hósdagur 23. apríl 2015síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
16
HEILAGT
LJÓS YVIR
oogie Street er navnið á
eini gøtu í Singapore, sum
um dagin yðjur av lívi og
stáki, men á kvøldi verður
umbroytt til ein vakran og
ræðandi kynsligan marknað.
Boogie Street er eisini heitið á einum
sangi eftir Leonard Cohen. Í triðja lagi
er Boogie Street lívið, tann skugganna
dalur, vit foldar børn ferðast ígjøgnum,
læandi, grátandi, brotin kerøld eins og
halgimenni:
A sip of wine, a cigarette,
and then it´s time to go.
I tidied up the kitchenette.
I tuned the old banjo.
Sínum seinasta yrkingasavni, sum kom
í 2006, gav Leonard Cohen heitið Book
of Longing, t.e. “Longsulsins Bók”. Á síðu
195 sæst millum tvær fuglavignettir ein
gittari, við hesum teksti:
my guitar is so beautiful
Sometimes I wish I could play it
Longsulin er kongur í tí ríki, sum røkkur
frá ynski til uppfylling. Vit kunnu
geva hesum kongi eitt annað navn
og rópa hann Melankoli ella Sorg
blídni. Og melankoli er og var tann
vara, sum Leonard Cohen hevur at
avreiða. Ein skuldi ikki trúð, at tað var
gjørligt – í einum heimi, har andleys
peningadyrkan, vulgert snobbarí ella
tann innantóma skemtisøgan rúgva
mest upp – at koma langt við at leggja
longsulin á sín søludisk.
Hví skelvir Leonard?
Og tó hevur Cohen megnað at koma
langt við hesi varu, longur enn nakað
annað popp- ella rokkikon uttan kanska
bara Bob Dylan. Hetta sigur okkum
nakað um fyndina og sjarmuna í hans
ara tekstum, tærið í hansara løgum og
gandin í hansara framførslu. Men hetta
sigur okkum eisini, at sokallað vanlig
menniskju innast inni leingjast eftir tí
sanna, teirri góðu listini.
Í Longsulsins Bók finna vit henda
tekstin um tær “blíðu kvinnur”, sum
føra tann gránandi poetin inn í sín
“loynikliva” og:
Tær blíva naknar
hvør á sín hátt
og tær siga:
Hygg at mær, Leonard
Hygg at mær eina seinastu ferð.
So bukka tær seg yvir songina
og balla meg
sum ein lítið barn ið skelvir.
Men hví skelvir Leonard? Svarið finna
vit í eini lítlari hending, sum fór fram,
tá ið Leonard Cohen var um tólv ár.
Hann búði tá í sínum heimbýi Montreal,
pápin var deyður, og mamman Masja
hevði eina arbeiðskonu. Drongurin
hevði lisið eina bók um húpnosu, hevði
roynt seg í hesum kynstri og vísti seg
at hava gávur.
Ein dagin, tá ið mamman var úti,
fekk hann arbeiðskonuna at lata seg
húpnotisera, hon var brátt undirgivin
hansara vilja. Hann fekk nú gentuna til
at lata seg spilnakna. Trupulleikin var,
at hann hevði ikki lisið bókina lidna og
visti ikki, hvussu hann skuldi fáa gent
una at vakna.
Tað heilaga
Hvussu hetta endaði, veit eg ikki.
Men Leonard gloymdi ongantíð hesa
hending. Tað hann her upplivdi – og
sum hann seinni hevur yrkt og sungið
um – var møtið við tað heilaga. Gentan
birtist fyri honum sum ein eingil,
eingil merkir boðberi, og sum vit vita,
eru einglar boðberar frá gudunum.
Men tað heilaga hevur tvey andlit,
seksualitetin og tað guddómliga. Hjá
Augustin eru hesir máttir – holdið og
andin – ósambærligir mótsetningar, og
í Paulusar brævi til galatar lesa vit, at
andin girnast móti holdinum og øvugt.
Hinvegin kunnu vit siga, at hjá
Cohen samvirka hesir máttir, ofta á
gróðrarríkan hátt. Er Eros annar pólurin
í hansara lívi og list, er andaligur
longsul hin pólurin. Hann hevur leitað
eftir ørgrynni av portrum til nirvana,
mediterað, fastað og roynt alskyns
psýkotropisk evnir, hann hevur roynt
scientology. Og ikki minst hevur hann
vant og arbeitt, við vegleiðing frá Roshi
Joshu Sasaki, sum er japanskur zen-
buddhistiskur meistari, antin í hansara
legu uppi á Mount Baldy ella í hansara
zen-depli í Los Angeles.
Grundtvig og Esajas
Leonard Cohen er jødi, vaks upp í einum
navnframum jødiskum umhvørvi og er
kunnugur við jødiska mentan. Millum
teir mongu tekstir eftir Cohen, sum
avspegla hetta baksýni, fari eg fyri
fyrst at nevna tveir. Who By Fire og If
It Be Your Will hava báðir sín uppruna
í bønum, sum verða sungnar ella lisnar
á ella undan tí jødisku Yom Kippur
høgtíðini. Hvør er tað, sum kallar? spyr
yrkjarin, við eldi, við vatni, á nátt, í ein
semi, í omanlopi, við heilivági, í mai.
Cohen svarar ikki, og vit kunnu
velja – alt eftir okkara hugsan – at
halda, at hann sipar til Gud ella til tann
stranga harran, sum vit rópa deyðan.
Í If It Be Your Will vendir hann sær –
frá “this broken hill”, t.e. menniskjans
ófullkomni – til Gud og kallar fram ta
utopi, sum vit kenna m.a. frá skaldinum
Grundtvig:
Blindir fáa eygu góð,
so teir gjølla síggja.
Deyvir hoyra fródlig ljóð,
gleðisongin nýggja.
Haltir leika lætt sum hind.
Upp úr reynum sprettur lind,
svalir tystar teigar.
Henda utopi, sum Grundtvig hevur frá
Esajas profeti, er eisini ein partur av
jødiskari hugsan:
Um tað er tín vilji
um har er eitt val
lat áirnar fyllast
lat heyggjarnar frøast
lat náði tína flóta
yvir hesi hjørtu sum brenna í helviti
um tað er tín vilji
at grøða okkum
Sangarin, skaldið og musikarin Leonard Cohen
Hanus Kamban
B
Boogie Street