Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 61

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 24. apríl 2015 21 – Tað hevur verið eitt øki, har vit kanska hava verið eitt sindur varin, bæði tí at fíggjarligu møguleikarnir eru av­mark­aðir, og tí at eg eri einsamøll, men tað er eitt øki, sum vit ætla at leggja størri dent á, tí tað er eisini okkara ábyrgd at styrkja áskoðaramentanina sum heild. Jenny Petersen greiðir frá, at tá ið Tjóðapallurin varð settur á stovn, aftraðu fyritøkur seg við at stuðla, tí nú var tað ein tjóðpallur, og so hevði land­ ið ábyrgdina. Almenna skipanin, við at pengarnir hjá stovninum vórðu null­ still­aðir hvørt ársskifti, gjørdi eisini, at privat hildu seg aftur. Tey vildu ikki geva pengar, sum kanska bara endaðu í lands­kassanum. – Í dag kunnu vit marka stuðuls­ pengar til ávísar verkætlanir, og tað ger tað lættari at søkja um stuðul. Vit upp­ liva eisini at fólk og virki koma sjálv­ boðin við peningagávum, greiðir Jenny frá. – Ein dagin steðgaði ein hýruvognur uttanfyri, og ein eldri kona kom inn. Hon hevði hoyrt í miðlunum um sótskaðan í hús­inum, og hon hevði bílagt sær bil, biðið hann steðgað uttan fyri Eik banka, har hon tók 1000 krónur út, legði teir í ein brævbjálva og kom her við teimum. – Sovorði er rørandi, sigur leik­hús­ stjórin, og Eyðun leggur afturat: – Tá ið vit høvdu boðið fólki inn til aðal­royndina av Kravravnum, kom ein maður til mín og spurdi, um sýningin var ókeypis. Eg segði, at tað var hon. Jamen, kann eg ikki sleppa at gjalda alíkavæl. Og tað slapp hann sjálvandi, sigur leik­ stjórin við einum skeivum smíli. Sambond úteftir rúmka inneftir Í grannalondum okkara er vanligt, at bólk­ar ferðast uttanlands við sýningum, og at leikhús keypa uppsetingar frá hvørj­um øðrum. Útlendskir leikstjórar hava sett fleiri leikir upp á Tjóðpallinum, men húsið hevur ikki umstøður at taka ímóti heilum uppsetingum uttanifrá. – Okkara hølir í dag lúka als ikki krøv­ ini til eina slíka vitjan, staðfestir Jenny. Men tað fer at broytast, tá ið tjóð­leik­ húsið kemur. Hvat fara gestavitjanir at geva, sum vit ikki hava í dag? Eyðun er avgjørdur, tá ið hann svarar: – Fyrst og fremst íblástur. Men tey per­són­ligu sambondini, sum slíkar vitjanir hava við sær, fara harumframt at skapa heilt nýggjar møguleikar. Hann vísir á, hvussu føroyska tón­ leika­umhvørvið hevur ment seg við at fáa útlendskar tónleikarar hendan vegin, sum síðani hava latið hurðar upp fyri før­oyskum tónleikarum úti í heimi. – Knappliga hevur tú eitt netverk, sum ikki bara er innan fyri sjómarkið, og tað gevur heilt aðrar møguleikar og heilt aðra menning. Íslendingar hava í mong ár ferðast kring heimin við teirra leikum, og teir hava eisini megna at fáa nøkur av størstu nøvnunum at koma til Íslands. Sjálv­andi kunnu vit eisini tað, staðfestir Eyðun Johannessen. – Útlendsku sambondini fara at rúmka um heimligu lívskorini, og tað fer at vera nógv áhugaverdari at búgva og ar­beiða her. Hvønn týdning hevur tað havt fyri teg, at tú ikki bara hevur arbeitt í Føroy­um? – Tað hevur havt ómetaliga stóran týdning Hvat hevur tað givið tær, sum tú ikki hevði fingið, um tú var verandi? – Fyrst og fremst havi eg fingið viður­ kenning. Eyðun steðgar á eina løtu. – Hana fekk eg ikki her. Ikki uttan frá nøkrum heilt fáum. – Og so havi eg eisini fingið avbjóð­ing­ ar. Avbjóðingar, sum hava mennt meg og gjørt lívið meira marglitt. – Men tað krevur eitt vist dirvi og fanans­agtigheit at fara út. Tú kanst ikki siga “undskyld, jeg er færing,” tú ert noyddur at trúgva á egnar førleikar og møgu­leikar. Og aftur har kunnu persón­ ligu, útlendsku sambondini styrkja og stuðla, soleiðis at fleiri fáa dirvi at fara, og bólkar kunnu fara saman. Tað stutt­ liga hjá mær og eisini hjá børnunum hjá mær er, at vit altíð verða sett í bás sum føroy­ingar. Tað er eitt merki, eitt kvalitets­merki í grundini. Eyðun steðgar aftur. – Nú ljóðar tað eitt sindur reypandi, men soleiðis uppliva vit tað. Føroyskir leikarar meira sansaligir Seinastu vikurnar hevur Eyðun Johannessen leikstjórnað leikinum Krav­ravnar í hølunum hjá Tjóðpallinum á Meiarí­num. Laura Joensen hevur týtt leikin, sum August Strindberg skrivaði í 1889. Kristina Ougaard Sørensen spælir kvinnu­liga leiklutin, og Hans Tórgarð og Hjálmar E. Dam spæla fyrrverandi og núverandi menn hennara. Leik­urin hevur fingið góð ummæli í Kring­varp­ inum og á sosialu miðlunum. Og Eyðun er eisini væl nøgdur við avrikini hjá leik­ ar­unum. – Eg taki hattin av fyri leikarunum. Mátin, sum hesi fólkini brúka málið uppá, er sum reinur tónleikur. Tey eru sum akrobatar, sum tveita seg runt í mál­ inum við temposkiftum og málsligum frasering­um. Summi halda, at føroyska málið er stirvið, men tað prógva Kristina, Hans og Hjálmar, at tað er tað yvirhøvur ikki. Jenny C. Petersen og Eyðun Johannessen fegnast um, at Tjóðleikhúsið nú er á gáttini. Í hesum døgum fáa tey rósur fyri Strindbergleikin Kravravnar, sum verður leiktur á lítla pallinum í Meiarínum. Men í 2019 verða hurðarnar eftir ætlan latnar upp til nýggja Tjóðleikhúsið á Skálatrøð. Og tað fer at lata upp fyri heilt nýggjum útlendskum samstarvsmøguleikum, sum kunnu geva íblástur og enn størri menning av føroysku leiklistini. – Útlendsku sambondini fara at rúmka um heimligu lívskorini, og tað fer at vera nógv áhugaverdari at búgva og arbeiða her, sigur Eyðun Johannessen, leikstjóri. Mynd: Finnur Justinussen ...Framhald á næstu síðu