landinum,
og kanska tann kommunan, sum man
hevði størstu vónirnar til,” sigur Guðrið
Poulsen, sum er vónsvikin av, at Tórshavnar
kommuna framvegis ikki hevur sett høli av til
listaverkstaðir. Samstundis er hon hugtikin
av, at ein lítil kommuna sum Sunda kommuna
hevur gingið undan við at seta gamla skúlan í
Tjørnuvík av til listaíbúð og listaverkstað.