Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 53

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 24. apríl 2015 Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at kommunan er væl nøgd við sam­starvið við LISA. Tey høvdu kanska væntað, at fleiri listafólk brúktu tilboðið, men serliga út­ lendska vitjanin hevur riggað sera væl, heldur hann. – Hugskotið at bjóða Gamla skúlan í Tjørnu­ vík út sum listaíbúð kom frá okkum sjálvum. Tað bleiv kjakast um tað í umsitingini, uppskot varð síðani lagt fyri trivnaðarnevndina, og málið var einmælt samtykt. Skúli hevði ikki verið í Tjørnuvík í fleiri ár, og kommunan ynskti at brúka bygningin, sum hevði skúlastovu, skrivstovu og vesi niðriundir og lítla íbúð við køki og kamari uppiá. – Vit vildu hava virksemi aftur í skúlan, men vit vildu eisini fegin stuðla listini í okkara kommunu. Sunda kommuna vendi sær síðani til LISA, og í fjør var sáttmáli undirskrivaður millum partarnar, har LISA umsitur tilboðið og boðar kommun­uni frá, tá listafólk flyta inn. Tá ið lista­ fólkið flytur út aftur, tekur kommunan sær av reingerðini. Heðin Zachariasen sigur, at kommunan er væl nøgd við samstarvið. Tey vónaðu, at lista­ fólk fóru at sýna kommununi áhuga, og at listar­ liga arbeiðið fór at ríka lokala økið, og hóast stutt tíð er fráliðin, so hevur samstarvið roynst væl, heldur hann. – Vit vildu fegin seta fokus á listina og á listar­ligu møguleikarnar í økinum. Tjørnuvík er jú ein serlig bygd við vakrari náttúru og sterkari mentan. Vit høvdu kanska væntað, at fleiri før­oysk listafólk brúktu møguleikan, men tað er LISA, sum umsitur húsið, so tað er upp til tey, hvussu tað verður brúkt. – Tað er eisini stuttligt, at tann sum hevur steðgað longst og fingið best samband við bygdar­fólki er eitt útlendskt listafólk. Tann møgu­leikan høvdu vit ikki hugsað, men tað er eitt gleðiligt yvirraskilsi. – Hvat søgdu fólk í Tjørnuvík til, at tit vildu brúka skúlan til fremmand listafólk? – Tey hava alla tíðina verið sera jalig. Tey hava verið glað fyri vitjanirnar, og Floortje Zonneveld hevur eisini havt framsýning fyri teim­um, so samstarvið hevur ríkað bygdarlívið. Tað var tað, sum vit vónaðu, tá vit vendu okk­ um til LISA. Heðin Zachariasen sigur, at kommunan vónar, at samstarvið við LISA heldur fram, og tað kann væl vera, at kommunan kemur við øðrum tilboðum í framtíðini. – Fíggjarliga er hetta ein útreiðsla, men verður samstarvið við LISA gróðrarbotnur fyri, at kommunan og økið verða ríkað við ymisk­ leika og listarligum íblástri, so er tað ein íløga, sum vit sjálvandi vóna fer at halda fram, og vit fara eisini at kanna aðrar líknandi møguleikar. – Tórhavnar Kommuna vil fegin gera avtalur við LISA og við listafólk um arbeiðshølir, og ætlanin um betri hølisumstøður í Kommunuskúlanum eru framvegis aktuellar. Helena Dam á Neystabø væntar, at samráðingar­ nar, sum kommunan í løtuni hevur við Bústaðir um at brúka partar at Kommunuskúlanum til lestraríbúðir, fer ikki verða ein forðan fyri at brúka part av skúl­ anum til listaverkstøð. Heldur hin vegin. Hon fegnast um tey mentanarhús og høli, sum eru tøk til útinnandi listafólk í Havn og nevnir Reinsaríið, Perluna og Margarinfabrikkina. – Húsini í Kongagøtu, har listafólk hava havt innivist, verða helst avviklað í næstum, og júst tí hevur tað skund at fá verkætlanina í Kommunu­skúla­ num setta í verk sum skjótast, og sum forkvinna í Menta­málanevnd Tórhavnar Kommunu fari eg sum skjótast at seta meg í samband við LISA til tess at umrøða hvat ber til at gera innan teir karmar, sum kommunan hevur at ráða yvir, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu og leggur afturat: – Eg ivist onga løtu í, at vit fara at finna eina góða loysn. Sunda kommuna glað fyri listafólkini Kommunuskúlin skal eisini rúma listafólkum Mynd: Finnur Justinussen Forkvinnan í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, Helena Dam á Neystabø, sigur í stuttari viðmerking við Mentan, at ætlanin framvegis er at útvega listafólkum møguleikar at arbeiða í Kommunuskúlanum