hósdagur 23. apríl 2015síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
4 • 24. apríl 2015
óðurmálsdagin 25. mars varð Tíðarrit.
fo tikin í nýtslu. Tíðarrit.fo (www.
tidarrit.fo) er ein heimasíða, har tú
kanst lesa og leita í føroyskum avísum
frá byrjanini fram til 31. desember
1999.
Søvn Landsins skriva: "Verkætlan
in at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum
byrjaði í 2013, men varð síðan útsett nakrar ferðir. Í
mai 2014 skrivaðu Statsbiblioteket í Århus og Lands
bókasavnið undir sáttmála, har Statsbiblioteket, sum
hevur mikrofilmarnar á goymslu, átók sær at standa
fyri skanningini av filmunum. Alt tað skannaða tilfarið
er síðan lagt inn í blaðportal hjá donsku fyritøkuni
Infomedia, sum fyri Landsbókasavnið nú fer at veita
almenna atgongd til bløðini umvegis netið."
Á www.flb.fo kanst tú taka leitivegleiðing niður.
Palli Gregoriussen sýnir fram
tekningar á Býarbókasavninum
J.P. Gregoriussen er føddur í Havn í 1932 og útbúgvin
frá Kunstakademiets Arkitektskole í 1960. Hann er best
kendur sum arkitektur og fyri sínar tiltiknu “strikur”,
sum í nógvum førum og á ymiskan hátt hava sett sítt
eyðkenni á býarmyndina í Havn. Men eisini hevur Palli
virkað sum listamaður og hevur mangan havt tekni
blokkin við sær á ferð bæði úti og heima.
Á framsýningini eru tekningar úr Havnini, ið Palli
hevur teknað í tíðarskeiðnum 1994-2000.
Framsýningin er at síggja til 1. juni.
Bókin kemur til tín
Bókaberin er til fólk, sum vegna rørslubrek ella annað
brek ikki hava møguleika at koma á bókasavnið.
Hvør kann brúka Bókaberan?
Skipanin er fyri øll, sum vegna drúgva ella varandi
sjúku, rørslubrek ella annað brek ikki kunnu koma á
bókasavnið, og sum ikki búgva saman við avvarðandi,
sum kunnu fara fyri tey.
Fyri at brúka Bókaberan skalt tú búgva í Tórshavnar
kommunu.
Tú kanst ringja ella senda teldupost til Býarbóka
savnið fyri at fáa umsóknarblað. Umsóknarbløð og
kunning kunnu eisini prentast frá heimasíðuni.
Barnabókasavnið er meira enn bøkur
Hjá børnum er barnabókasavnið
eitt stað fult av upplivingum.
Sjálvandi gera allar bøkurnar
rúmið til nakað serstakt, men
barnabókasavnið er meira enn
bøkur: Her eru leikur, nintendo
wii, teknigreiðir og borðspøl. Spyr
bókavørðin, tí hann hevur eisini
onnur spøl, sum kunnu finnast
fram úr skápinum.
Barnabókasavnið hevur eisini
sítt egna savn av tíðarritum á
ymiskum málum: Strok, Anders
And, Anders And Junior, Boys' Life,
KP Kamratposten, Nysgjerrigper
og Discovery Girls. Tey nýggjastu
bløðini eru Anders And Junior til
børn, sum eru eitt sindur yngri
enn teir vanligu Anders And-lesararnir, Boys’ Life, sum
hevur nógv um skótar og uttanduralív, og Discovery
Girls til tweens. Øll bløðini uttan Anders And kunnu
lænast heim við, bara ikki tað nýggjasta nummarið.
Hugnaoyggin á barnabókasavninum hevur broytt
skap til eina bókaholu, sum er bygd úr gomlum bókum
og tapetserað innan við teknirøðum og guinnessrekord
um. Áhugin hjá børnunum hevur verið stórur. Holan
var nóg illa sett saman, so fór fyrsta barnið innum.
Hoyr eina bók
Visti tú, at tú eisini kanst læna ljóðbøkur gjøgnum
bókasavnið? Ljóðbøkur eru ætlaðar øllum, sum elska
eina góða søgu, men kanska ikki hava umstøður at lesa
eina vanliga bók. Býarbókasavnið hevur enn nakrar
ljóðbøkur á kassettubandi, men nýggju útgávurnar
kunnu lænast á ymiskum fløguformatum og ikki minst
á nettænastuni eReolen, sum í løtuni hevur 6.300
ymiskar danskar ljóðbøkur til børn og vaksin.
Tiltøk á bókasavninum
Mána- og mikudagar kl. 16.30-18.00 er lektiuhjálparin
Ida at hitta í lektiukaféini á niðastu hædd. Lektiuhjálpin
er ætlað næmingum í framhaldsdeild og miðnámi.
2.-9. mai: Umhvørvisvika
27. apríl: Lesiringarnir hittast seinastu ferð í vár
Á bókasavninum
M
Kristina Petersen, bókavørður á Býarbókasavninum
Gomul føroysk bløð á netinum, tekningar og Barnabókasavnið...
Joana V.
Bjarnastein
Hvussu nógv brúkar tú
bókasavnið og til hvat?
– Eg eri á bókasavninum í øllum førum
aðruhvørja viku, kanska oftari. Við
hvørt, tá eg havi verið og keypt inn,
seti eg posarnar inn á bókasavnið,
meðan eg bíði eftir bussinum. Eg læni
ymiskt tilfar, og annars bíleggi og læni
eg bøkur frá útlendskum bókasøvnum
gjøgnum Býarbókasavnið. Onkuntíð
hevur bókasavnið keypt eina bók, eftir
at eg havi spurt eftir henni.
Hvat er tað allarbesta við
at koma á Býarbókasavnið?
– Tað besta er sjálvandi, at eg kann
læna bøkur og ikki minst, at eg kann
lata tær inn aftur. So nýtist mær ikki so
nógvar hillametrar heima.
Hvørjar bøkur lænir tú,
tá tú ert her? Lænir tú
nakað annað enn bøkur?
– Eg læni dvd-filmar og annars fagrar
bókmentir til bæði mín og børnini. Vit
hava lænt barnabókina “Solens konge
rige” einar 10 ferðir gjøgnum árini og
eisini endurnýggjað hana.
Ert tú málrættað, tá tú kemur á
bókasavnið? Ella dettur tú framá
okkurt sjálv?
– Eg eri aloftast málrættað. Eg tími
ikki væl at pløga hillarnar fyri at finna
íblástur, men fái heldur bókavørðin at
viðmæla mær okkurt.
Fært tú nakað burturúr, at
Býarbókasavnið nú er meira opið
bæði leygar- og sunnudagar, og
gerandisdagar líka frá kl. 9 til 21?
– Longri upplatingartíðir vóru ikki
nakað, sum eg saknaði, áðrenn tær
vórðu víðkaðar, og eg brúki ikki
bókasavnið hesar tíðir. Men eg sakni
at kunna lata inn bøkur tíðliga um
morgnarnar á veg til arbeiðis.
Lánarin hendan mánaðin