hósdagur 23. apríl 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
20
Inspiratiónin
skal hava eitt
stað at spretta
inaferð gekk ein maður
og undraðist í týska bý
num Zürich.
Frumsýning
hevði
verið í einum leikhúsi í
býnum, 250 áskoðarar
høvdu verið til sýningina, men dagin
eftir var tað sum, at allur býurin hevði
sæð leikin.
Og undrandi maðurin fór at kanna
málið.
– Tað vísti seg at vera kafeirnar og
vertshúsini, sum gjørdu munin. Tey, sum
høvdu verið til leik, fóru í býin aftaná.
Og har snakkaðu tey um leikin við onnur,
sum so aftur tosaðu við onnur, og áðrenn
fyrstu ummælini komu í bløðini dagin
eftir, høvdu so nógv hoyrt um leikin, at
tað var, sum allur býurin hevði verið til
frumsýning.
The grand old mann innan føroyskan
yrkisleik, Eyðun Johannessen, fortelur
søguna um týska mannin og vertshúsini.
Vit sita í floyalsreyðu forhøllini í Meiarí
num, har Tjóðpallurin heldur til – og skal
halda til, inn til Tjóðleikhúsið eftir ætlan
verður reist á Skálatrøð í 2019.
Hóast heimurin hevur fingið bæði
sjónvarp og facebook síðani kanningina
í Zürich, metir føroyski leikstjórin, at tað
fer at hava jaliga ávirkan, at kommunan
hevur valt at staðseta Tjóðleikhúsið
niðri í býnum.
Jenny C. Petersen, leikhússtjóri, er
samd.
– Aðrir møguleikar hava verið nevnd
ir, men vit fegnast um, at Tjóðleikhúsið
verður lagt her niðri. Tað er ein styrki at
liggja í einum umhvørvi, sum hevur so
nógv tilboð, at tað ýður í lívi. Tað verður
hugaligari fyri starvsfólkini og stutt
ligari fyri áskoðararnar.
Heim av túri til leik
Í 2003 var lógin um Tjóðpall Føroya
samtykt á Føroya Løgtingi. Hetta var
sambært Jenny C. Petersen og Eyðuni
Johannessen eitt avgerandi stig í til
gongdini, tí við Tjóðpallslógini hevði
landið endaliga staðfest, at vit vilja hava
professionella leiklist, og vit vilja geva
henni neyðugu karmarnar.
Eyðun Johannessen eigur ein stóran
leiklut
í
stríðnum
fyri
føroyskari
yrkisleiklist. Hann lærdi til sjónleikara
síðst í 1950unum, var leiðari fyri Sjón
leikarahúsið
í
Havn
í
1960unum,
og síðst í 1970unum stovnaði hann
sjónleikarabólkin Grímu fyri føroyskar
yrkisleikarar.
– Vit vildu prógva, at tað bar til at ar
beiða við yrkisleiki í Føroyum. Tað vóru
tað øgiliga fá, sum hildu tá. Fólk søgdu,
at vit vóru ov smá, at okkum nýttist ikki
annað enn amatørleikin. Tíbetur er nógv
er broytt síðan. Um tú slært upp í tele
fonbókini í dag, so standa fólk við starvi
sum sjónleikarar. Tað var heilt óhugs
andi fyri fjøruti árum síðan. Tá var tað
bara fjas at vera sjónleikari. Í dag er tað
eitt virðiligt yrki.
Gríma og Tjóðpallurin eiga sín part í
hesi hugburðsbroyting, og tá Tjóðleik
húsið kemur, fer tað eisini at ávirka
rætta vegin, væntar Eyðun Johannessen.
Tjóðpallurin krevur professionalismu,
og Tjóðleikhúsið fer at krevja enn størri
reglusemi. Fólk skulu altíð kunnu fara til
professionellan leik, og tey skulu altíð
væntað sær dygd.
Eyðun vísir til grannar okkara í
Íslandi, sum hava eitt væl virkandi tjóð
leikhús og eina sterka siðvenju at fara
til leik.
– Í Íslandi er tað so, at tá ein skips
manning kemur aftur av túri, er tað heilt
vanligt, at teir ringja til tjóðleikhúsið og
bíleggja atgongumerki til alla familjuna.
Tað at fara til sjónleik er ein fastur táttur
í lívinum har.
– Hetta krevur eitt reglusemi í sýning
um og góðar fíggjarligar karmar, men tá
ið vit nú arbeiða fram ímóti einum før
oyskum tjóðleikhúsi, vænti eg eisini at
játtanin áhaldandi økist, soleiðis at vit
hava eitt virksemi, sum kann førast yvir
í tjóðleikhúsið, tá ið tað er bygt.
Kann eg sleppa at
gjalda alíkavæl
Eyðun Johannesen vónar eisini, at leik
listin verður ein meira natúrligur partur
av øllum møguligum umhvørvum í Før
oyum. Leiklistin hevur brúk fyri áhuga
bólkum, sum stuðla við at fara til leik
og eggja øðrum at fara til leik. Og virkir,
feløg og privatpersónar kunnu í nógv
størri mun stuðla Tjóðpallinum.
– Stovnar og fakfelagsbólkar áttu til
dømis at havt ein mentanarpolitikk, har
tað at vísa listini ans var ein sjálvsagdur
partur. Tað er gleðiligt, at politikkarar og
fólk annars eru vorðin meira jalig mót
vegis yrkisleiki, men vit hava brúk fyri
at styrkja hendan hugburð enn meira.
77 ára gamli Eyðun Johannessen hev
ur drúgvar arbeiðsroyndir úr danska
sjónleikaumhvørvinum. Í 1970 fór hann í
starv á Århus Teater, og frá 1979 til 1986
var hann rektari á sjónleikaraskúlanum í
Århus. Hann hevur sett eitt ótal av leik
um upp í Danmark umframt í Føroyum,
Íslandi, Noregi og Svøríki.
– Aðrastaðni er vanligt, at fyritøkur,
stovnar og privatpersónar stuðla leik
listini. Kongaliga leikhúsið í Keyp
mannahavn fær til dømis nógva fígging
frá privatum. Tað átti eisini at borið til í
Føroyum.
Seinastu árini hevur Tjóðpallurin
raðfest at gera undirvísingartilfar til
leikirnar, sum verða spældir á Meiarí
num. Hetta fyri at styrkja sambandið
við skúlaverkið og skapa eina sterkari
leiksiðvenju í skúlunum. Og sambært
Jenny C. Petersen ætla tey at leggja enn
størri dent á uppsøkjandi arbeiði í fram
tíðini.
E
Tjóðleikhúsið fer at lata upp fyri altjóða samstarvi,
størri arbeiðsgleði og sterkari áskoðaramentan. Tað halda
Jenny C. Petersen, leikhússtjóri á Tjóðpallinum, og Eyðun
Johannessen, sum seinastu vikurnar hevur leikstjórnað
Kravravnum til sera góð ummæli. Vit hava hitt tey bæði í
forhøllini í Meiarínum til prát um menning og møguleikar
Dorit Hansen
Tjóðleikhús