Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 4 • 24. apríl 2015 Hvør er størsti munurin millum at ar­ beiða við føroyingum og danskarum? – Eg arbeiði við føroyingum uppá akkurát sama máta, sum eg arbeiði við dansk­arum. Men kanska er tilgongdin til tað kreativa lættari við føroyingum. Hvussu tá? – Eg haldi, at føroyskir leikarar eru meira sansaligir. Teir hava betri tilgongd til kenslulívið, og eg kann fáa teir longur út í tovverkið, enn eg nakrantíð havi fing­ið nakran danskara. Eg veit eisini, at danskir leikstjórar hava sagt tað sama við børn­ini hjá mær. At tey hava eitt ann­að samband við kenslurnar. Jenny nikkar. Hon hevur eisini fleiri feðrir hoyrt vitjandi leikstjórar siga tað sama. – Útlendskir leikstjórar eru altíð áhug­aðir í at koma aftur, og teir rósa til­far­inum, sum teir hava at arbeiða við her. Fólkunum. Tey hava nakað serligt, bæði listarliga og tekniskt, siga teir. – Tað er, sum hava vit eitt rúmligari hug­flog ella okkurt slag av djørvum opin­leika, leggur Eyðun afturat. – Í nógvum leikum skulu leikarar inn á okkurt frivolt, okkurt fúlt. Tá skalt tú ígjøgnum nakrar barrierur av blúni, og føroy­ingarnir hava lættari við at bróta tey mørkini. Tað hevur kanska okkurt við størri barnsligheit at gera, at vit tora at spæla. Klár at flyta inn í húsið Tórshavnar kommuna hevur, sum sagt, avgjørt, at Tjóðleikhúsið skal liggja á Skála­trøð, og Mentamálaráðið hevur sett byggi­nevnd at fyrireika byggingina. 50 milliónir eru settar av til fyrireikandi arbeiðið. Eftir ætlan skal húsið standa lið­ugt í 2019, og Jenny C. Petersen og Eyðun Johannessen halda bæði, at Tjóð­ pall­urin er klárur til húsið. – Sjálvandi skal ein størri játtan til, men hyggja vit at menniskjaliga til­ feing­inum, so hava vit í dag útbúgvin fólk innan seyming, ljóðtøkni, ljóstøkni, drama­turgi, sniðgeving, scenografi um­ framt útbúnar sjónleikarar, staðfestir Jenny. Hon merkir eisini eina týðiliga hug­ burðs­broyting millum fólk. Nú verður ikki longur flent í krókunum, tá tosað verð­ur um Tjóðleikhúsið. Fólk hava sæð virðið í yrkisleiklistini, tey hava sæð, at hon riggar í Føroyum, og tey eru eisini farin at trúgva upp á, at leikhúsið verður veru­leiki. – Samfelagið er búgvið til tjóðleikhús, staðfestir Eyðun. – Fyri fjøruti árum síðani vart tú stemplaður sum snobb, um tú tos­aði um mentan. Í dag standa for­eldur í bíðirøð fyri at fáa børn inn í musikk­skúlan, leik­list er ein lærugrein í mið­náms­skúl­ unum, og øll fólk koma til sjónleik, líka mikið hvar úr landinum tey eru, ella hvørja átrúnaðarliga áskoðan tey hava. Lógin um Tjóðpallin varð sam­tykt í Løgtinginum í 2003. Stutt framman­ undan framførdi Tjóðpallurin Ginu­søgur, sum skapti øsing millum ávísar løg­tings­ limir. Kjakið um sensur í samband við Ginu­søgurnar gjørdi tað lættari at fáa lóg­ina ígjøgnum, heldur Jenny. – Tað var ein øgiliga breiður meiriluti fyri Tjóðpallslógini. Eg haldi, at tað vóru 27 atkvøður fyri. Tað hevði neyvan hent, um Ginusøgur ikki høvdu flutt fólk framm­an­undan. Øll vildu vísa, at tey stuðl­aðu Tjóð­pallinum og vóru í móti sensuri. Játtanin hjá Tjóðpallinum er í dag 4,5 milliónir, og leikhússtjórin vil ikki seta tal á, júst hvussu stór játtanin skal vera, tá ið tjóðleikhúsið er komið. – Sjálvandi er ætlanin, at vit skulu hava fleiri uppsetingar og fleiri sýn­ ingar. At vit hava støðugt virksemi alt árið. Men tað skulu ikki bara vera okk­ ara egnu framleiðslur. Hugsanin við hús­ inum er, at tað skal vera rúm fyri ymisk­ um sjón­leikarabólkum, sigur Jenny C. Petersen. Eyðun Johannessen tekur undir við henni: – Hyggja vit at grannum okkara í Íslandi, so hava tey í Reykjavík eitt býarleikhús og eitt tjóðleikhús. Og tað ýður við smáum bólkum kring hesar pallar­nar. Eg kundi hugsað mær, at Tjóð­ leik­húsið fær sama smittandi virknað. Tað skal vera eitt stað, har inspiratiónin sprettur. Eyðun Johannessen hevur drúgvar royndir sum leikstjóri, bæði í Føroyum, Danmark og hinum norðurlondunum. Hann arbeiðir ikki øðrvísi við føroyingum enn øðrum, sigur hann. Men føroysku leikararnir hava lættari tilgongd til tað kreativa. – Eg haldi, at føroyskir leikarar eru meira sansaligir. Teir hava betri tilgongd til kenslulívið, og eg kann fáa teir longur út í tovverkið, enn eg nakrantíð havi fingið nakran danskara. Í nógvum leikum skulu leikarar inn á okkurt frivolt, okkurt fúlt. Tá skalt tú ígjøgnum nakrar barrierur av blúni, og føroyingarnir hava lættari við at bróta tey mørkini, staðfestir royndi leikstjórin. Mynd: Finnur Justinussen Ummælið er á Facebook og á heimasíðu Tjóðpallsins. Her eru nøkur brot: “Eyðun Johannessen, okkara mest royndi leikstjóri er komin heim enn einaferð at pallseta leik, sum vísir, hvat sjónleikur kann brúkast til, tá viðgerðin av evn­inum er æviga ung. Eyðun kann, sum ein annar ganda­kallur framelska tað allarbesta spæli hjá einum leik­ara, sum sjálvur eigur gávurnar. Íblástur frá slíkum leik­stjóra ger, at vit tola, at alt er einfalt, tí dialogurin er tað berandi.” “Eins og eitt symfoniorkestur fær tónleikin settan út, soleiðis er eisini við sjónleiki. Hvør replikk, hvør rørsla, hvørt eygnabrá og hvør kensla er greinað, leikað og sett í eina ørfína skipan. Tá ið Eyðun hevur leik­ stjórnað sjón­leikarum og samskipað sítt produktións­lið, so ber til at sita tryggur og fáa veruligt innlit í tekst og talu.”   ”Hans Tórgarð spælir leiklutin sum Adolf, sum er lista­ málari. Hans hevur við hesum leikluti enn einaferð víst, at hann er sjónleikari á altjóða støði. Strindberg man ikki hava havt nógvar leikarar, sum hava tulkað hansara næstan absurda leik um nervaspæl millum kvinnu og menn betur.” ”Kristina Ougaard Sørensen, sjónleikari og dansari er vælspælandi sum Tekla gjøgnum allan leikin. Ikki minst hómast hennara sjónleikaragávur í stillu senunum, sum eru fleiri. Hon spælir dramatiskt við djúp­hugsni, tá menninir hava einrøður. Í senum í skjótari samrøðu er Tekla gjørd eitt sindur flákrandi við replikkum, sum ongin nútíðarkvinna hevði ferðast við. Kristina hevur nógv at spæla upp á og hugfangar áskoð­aran. At síggja ein leikara, sum kropsliga og mentalt er so væl fyri, er gáva fyri oyra og eyga.” ”Hjálmar E. Dam hevur sum sjónleikari ment seg nógv við óteljandi royndum á palli. Hann kann í dag átaka sær karakterleiklutir. Spælið er trygt og væl frágingið. Leik­luturin sum Gustav er tann torførasti, tí her hevur Strindberg latið karakterin næstan blint verið stýrdan av kenslu­kulda, sum í leiklutinum drívur verkið. Hetta gevur eina eitt sindur eintáttaða uppbygging av leik­ lutinum. Ikki so nógv sálarlig sveiggj sum í leik­lutinum hjá Adolfi. Tó kann Hjálmar vera væl nøgdur, og vit sum áskoðarar taka hetta beistið Gustav til okkum í fullum álvara.” Gulla Øregaard: Ummæli av leikinum Kravravnar