mikudagur 14. juli 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 132 - 14. juli 2004
Nr. 132 - 14. juli 2004
3
Dýrari bensin
Ta seinastu tíðina er
bensinið dýrkað nógv í
Danmark, og í gjár
hækkaði prísurin aftur.
Hesaferð var hækkingin
24 oyru fyri liturin.
Hjá
teimum
stóru
oljufeløgunum
sum
Shell, Statoil og Texaco
kostar bensinið nú 9,16
krónur fyri liturin, með-
an prísurin hjá teimum
sokallaðu lágprísfeløg-
unum liggur ímillum
8,91 og 9,06 krónur. Tað
eru tó minni enn so allar
bensinstøðirnar,
sum
selja bensinið so dýrt. Í
Danmark hevur prís-
kappingin verið sera
hørð í seinastuni, og tí
kunnu
bilførarar
summastaðni í landinum
fáa bensinið fyri umleið
hálva aðru krónu minni
enn aðrastaðni í landin-
um. Serliga í Norðurjút-
landi hevur prískapping-
in verið sera hørð.
Herfyri var bensin-
prísurin eisini oman fyri
níggju krónur, og tá
fyrireikaðu fleiri olju-
feløg sínar støðir til at
lýsa við prísum oman
fyri tíggju krónur. Her
var neyðugt við útbygg-
ing, tí prísskeltini á
støðunum
vóru
ikki
gjørd til prísir oman fyri
9,99 krónur.
104.000 færri
størv
Í Bretlandi hevur Gord-
on Brown, fíggjarmála-
ráðharr, lagt fram eina
fíggjarætlan fyri tey
næstu trý árini, og hon
ber millum annað í sær,
at ein hópur av almenn-
um størvum skulu skerj-
ast burtur.
Fíggjarmálaráðharrin
sigur, at í 2008 verða
104.000 færri almenn
størv enn nú. Hann
roknar við, at bretski
ríkiskassin fer at spara
einar
250
milliardir
krónur, og pengarnar
ætlar stjórnin at nýta til
skúlaverkið, vælferðar-
skipaninar og til verj-
una. Samstundis er av-
gjørt, at fólk skulu ikki
gjalda meiri skatt enn
nú.
Hetta er tann triðja trý
ára fíggjarætlanin hjá
Gordon Brown, síðani
hann gjørdist fíggjar-
málaráðharri í 1997.
Serligur spenningur er
hesaferð, tí ætlanin gev-
ur eisini eina ábending
um, hvat Labour ætlar at
leggja dent á í næsta
valstríðnum. Harafturat
er tað alment kent, at
Gordon Brown vil fegin
sleppa at taka við eftir
Tony Blair, og tí fylgja
eygleiðarar væl við tí,
sum hann ger og sigur,
skrivar Reuters.
Vatnflóð í
Svøríki
Tað regnaði so illa í
Småland í Svøríki um
vikuskiftið, at í býnum
Værmano var vandi fyri,
at áin Lagan fór at
floyma inn í býin.
Mánadagin vaks áin
støðugt. Nógvastaðni fór
hon upp um áarbakkar-
nar, og umleið 60 vegir
máttu steingjast, tí teir
stóðu undir í vatni.
Myndugleikarnir sendu
bjargingarlið og her-
menn til Småland at um-
væla byrgingarnar, og
kommunan í Væramo
keypti 3.000 sekkir av
sandi, sum fólk so
kundu fáa. Harafturat
kundu fólk fáa pumpur
frá kommununi.
Myndugleikarnir
í
Smålandi søgdu í gjár, at
Lagan er stór enn, og at
vatnið er heldur ikki
minkað í fleiri áum, sum
renna í hana. Teir vænta
kortini, at byrgingarnar
fara at halda, so tað
slepst undan vatnflóð í
sjálvum Vænamo.
Viðurskiftini ímillum
George W. Bush, for-
seta og teir svørtu
leiðararnar í USA
hava ikki verið góð,
men nú ber av
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er gamal sigur, at for-
setin er høvuðsrøðari á ár-
ligu ráðstevnuni hjá størsta
svarta borgararættindafe-
lagsskapinum
í
USA,
NAACP, men soleiðis verð-
ur ikki í ár. Felagsskapurin
heldur ráðstevnu í morgin,
og George W. Bush, forseti
hevði fingið innbjóðing til
at halda høvuðsrøðuna.
Men forsetin tók ikki av.
Undir valstríðnum fyri
fýra árum síðani var Bush
høvuðsrøðari á ráðstevnuni
hjá tí 95 ára gamla felags-
skapinum,
men
síðani
hevur hann ikki hildið røðu
har. At hann heldur ikki ger
tað í ár kemst sambært
einum talsmanni hjá Hvítu
Húsunum av, at forsetin
hevur so nógv at gera.
Sjálvur dylir forsetin ikki
fyri, at tað er ikki øll or-
søkin. Í einari fráboðan
sigur hann, at hann hevur
so at siga einki samband
við NAACP.
– Tit hava hoyrt, hvat tey
siga um meg, og hvat tey
kalla meg, sigur forsetin í
fráboðanini.
Demokratiska forsetaval-
evnið, John Kerry, skal
halda høvuðsrøðuna hjá
ráðstevnuni hjá NAACP.
Umleið 12 prosent av
amerikanska fólkinum eru
svørt, og vanliga atrkvøða
90 prosent av teimum
svørtu
fyri
demokratunum.0
Fyri fyrstu ferð í næstan 40 ár hevur fyrrverandi amerikanski hermaðurin Charles Robert Jenkins tosað við
skyldfólk síni í USA. Tað hendi mánadagin, tá hann tosaði við eitt av skyldfólkunum í telefon úr Indonesia.
Jenkins er giftur við einari 45 ára gamlari japanskari kvinnu. Norðurkoreanskir agentar burturfluttu hana í
1978 og fóru til Norðurkorea við henni. Har giftust hon og Charles Roberts Jenkins. Fyri tveimum árum síðani
sluppu hon og tær báðar døturnar aftur til Japan, men Jenkins sjálvur varð verandi eftir í Norðurkorea. Hann er
bangin fyri at verða útflýggjaður USA til rættarsókn, tí hann rýmdi úr amerikanska herinum.
Mánadagin kom hann til Indonesia at hitta konuna og døturnar. Tað bar til, tí Indonesia hevur ikki sáttmála við
USA um at útflýggja fólk, sum hava brotið amerikanska lóg
Mynd: Reuters
Týskararnir vilja
fegnir hava øll tey
evropeisku londini
upp í ES, men Noreg
stendur ovast á list-
anum, tí norðmenn
eiga pengar
ES
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er nú ikki bara gesta-
blídni, sum ger, at týskarar
serliga vilja hava Noreg
upp í Evropasamveldið.
Teir norsku pengarnir hava
stóran týdning í hesum
sambandi.
Í einari kanning, sum
tíðarritið Chrismon hevur
gjørt, sæst, at 94 prosent av
teimum spurdu týskarunum
vilja fyrst hava Noreg upp í
ES. Á øðrum plássi er
Sveis. Hetta er ikki av
tilvild, tí kanningin vísir, at
týskararnir vilja fyrst og
fremst hava fatur á londum,
sum hava pengar, og sum
kunnu vera við til at gjalda.
Listin vísir eisini týði-
liga, at tey fátæku londini
eru ikki so áhugaverd. Nið-
ast á listanum eru Hvíta-
russland og Serbia-Monte-
negro.
Vilja hava Noreg upp í ES
Fyrsta samrøðan í 40 ár
UTTAN ÚR HEIMI
Bush Bush leggur ikki í at halda
røðu fyri teimum svørtu
– Hatta kenni eg onki til,
er fyrsta viðmerkingin
frá vakthavandi á løg-
reglustøðini í Runavík
um spreingingina á Eiði
mánadagin.
– Tað er heilt ótrúligt,
at tað ikki er meldað til
politistøðina, sigur vakt-
havandi.
– So hava teir sikkurt
valt ikki at blandað løg-
regluna uppí, soleiðis at
teir standa betur í mun til
tryggingina, sigur vakt-
havandi.
– Vit eru ikki serliga
glaðir fyri, at fáa hetta at
vita eitt døgn aftaná.
Hvat skulu vit brúka tað
til? Í fall at tað eru nøkur
ting, sum skulu rættast,
so kunnu vit fáa Ar-
beiðseftirlitið út. Tað er
mest Arbeiðseftirlitið,
sum skal hyggja har. Um
teir meina, at sak skal
koyrast móti viðkom-
andi, sum hevur ábyrgd,
so skriva teir eina sak um
tað, sigur vakthavandi á
løgreglustøðini í Runa-
vík.
-hkm
Eygnavitni á Eiði
greiða frá, at grót fór
um alla bygdina
mánadagin, tá
sprongt varð úti í
Gerðinum á Eiði.
Eygnavitni siga, at hol
er komið á fleiri
tekjur
SPREINGING
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
– Aftaná fyrstu spreing-
ingina tíðliga seinnapartin
fór grót um alla bygdina, og
tá var onki ávaringarljóð.
Síðani gekk ein løta til
næsta skotið, heldur ongin
ávaring, og aftur hesuferð
kom grót oman ímillum og
á húsini, sigur eygnavitnið
á Eiði.
– Síðani ringdi eg til løg-
regluna í Eysturoynni, og
teir søgdu so, at teir skuldu
tosa við spreingimeistaran.
Aftaná tað varð so ávarað
áðrenn skotini, men har
kom aftur grót sendandi
gjøgnum luftina. Tá tað
síðsta skotið varð latið av
um kvøldið, kom onki grót
oman í bygdina, sigur við-
komandi, sum var til staðar
allan dagin, tá sprongt varð.
– Frá løgreglustøðini
søgdu teir, at tað var ólóg-
ligt at spreingja uttan at
ávara, og teir skuldu so
steðga tí beinanvegin. Men
øll her úti á Bø mugu ringja
til tryggingina og fáa skað-
arnar dekkaðar. Grót fór jú
á fleiri tekjur allan vegin
úteftir. Hjá einum í granna-
lagnum eru fýra hol komin
á tekjuna - tvey á húsatekj-
una og tvey á garasjuna,
sigur eygnavitnið.
– Tað seinna skotið, onki
ávaringarskot, tá var ein
steinur komin akkurát har,
sum ein smádrongur plagar
at spæla hvønn dag - og
hesin steinurin var farin
niður í asfaltið, so kraftugt
var tað, sigur viðkomandi.
Hol á fleiri hús
Savnsmynd
– Vit spreingja ikki
sjálvir. Tað mást tú
spyrja spreingimeistaran
um. Hann spreingir fyri
okkum, men vit hava
onki spreingiloyvi. Men
tað er so øgiliga ringt at
rokna út, hvussu grótið
brotnar, so tað er ringt at
hava við at gera, sigur
Jóhan
Joensen,
sum
stendur fyri arbeiðinum,
og sum hevur givið
spreingiarbeiðið
til
Hentze Entreprenørar.
– Jú, ávaringarljóð varð
brúkt. Tað siga tey, at tað
varð brúkt, men um tey
hava hoyrt tað, tað veit
eg ikki. Vit brúktu ein
lastbil at geva ávaringar-
ljóð við. Og eg hoyrdi
hann so um alla bygd-
ina, tá eg fór at vita,
aftaná prát var um, at
fólk ikki hoyrdu ávar-
ingarljóðið, sigur Jóhan
Joensen.
– Men nú til endan var
tað komið í rættlag. Tað
síðsta var fínasta slag,
sigur Jóhan Joensen.
-hkm
Politi onga fráboðan
Onki spreingiloyvi
Framhald á s. 4
C
M
Y
K
3
2