hósdagur 23. apríl 2015síða 55
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
Ummæli
Innlit í norðurlendskan samtíðarleik
Barnabøkur lagdar undir lupp
Vár Berghamar Jacobsen
Marna Jacobsen
Dramafestivalurin LeikREAD,
Sjónleikarahúsið 27. og 28. mars 2015
LeikREAD 2013, 474 síður,
198 krónur, Sprotin, 2015
LeikREAD 2015, 466 síður,
198 krónur, Sprotin, 2015
Í døgunum 27. og 28. mars varð dramafestivalurin
LeikREAD hildin í Føroyum á øðrum sinni. Seks nýggj,
útvald norðurlendsk leikrit vóru á skránni.
Føroyar og Ísland vóru umboðað við hvør sínum
sorgarleiki við útgangsstøði í veruligum hendingum úr
okkaru tíð og úr 19. øld. Finnland og Svøríki vóru um
boðað við skemtileikum við aktuellum álvarsmálum.
Danmark og Noreg vóru umboðað við leikum, sum
viðgera ávíkavist aldurdóm og smábarnafamiljuna í
dagsins samfelagi.
Ymiskt var, hvussu leikstjórarnir valdu at gera hesa
pallsettu lesing. Og eisini var ymiskt, hvat leikritini
sjálv løgdu upp til. Í flestu førum var talan um brot
úr leikunum, tó vóru eisini leikir sum vóru pallsettir í
fullari longd. Mær dámdi væl føroyska og eisini danska
leikritið og pallsetingina av hesum leikum. Serliga væl
dámadi mær tað finska og tað svenska leikritið.
Svenski leikurin er um at siga søgur og kemur
meistarliga við nýggjum upplýsingum og hintum,
sum ferð eftir ferð leggja nýtt afturat og eisini broyta
søgugongdina og harvið søguna. Hetta er ein leikur,
sum viðger eina ávísa aktuellu
hending í Stokholmi í 2013. Leik
urin er um lívið sum arbeiðsleys
ur sjónleikari og arbeiðsleysur rit
høvundur og um annað ættarlið
av tilflytarum og ein svia, sum
hevur lægri stætt enn teir.
Finska leikritið er skrivað
episkt, tað vil siga, at tað er
sera nógv frásøgn í leikinum og
eisini eru brot á illusiónina. Tað
er serliga hetta, sum ger leikin
skemtiligan, tí annars viðger
høvundurin eitt stórt álvars
mál: bráðnandi ísin og vaksandi
flóðina. Á skemtiligan hátt verða
viðurskiftini millum eina gamla
konu og miðaldrandi miseydnaðu
børn hennara eisini lýst. Hetta er
ein sera vælskrivaður og skemt
iligur leikur. Pallsetingin eyðnað
ist eisini væl.
Tað, at tíðin at fyrireika hesi leikrit er sera avmarkað,
gevur ein spontanitet og ein fúsleika, sum ikki skal
undirmetast. Ofta spyrst eisini nógv skemt burtur úr
júst hesum. Í framførsluni av finska leikinum vóru
fleiri mistøk eisini gjørd, og loftaðu leikararnir hesum
hegnisliga, og áskoðararnir flentu bara enn meira.
Við LeikREAD fær føryski
ákoðarin innlit í tey tema og
tey evni, sum eru uppi í norður
londum í dagsins samfeløg
um. – Rúm verður givið okkum
sjálvum
og
okkaru
norður
lendsku grannum til at hug
savna okkum um okkara part av
heiminum. Í øllum meldrinum av
ávirkan og árini úr størru lond
um og heimspørtum í heiminum,
verður við “Nordic dramatrain”
ljós varpað á sjálvt handritið,
á norðurlond og norðurlendskt
samstarv. Hetta er eitt gott út
gangsstøði fyri norðurlendskari
– og hervið eisini føroyskari
leiklist.
Sjónleikarhúsið sum karmur
riggaði stak væl til “LeikREAD”.
Gamli “kukkassin” og góðu hølis
umstøðurnar aftanfyri til leikarar og áskoðararúmið
bjóða inn til nógv fleiri sjónleikarupplivingar.
Tað má sigast at vera ein sannur fongur, at Sprotin
gevur út tvær bøkur við nýggju norðurlendsku útvaldu
leikritunum, frá 2013 og 2015, týdd til okkara móður
mál.
Okkurt er í ferð við at henda í Føroyum á barnabók
mentaøkinum. Ung foreldur vita, hvussu gott tað er, at
børn verða stimbrað eisini við søgum og myndum. Fyri
tey er tað líka so týdningarmikið og í summum førum
kanska týdningarmeiri at lesa fyri børnunum, sum at
tey ganga í tí nýggjasta frá Guðrun & Guðrun.
Summi hava tó altíð vitað, at hetta hevur týdning:
rithøvundar, lesarar, forløg og … Turið Sigurðardóttir,
sum hevur granskað, undirvíst og skrivað greinir um
barnabókmentir í nógv ár. Eitt ítøkiligt úrslit er Nýggj
leiti, greinasavn, ið kom út í 2013, har næmingar, ið
Turið hevur undirvíst, hava latið sínar ritgerðir prentað,
og so nú Føroyskar barnabókmentir við undirheitinum
”Søguligt umhvarv og greiningar”.
Bókin
Við at nevna tað umhvarv hevur Turið beinanvegin
gjørt greitt, at hetta á ongan hátt er ein fullfíggjað søgu
lig viðgerð. Bókin viðger eitt úrval av tekstum úr tíðar
skeiðinum, sum føroyskar barnabókmentir hava verið
til. Kortini vágar hon sær tó at siga, at hon vil vísa á
samanhang, rák og menning.
Perman er ein mynd eftir Elinborg Lützen úr bókini
Í skýmingini, sum kom út í 1948. Tað liggur nógvur
symbolikkur í permumyndini; tey bæði børnini , sum
halda um hvørt annað sum fyri at fáa styrki at stíga
inn í ein ókendan heim, sum er avmyndaður sum ein
gloppað hurð í einum helli. Litirnir, valdir eru til perm
una, gera tað eisini spennandi: gult sum fer yvir í eld
reytt ella úr tí trygga inn í tað ótrygga.
Bókin er í 15 pørtum. Teir tríggir seinastu partarnir
hava listar við barnabókaútgávum, Barnamentanar
heiðurslønini hjá Tórshavnar Býráði, ummælum og
øðrum. Harafturat eru viðmerkingar til ymsu partarnar,
men har undrist eg yvir, at tað ikki verður víst til hesar
viðmerkingarnar inni í sjálvum tekstinum.
Greining
Tað er týðiligt, at Turið hevur lagt seg eftir at viðgera
skaldskapin sum skaldskap og ikki so nógv sett í sam
band við samfelagslig viðurskifti og korini hjá børnum
annars. Í bókini verða barnabøkur viðgjørdar í mun til
upplýsing, romantikk, realismu, modernismu, post
modernismu og nýrealismu. Afturat hesum hevur hon
viðgerðir av nýtulkaðum skaldskapi av mannamunni,
av søguligum barnabókum, føroyskum furðusøgum og
myndabókum.
Tað er ymiskt, hvussu djúpt farið verður inn í grein
ingarnar; sumt tykist mær stórt sæð at vera endurgáva
av innihaldi, og tað kundi eg verið fyriuttan, tí eg kenni
flestu bøkur frammanundan, men tað gera ikki øll, so
tey fáa sjálvandi nakað burturúr, men hinvegin gongur
tað út yvir sjálva greiningina.
Tó eru reinar perlur ímillum. Greiningarnar av
tekstum hjá Martini Joensen og hjá Sigurði Joensen eru
áhugaverdar, somuleiðis viðgerðin av Barnarímunum
hjá Hans A. Djurhuus og seinni av skaldskapinum hjá
Sonju Schneider. Turið metir bókina hjá Sofíu Petersen
við myndum hjá Elinborg Lützen at vera marksetandi,
men kortini haldi eg, at greiningin av myndunum er ov
teknisk, víst verður til, hvat er á myndunum, hvar alt
er á myndunum osfr, heldur enn at greina myndirnar
innihaldsliga. Tað sama er við myndunum hjá Bárði
Oskarsson, og tað undrar meg, tí eg veit, at Turið annars
hevur viðgjørt skaldskapin hjá Bárði og tað ógvuliga
væl eisini.
Rák í barnabókmentum
Tá eg hugsi um føroyskar barnabókmentir, hugsi eg,
at summar bøkur hava verið marksetandi. Tær hava
sett nøkur avgerandi spor eftir seg, sum á ein hátt hava
vent rákinum ella byrjað eitt nýtt rák: søgurnar um
lítla Sjúrð (1959) hjá Sigurði Joensen, sum er ein innilig
lýsing av dreinginum, har eg sum barn kendi meg aftur
í umhvørvinum og barninum. Hin snjóhvíti kettlingurin
og Hønan og hanin (1970-71) hjá Steinbjørn B. Jacobsen
við myndum eftir Bárð Jákupsson, sum breyt full
komiliga upp úr nýggjum og gav teimum smáu fittar
bøkur úr føroyskum umhvørvi, Trøllalív (1977) hjá Elin
Bjørg Højgaard, sum var ein heilt øðrvísi myndabók, og
sum legði seg tætt at tíðarandanum um kvinnufrælsi.
Mikkjal (1986) hjá Ellu Smith Clementsen, sum var ein
søga úr gerandisdegnum hjá einum smádreingi og
við myndum hjá Tove Askham: bara tað at síggja ein
mjólkarpakka frá MBM og ein putursukurpakka av
myndaðan í føroyskari barnabók var kollveltandi.
Seinastu árini hava barna- og ungdómsbøkur tikið
risafet fram ímóti øktari dygd. Nútíðar føroyskar
barnabøkur eru á veg onkra aðra leið enn ta siðbundnu,
helst eisini tí at tær jú verða viðurkendar og viðgjørdar
sum allur annar skaldskapur. Ella sum tað kemur fram í
viðgerðini hjá Turið, at tær hava broytt seg frá at vera
neyðugar fyri at hava okkurt at lesa á føroyskum til at
hava ein greiðan, mangan moralskan boðskap til í dag
heldur at lúka eitt listfrøðiligt dygdarkrav.
Fyri mær at síggja viðger bókin Føroyskar barnabók
mentir rák og menning í barnabókmentum og kanska
ikki so nógv samanhang, men tá tað er sagt, so er slík
bók gull verd fyri okkum, sum arbeiða, lesa og elska
barnabøkur.
LeikREAD 2015
Presenterar
Nordic
Drama
Train
Í Sjónleikarhúsinum 27. og 28. mars 2015
leikarafelag.fo
Turið Sigurðardóttir: Føroyskar
barnabókmentir. 350 síður, 248
krónur. Sprotin, 2015