hósdagur 23. apríl 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
Marianne
Um vit nú nærkast sangarans leyvs
máttu, síggja við annan durastavin eina
kvinnu og við hin ein sang. Kvinnan
eitur Marianne, og sangurin – ja, hann
byrjar soleiðis:
Come over to the window,
my little darling
I´d like to try to read your palm ...
Sum yrkingin “Um eg kundi kvøðið”
eftir J.H.O. Djurhuus er hetta ein
sangur, sum tykist boða frá kærleika,
men í roynd og veru boðar frá skilnaði.
Sangarin sigur um seg sjálvan, at hann
er “a Gipsy boy”, t.e. ein sigoynari, ikki
at halda um. “I let you take me home”,
sigur hann so, t.e. “tú slapst at hýsa
mær”. Hann er ikki bara vallari, men
skald, og, sigur hann, “eg elski at liva
saman við tær, men tú fært meg at
gloyma so nógv”. Hann heldur fram:
I forget to pray for the angels
and then the angels forget to pray
for us
Yrkjarin gloymir at biðja til einglarnar,
og einglarnir gloyma at biðja fyri hon
um, hansara elskaðu og kanska øllum
menniskjum. Sangurin Marianne er
so vakur og lagið so hugtakandi, at
tey kunnu fáa viðkvæmar sálir at sita
í sjóðheitum gráti, men innihaldið er
ikki bara mjúkt og er sama tema, sum
Cohen tekur upp í “The Stranger Song”,
har yrkjarin er TANN FREMMANDI,
hvørs vilji til skapan verður hóttur av
kærleika, varma og skýli. Stendur valið
millum skapan (ella Gud) og kvinnuna,
má tann seinna víkja.
Rúsevnir
So Long, Marianne avspeglar endan á
sambandinum hjá Leonard Cohen við ta
norsku gentuna Marianne Ihlen. Í 1960
fór Cohen sína fyrstu ferð til Europa,
fyrst til London og haðani til oynna
Hydru nakað sunnan fyri Piraeus í
Grikkalandi. Oyggin var longu tá kend
sum tilhaldsstað hjá yrkjarum og lista
fólkum. Tann amerikanski rithøvund
urin Henry Miller búði har eitt skifti
undir seinna heimsbardaga og skrivaði
í skaldsøguni The Colossus of Maroussi
um “tað villa og nakna lýtaloysið” har.
Stutt eftir at Leonard var komin til
Hydru, varnaðist hann ein dagin eina
unga ljóshærda gentu, sum hann helt
vera “lýsandi vakra”. Marianne Ihlen
var gift og hevði ein lítlan son, men
hjúnalagið var um at rivna, og brátt
vóru hon og Cohen par. Hon fylgdi hon
um seinni til Montreal og New York.
Teirra kærleiki vardi til móti endanum
á 60-árunum.
“Take a walk on the wild side,”
sang Lou Reed. Leonard Cohen var
millum teirra, sum vágaðu sær út á
Psychedeliu “villu víddir”. Miðskeiðis
í 50-árunum boðaði rithøvundurin
Aldous Huxley, m.a. í bókini The Doors
of Perception (1954) frá, at evnir sum
meskalin ella LSD fóru at lata menn
iskjum hurðina upp til samband við
eina víðkaða sálarstøðu, kanska
nirvana.
Nashville
Í 1964 fór Leonard Cohen at brúka
slík evnir, og í sambandi við, at hann
á Hydru stríddist við at skriva skald
søguna Beautiful Losers lidna, brúkti
hann onnur rúsevnir, m.a. speed og
amfetamin. Tilgongdin var ivaleyst
bæði ríkandi fyri hugflogið og hættislig,
men Cohen fekk skaldsøguna lidna og
endaði við at fasta í tíggju dagar.
Eftir hetta drúgva tíðarskeið, við
hugtyngslu og maniskari andkomu,
hugdi hann ein seinnapart at himlinum
yvir Hydru og sá, at hann var
“svartur av storkum”. Teir “settust á
allar kirkjurnar og flugu avstað um
morgunin.” Tá visti Cohen, at nú fór
at lýsna. Hann tók tá ta avgerð at fara
til Nashville og gerast sangskrivari.
Sangarin Leonard Cohen var borin í
heim.
Byrjanin var trupul, og tær fyrstu
upptøkurnar vórðu gjørdar í óvissu
og angist. Tann fyrsta plátan, helt
Leonard, fór eisini at vera tann sein
asta. Hetta var seinast í 1967. Í dag, 46
ár seinni, kunnu vit staðfesta, at Cohen
hevur greitt meira enn tjúgu plátur og
fløgur úr hondum. Í summum førum,
eitt nú tá ið Ten New Songs - ein av
hansara fullkomnastu fløgum - varð
framleidd, hevur hann arbeitt saman
við Sharon Robinson.
Um vit taka alt við, sang, tónasmíð,
tulking, tónleik, framførslu og tekst, so
er hansara heildarverk helst eitt tað
glæsiligasta í popp- og rokk-heiminum.
Aftur á Boogie Street
Sum heild kunnu vit til seinast siga, at
júst tað, at Cohens tekstir ofta tykjast
einfaldir, og at løgini eru lætt fatað og
fangað, fjalir tann veruleika, at hansara
yrkingar ofta eru kompleksar. Eisini er
ofta ein dámur av impressionismu yvir
teimum, sum ger tær argandi gátuførar.
Evnið er – heldur enn kærleikin – kær
leikans varandi eftirmynd, farvegurin,
sum verður til æviga list. Stavnhaldið
er tann coniunctio spirituum, samein
ingin millum tað mannliga og tað
kvinnuliga prinsippið, sum sæst av
myndað uttan á New Skin For The Old
Ceremony, í eini symbolskari mynd frá
1550. Í tí kvinna og maður møtast og
sameinast, fáa tey veingir.
Fyrst í hesum hugleiðingum varð
nevnt, at tveir pólar eru í Cohens list og
skaldskapi, longsulin móti tí andaliga
og drátturin at kærleika og seksualiteti.
Tað áhugaverda er, at longsulin gongur
tvívegis.
Fyri Platon var idéheimurin tað
ævinliga og veruliga, kristin leingjast
eftir himmiríki, buddhistar tráa eftir
nirvana, og Leonard Cohen leitar stund
um niðan til zenmeistaran Roshi, á
Baldy-fjallinum. Vit eru í útlegd her á
jørð, og okkara sanna heim er ævin
leikans ríki. Venda vit hesum við, er
lívið ein gáva og eittans. Yvir tí er bæði
skuggi og ljós, tað heila eins væl og tað
brotna, djúp sorg og ófatilig lukka.
I´m wanted at the traffic-jam.
They´re saving me a seat.
I´m what I am, and what I am,
Is back on Boogie Street.
Leonard Cohen saman við rumenskari vinkonu á oynni Hydra í 1971