hósdagur 23. apríl 2015síða 57
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
17
Eros
Bæði Who By Fire og If It Be Your Will
eru – við fyndugum, orðfáum reglum,
ið sita sum stoyptar – sublimur skald
skapur og dømir um eina nærkan at
teirri “einfeldi í orðunum”, sum Chr.
Matras tráaði eftir.
Frá If It Be Your Will til Hallelujah
er langur teinur, bæði í formi og gud
frøðiliga. Sjálvur sangurin er bara ein
lítil úrdráttur úr einum størri verki.
Í Hallelujah verður sipað til Fyrru
Sámuelsbók 16, 23, har sagt verður, at
Dávid tók “hørpuna og sló streingirnar;
tá lætnaði hjá Sauli ... og hin illi andin
fór frá honum”.
Seinni verður sipað til søguna um
Dávid og Batsebu (Onnur Sámuelsbók
11,2): “sum Dávid var farin av legu síni
og gekk ... uppi á takinum á kongs
høllini”, sá hann eina “konu, ið tvó
sær. Og konan var avbera fríð í ásjón”.
Endiliga verður eisini sipað til frásøgn
ina um Dalilu og um Samson, sum misti
sína styrki, tá ið hárið varð rakað av
honum.
Sangurin – um mætar kongar, sum
yvir av Erosi eru fyri falli – er eitt
holistiskt Hallelujah, ein antidualistisk
lovprísan, sum eisini fatar um kærleika
og kynsliga girnd, um tað brotna og tað
ófullkomna, sum soleiðis gerst partur
av tí heilaga.
Suzanne
Fólk, sum fyrst í 60-árunum spákaðu
niðri við havnarlagið í Montreal ella
stukku inn í náttklubbarnar har, varn
aðust hesi árini kanska eina unga,
svinna gentu, sum nýliga var komin úr
einum kostskúla í Ontario. Hon sást í
listagallaríum ella á kaffistovum, hon
yrkti, men vísti seg serliga at vera
gávuríkur dansari. Hon æt Suzanne
Verdal. Ein dagin møtti hon tí guda
vakra myndahøggaranum Armand
Vaillancourt. Tey giftust og fingu eina
dóttur.
Eina glerkalda kavanátt fór ein vin
maður hjá Armand oman í sítt yndisbøli
Le Bistro. Har hitti hann fyrstu ferð
Suzanne. Vinmaðurin var tann tá um
27-28 ára gamli rithøvundurin Leonard
Cohen. Burtur úr hesum fundi spratt
yrkingin “Suzanne Takes You Down”, ið
seinni varð til sangin Suzanne, høvuðs
skering á hansara fyrstu plátu, Songs
of Leonard Cohen, frá desember 1967.
Suzanne takes you down
to her place near the river
you can hear the boats go by
you can spend the night beside her ...
Suzanne er ikki ein persónur, heldur
ein poetisk hugmynd, sum yrkjarin
vevur eitt ríkidømi av fonløttum til
sipingum rundanum. Te og appilsinir,
komin tann langa vegin úr Kina, ganda
fram tað eksotiska og rára. Suzanne,
fáa vit at vita, er “half crazy” (ikki heilt
rættsiktað), hon er bara til helvtar í og
av hesum heimi, dugir kanska gand,
hevur kanska samband við duldar
maktir. Tá ið tú sigur, at tú hevur ongan
kærleika at geva henni, letur hon ánna
svara, at tú vart altíð hennara elskari,
hvør skal siga, hon er ævinlig, arketýpa,
anima.
Likamsins lampa
Í næsta ørindi kveikir skaldið myndina
av Jesusi, sum týðiliga er skyldur
við Suzanne, sameindur við hana av
poesiinum og havinum og andstøðuni
til tann sjálvglaða borgaran og hansara
tokka til pengar og vald. Í triðja ørindi
opinberar Cohen eina nýggja mynd,
Mariu moy, “our lady of the harbour”,
sum sæst avmyndað – hyggjandi út
á hav, signandi farandi skip - við eini
standmynd á sjómanskirkjuni Nôtre
Dame de Bon Secours í gamla Montreal.
Figururin í Suzanne er ríkur,
kvinna, móðir, halgimenni, Kristus og
samstundis skroypiligur og blúgvur.
Suzanne er reinur poesiur, sum
Galadriel í Ringanna Harra. Í seinastu
reglu í hvørjum ørindi skapar yrkjarin
við sagnorðinum “touch” (nerta) trý
sambond millum “mind” (huga, sál) og
“perfect body” (tað fullkomna likamið) –
frá tær til hana, frá honum (t.e. Jesusi)
til tín og frá henni (t.e. Suzanne) til tín.
Kanska skal tað fatast so, at sinnið ella
sjónin ger likamið fullkomið. Reglurnar,
sum tykjast sipa til tankans reinleika,
fáa meg at hugsa um hesi undurfullu
orðini úr Nýggja Testamenti (Matteus
6, 22):
Eygað er likamsins lampa. Er eyga
títt uttan svik, verður alt títt likam
lýsandi.
Garcia Lorca
Leonard Cohen tók studentsprógv á
skúlanum Westmount High og las eitt
skifti við McGill lærda háskúla. Hóast
hann var tiltikin kringur í kynstrinum
at skifta orð, var hann neyvan nakar
ágrýtin lesandi. Stóð tað til teir
ráðandi í Cohen-ættini, hevði hann
kanska endað sum múgvandi klædna
barónur. At hansara lívsvegur gjørdist
ein annar, kunnu vit m.a. takka tí
spanska yrkjaranum Garcia Lorca fyri.
Lorca, sum var samkyndur og gitin
anti-fascistur, varð skotin av Franco-
monnum í 1936.
Staddur í einum antikvariati í
Montreal datt Leonard, tá um 15-16 ár,
niður á eina yrking eftir Garcia Lorca,
við heitinum “Gacela á morgun-markn
aði”. Lesturin gjørdi, at hárini reistust
í nakkanum. Trý áratíggir seinni segði
hann um hesa hending:
Tá ið okkurt bleiv sagt á ein ávísan
hátt, tóktist tað at fata um alheimin.
Ikki bara mítt hjarta var uppií, men øll
hjørtu, og einsemið hvarv og tú føldi, at
tú vart henda skepnan sum kendi sakn
mitt í einum kosmosi sum kendi sakn,
og at saknurin var í lagi. Ikki bara var
hann í lagi, men við honum fevndi tú
sólina og mánan.
Frá Lorca er ikki langt til tað æviga
stríðið móti einaveldi og fascismu, og
tað er ikki av tilvild, at Cohen gjørdi La
complainte du partisan – ein franskan
sang, sum fagnar fronskum mótstøðu
fólkum, sum noyddust at flýggja til
London undir 2. heimsbardaga – heims
gitnan. Tá ið Bob Johnston læt Songs
From A Room spæla inn, fleyg hann til
París og fekk tríggjar franskar gentur at
medvirka saman við Cohen.
...Framhald á næstu síðu
Leonard Cohen á knæ á pallinum á Key Arena í Seattle í 2012
Mynd: David Ahrendt