hósdagur 23. apríl 2015síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
Knut Hamsun: Men lívið
livir. Týðari: Edvard
Olsen. 507 síður, 198
krónur, Sprotin, 2015
Tá man fer í holt við at lesa
Hamsun, er torført at kveistra
ta sannroynd til viks, at hetta er
maðurin, sum umframt at hava
skrivað
kultklassikaran
Sult
(1890), eisini við tíðini gjørdist ein
yvir alt mark afturhaldssinnaður
rithøvundur,
sum
hataði
alt
modernað og varð dømdur sum
nasistur eftir krígslok. Maðurin,
sum mælti landsmonnum sínum
til
at
samstarva
við
týska
hersetingarvaldið og sum, tá
kríggið endaði, skrivaði minn
ingarorð um Hitler. Maðurin, sum
til sín doyggjandi dag ikki veik frá
sínum djúpt reaktioneru, nasist
isku sjónarmiðum. Sami maður,
sum var harðliga ímóti kvinnufrí
geringini, sum helt, at tjóðin kom í
fyrstu røð, demokratiið í aðru røð.
Men bókmentaliga sæð ger hetta
hann ikki til ein verri rithøvund
ella til ein beinleiðis nasistiskan
høvund fyri tað. Neyðugt er at
skilmarka millum rithøvundin
Hamsun og Hamsun sum politiskt
menniskja. Ella verður tað sum at
seta fanan at lesa Bíbliuna.
Men lívið livir er seinasta bind
í sonevndu August-triologiini, ið
fevnir um bøkurnar Landastrok
ini (1927), August (1930) og Men
lívið livir (1933). Hetta eru langar
sosialsatiriskar skaldsøgur við
Augusti sum høvuðspersóni í
øllum trimum bókunum. Verkini
skilja seg burtur frá teimum meiri
prosalyrisku
og
individualist
isku skaldsøgunum frá 1890-
unum sum Sult, Pan og Mysterier,
sum
verður
roknað
millum
mest víðgongdu og slóðbrótandi
modernistisku verk í heimsbók
mentunum.
August-triologiina
skrivaði Hamsun á gamalsaldri.
Hann var tá langt síðan vorðin tjóðarskald Noregs og
vann longu í 1920 Nobel-virðislønina í bókmentum
fyri Markens grøde (1917), sum er ein lovsongur til
búnaðarmannin. Heðin Brú týddi til føroyskt.
Framburðsfíggindalig skaldsøgurøð
August-triologiin fevnir um tíðina frá 1860unum til
beint fyri fyrsta heimsbardaga og lýsir stríðið á Norð
landinum um tað mundið, tá ið ídnaðarsamfelagið
tók seg fram. Frásøgnin er bundin saman av kátlynta
landastrokinum, stórskrønaranum og sjarmørinum
Augusti. Tað er August, sum er katalysator og miðdepil
fyri øllum tí, sum hendir. Sum ein annar Peer Gynt er
tað hann, sum virkisfúsur og fullur av hugskotum sjó
setir stórar verkætlanir: verksmiðju, bankavirksemi,
og í seinasta bindi kastar hann seg út í stórseyðahald.
August spreingir allar karmar, sum flest øll onnur
royna at innrætta seg eftir, men ofta eru visiónirnar
ov tungar at lyfta. Tá ið okkurt ikki gongur eftir vild,
sleppur hann sær víðari uttan at hyggja aftur um bak.
Við sær tekur hann ofta mong við í fallinum. August er
nevnliga barn av síni tíð, hann ímyndar rótloysið, sum
nýggja tíðin fyrst í 20. øld bar við sær, har nøgdsemi
við tað, ið jørðin gav ár undan ári ikki var nóð mikið.
August vil nakað annað og meir, slær seg ongantíð til
tols við nakað og er fastlæstur í ævigari jagstran eftir
onkrum størri og betri.
August er ímyndin av tí, sum Hamsun sjálvur
hevði stóra andstygd fyri. Í sam
felagskjaki gav Hamsun týðiliga
útrykk fyri sínum afturhaldssinni
og fanst hvassliga at øllum tí
modernaða. Hann kundi ikki torga
intellektualismu,
urbanisering,
industrialisering,
kapitalismu,
demokrati og pasifismu. August-
skaldsøgurøðin ber eisini brá av
hesum hugburði og er í sínum
grundvølli
ein
materialismu
kritisk,
framburðsfíggindalig
skaldsøgurøð. Hon vil tað einfalda
og støðufasta og vanvirðir alt tað
modernaða, sum er flakkandi og
reikandi, men lýsir hetta tó við
stórum ambivalensi. August er
inkarnatiónin av tí modernaða,
hann er rótleysi einstaklingurin,
ið umboðar allar tær ringu lastir
nar, sum framburðurin bar við
sær.
So við og við broytist hetta tó,
og August blívur bara for sjarmer
andi. Bæði høvundurin og lesarin
mugu yvirgeva seg. Hamsun gerst
ov nógv rithøvundur til at vera
verandi í formyndaraleiklutinum.
At enda verður August lýstur sum
ein fantastiskur figurur, ein brús
andi kelda og berari av stórum
kunnleika. Eins bráðsnarur og
framburðssinnaður, sum hann er,
eins hjálpsamur og ósjálvsøkin
er hann eisini. Nærum alt ritverk
høvundans tematiserar júst hetta
at hoyra til ella ikki at hoyra til.
Persónarnir hjá Hamsun eru altíð
uttan søgu, uttan samanhang og
umhvørvi. Knappliga eru teir bara
har. Í hesum seinasta bindi er
August bara knappliga har, hesa
ferð í bygdini Segilfossi, nýliga
afturkomin av fjakkaraferð. Hann
er nú eldri maður, men hetta er
eingin forðing og skjótt er hann
aftur primus motor hjá konslinum.
Søgan endurtekur seg enn eina
ferð, men hesa ferð fær alt eisini
ein bráðan og dramatiskan enda.
Ikki av bestu verkum Hamsuns
Persónliga eri eg nógv størri fjeppari av form
eksperimenterandi ungdómsverkunum frá 1890unum
og minni glað fyri tær meira siðbundnu kollektivskald
søgurnar, hann skrivaði á gamalsaldrinum. Tó eru tær
áhugaverdar at lesa. Tær siga nakað um tíðina, tær eru
skrivaðar í, og tær siga nakað um hugsunarháttin, ið
gjørdi seg galdandi tá. Eisini sannføra tær ein um, at
tað ber til at vera stórur listamaður, sjálvt um man
var politiskur idiotur. Mest gleðiligt er tó, at verkini nú
kunnu lesast á føroyskum í heilum líki í hepnari týðing
eftir Edvard Olsen. Tvey tey fyrru bindini týddi Hans
Thomsen.
Ummæli
Kann ein nasistur
skriva góðan skaldskap?
Vónbjørt Vang