mikudagur 14. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 132 - 14. juli 2004
Nr. 132 - 14. juli 2004
5
Úrslitið er
batnað
Postverk Føroya
hevði minni í halli
í fjør enn árið
fyri. Inntøkurnar
hjá stovninum eru
at kalla tær somu
sum fyrraárið
POSTVERK
FØROYA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Postverk Føroya hevði
aftur í fjør eitt hall á
ársroknskapinum.
Úrslitið
fyri
2003
áðrenn
avskrivingar
var 0,7 mió. krónur í
halli. Hetta er nakað
minni enn árið fyri, tá
Postverkið hevði 3,9
mió. krónur í halli.
Inntøkurnar
hjá
stovninum svaraðu til
109 mió krónur í 2003,
og tað er umleið tað
sama sum í 2002.
Størsta inntøkuøkingin
stavar frá sonevndum
tíðindaleysum
send-
ingum, sum góðu slak-
ar tvær mió. krónur
meir í inntøkum enn í
2002.
Størsta inntøkukeld-
an hjá Postverki Før-
oya er framvegis brøv.
Av samlaðu inntøkun-
um á 109 mió. krónur,
stava 37 mió. krónur
frá brøvum. Inntøk-ur-
nar av brøvum eru tær
at kalla tær somu sum í
2002.
Hægri lønir
Størstu útreiðslurnar
hjá stovninum eru løn-
irnar. Lønirnar fara við
góðum tveimum trið-
ingum av samlaðu út-
reiðslunum hjá Post-
verki Føroya. Í 2003
rindaði
Postverkið
nærum
hálvfjóðra
millión krónur meir
enn árið fyri, hóast árs-
verkini vóru færri.
Sambært
ársfrá-
greiðingini vóru 240
ársverk á Postverki
Føroya sammett við
245,5 í 2002.
Sølu- og marknaðar-
stjórin á Smyril Line,
Niels Kreutzmann
gevst eftir bert fimm
mánaðum í starvinum
SØLUSTJÓRIN GEVST
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
38 ára gamli, Niels Kreutz-
mann, fer 31. juli úr starv-
inum sum sølu- og markn-
aðarstjóri á Smyril Line.
Hann tók við starvinum á
Smyril Line 1. mars í ár, og
hann hevur sostatt bert sitið
í starvinum í fimm mánað-
ir.
Tutlað hevur verið í krók-
unum um, at ein illstøða
millum Niels Kreutzmann
og leiðsluna á Smyril Line
er orsøkin til, at 38 ára
gamli danin hevur valt at
stinga í sekkin bert fimm
mánaðir eftir, at hann varð
settur í starvið. Høvuðs-
persónurin sjálvur kveistrar
hesar illgitingar til viks.
– Høvuðsorsøkin til, at
eg gevist er, at eg havi fing-
ið starv á Greenland Tour-
ism í Danmark, og meira er
ikki at siga um tað, sigur
Niels Kreutzmann.
Á heimasíðuni hjá Smyril
Line stendur skrivað, at
Niels Kreutzmann hevur
valt at fara úr starvinum av
persónligum orsøkum. Vit
royndu týsmorgunin at fáa
eina viðmerking frá Jó-
annes á Vali, men tað eydn-
aðist ikki.
Ferðavinnan
Niels Kreutzmann er út-
búgvin cand. merc, og hev-
ur drúgvar royndir innan
ferðavinnu. Seinastu fimm
mánaðirnir á Smyril Line
hava
fingið
danan
at
ásanna, at ferðavinnan er
hansara hjartamál.
– Tað hava verið fimm
spennandi mánaðir á Smyr-
il Line, men eg havi mett, at
tað var rættast fyri meg at
fara at arbeiða í ferðavinn-
uni aftur, tí tað dámar mær
best, sigur Niels Kreutz-
mann.
Niels Kreuzmann er upp-
vaksin í Grønlandi, og hev-
ur føroyska konu.
Marknaðarstjórin
á Smyril Line gevst
Høvuðsorsøkin til, at eg
gevist er, at eg havi fingið
starv á Greenland Tourism í
Danmark, og meira er ikki at
siga um tað, sigur Niels
Kreutzmann
Tað eru Hentze Entre-
prenørar, sum standa
fyri spreingiarbeið-
inum á Eiði, har
okkurt gekk galið
mánadagin, tá steinar
frá spreingingini end-
aðu niðri í bygdini
SPREINGING
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
– Mann dugdi ikki at for-
útsiga. Tað er eitt rættiliga
sermerkt og hart grót á
Eiði, og tá mann kemur
aðrastaðni frá, so er mann
ikki vanur við tað grótið.
Og vit løddu tað fyrsta
skotið heldur hart - men
ikki harðari enn mann plag-
ar, men harðari til tað grót-
ið. Tað er øgiliga týdn-
ingarmikið, at mann býtur
merkið í tað, tí tað fer
umleið fýra ferðir minni
lóður í grótið á Eiði enn
aðrastaðni
í
Føroyum.
Grótið á Eiði er so glashart,
at tað tolir onki av, sigur
Jákup Andrias Hentze frá
Hentze Entreprenørum.
Tríggir smásteinar
– Men vit skutu so aftur, og
tá var í lagi. Men tað vóru
ikki stórvegis skaðar. Eg
haldi, at tað vóru einir
tríggir smásteinar, sum
komu á trý tøk. Og so var
tað ein steinur, sum endaði
á einum biltaki. Men tað
vóru ikki alvorligir skaðar.
Tað vóru smáskaðar, sigur
Jákup Andrias Hentze.
Ikki vanligan lúður
– Lúður varð brúktur, men
vit brúktu kanska ikki tann
vanliga lúðurin, sum mann
plagar. Vit brúktu eitt
lastbilahorn, sum er eitt
nógv kraftigari ljóð. Tað
stendur ikki fyriskrivað,
hvat fyri slag av lúðrum,
mann skal brúka. Tað
stendur bert skrivað, at
mann skal varskógva, sigur
Jákup Andrias Hentze.
– Fólk hevur ofta hug at
gera tað ógvusligari enn tað
er. Nú var eg sjálvur har, og
pápi mín var tann, sum
sprongdi.
Hann
hevur
sprongt alt sítt lív, og hann
hevur ongantíð havt nakrar
vanlukkur sum so. Aldrin í
lívinum. Hetta er fyrstu
ferð. Hann er 67 ár, sigur
Jákup Andrias Hentze.
Vit eru fakfólk
– Hatta er eitt hendiligt
óhapp. Eg veit um onkrar,
sum - nú skal eg ikki fara at
hanga nakran út - men tað
hava onkrir, sum ikki kenna
til hatta grótið, verið og
sprongt har fyrr. Og tað
hevur verið nógv ógvus-
ligari. Tað fekk eg at vita
aftaná. Vit eru fakfólk, men
tað kundi verðið nógv
verri, um tað ikki vóru fak-
fólk. Men teir, sum hava
gjørt skaðar har fyrr, eru
eisini menn, sum hava
sprongt í fleiri Harrans ár
og hava dugað væl at
sprongt. Teir vistu bara ikki
av, at teir kundu koma út
fyri slíkum. Tað er eitt
sindur forkunnugt grót,
sigur Jákup Andrias Hentze
frá Hentze Entreprenørum.
– Vit eru fakfólk
Fjallstein brýtur
onga lóg
- Leiðarin í Føroya-
húsinum ger sum
allir aðrir restaurat-
ørar í Danmark, og
eksklusivavtalur eru
ikki í stríð við donsku
kappingarlógina, um
bryggjaríið hevur
minni enn 30% á
marknaðinum. Eftir
stendur so mentanar-
ligi og moralski
spurningurin, sigur
Vagn Rasmussen á
danska Kappingar-
ráðnum í sambandi
við stríðið um ølsøl-
una í Føroyahúsinum
ØLSØLA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
– Vit hava ikki heimildir at
taka støðu til møguliga
dupulta leiklutin hjá leiðar-
anum í Føroyahúsinum.
Tað eru eigararnir av húsin-
um, sum gera slíkt av, tí
hetta er ikki í stríð við
kappingarlógina,
sigur
Vagn Rasmussen á danska
Kappingarráðnum.
Eksklusivavtalur
loyvdar
1. juli kastaði Sosialurin
ljós á ónøgdina hjá Johan
Mortensen, stjóra á Rest-
orff´s Bryggaríi. Johan fýlt-
ist at stjóranum í Føroya-
húsinum í Keypmanna-
havn, Martin Fjallstein, tí
hann ikki selur Restorff´s
øl til útisetar okkara í
Keypmannahavn. Sambært
Johan er orsøkin, at Martin
Fjallstein er privatur um-
boðsmaður
hjá
Føroya
Bjór, og misnýtir hann tí
sambært
Johan
hálval-
menna sjálvognarstovnin til
egnan vinning.
Men sambært Vagn Ras-
mussen á danska Kapping-
arráðnum agerar Fjallstein
eins og allir aðrir restaurat-
ørar í Danmark. Danska
kappingarlógin sigur, at um
eitt ølbryggjarí ikki hevur
ein umsetning á meiri enn
30% av danska ølmarknað-
inum, eru eksklusivavtalur
loyvdar. Tað vil siga, at bert
stóra Carlsberg er undirlagt
lógina um forboð móti
eksklusivavtalum og skal
hava sínar avtalur góðtiknar
av Kappingarráðnum. Um-
framt hetta fellur sam-
bandið
millum
Føroyahúsið og Føroya
Bjór
undir
"bagat-
elbestemmelserne"
í
donsku
kappingarlógini,
sum áseta reglur fyri vinnu-
rekandi, sum hava undir
10% av ølmarknaðinum.
– Tað einasta, Føroya
Bjór og Føroyahúsið sam-
bært lógini ikki kunnu av-
tala sínamillum, er kostn-
aðurin, Føroyahúsið tekur
fyri ølið, sigur Vagn Ras-
mussen á danska Kapping-
arráðnum.
Moralur og mentan
Vagn Rasmussen slær so-
statt fast, at Martin Fjall-
stein ikki fer útum lógar-
innar karmar, hóast hann er
privatur umboðsmaður hjá
Føroya Bjór og samstundis
leiðari á einum sjálvognar-
stovni, sum er á føroysku
fíggjarlógini. Men sam-
bært Vagn Rasmussen er
hetta ikki endin á søguni
um ónøgdina hjá Johan
Mortensen. Hann heldur
nevniliga, at hóast talan
ikki er um lógarbrot, er
problematikkurin avgjørt
verdur at viðgera.
– Hóast talan ikki er um
ein løgfrøðiligan trupul-
leika, hava vit við ein bæði
moralskan og mentanar-
ligan spurning at gera.
Spurningurin er, um før-
oyingar í Keypmannahavn
ikki skulu hava møguleikan
til bæði Føroya Bjór og
Restorff´s øl, sigur Vagn
Rasmussen. Hann slær fast,
at hetta er ein spurningur,
sum Kappingarráðið sum
sagt ikki hevur heimildir at
gera av.
– Ølsølan í Føroya-
húsinum er á ongan
hátt í stríð við
donsku lógina, og á
alt ov nógvum
sølustøðum í
Danmark fæst á sama
hátt bert Carlsberg.
Harafturímóti tykist
tað óetiskt at halda
eini av tveimum før-
oyskum bryggjaríum
uttanfyri ein hálval-
mennan savnings-
miðdepil, sigur kunn-
ingarstjórin á danska
Brúkararáðnum,
Claus Brøgger
ØLSØLA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Aðalendamálið hjá danska
Brúkararáðnum (Forbrug-
errådet) er at verja og ar-
beiða fyri rættindunum hjá
brúkaranum. Í Føroyum
hava vit ikki á sama hátt
eitt
brúkararáð
við
politiskum
og
løgfrøðiligum heimildum,
hóast privat brúkarasamtak
við somu endamálum fyri
stuttum varð stovnað í
Føroyum.
Skerd kapping
Claus Brøgger, kunningar-
stjóri á danska Brúkara-
ráðnum, sigur, at einki í
donsku lóggávuni forbjóð-
ar Føroyahúsinum bert at
selja frá einum av tveimum
føroyskum
bryggjaríum.
Men hóast lógin ikki for-
bjóðar føroyska framferð-
arháttinum í Keypmanna-
havn, finst Brøgger at støð-
uni.
– Á alt ov nógvum
donskum
barrum
kann
brúkarin bert keypa Carls-
berg, og eg meti tað tykjast
etiskt ókorrekt at halda eini
framleiðslu uttanfyri hálv-
almenna Føroyahúsið, líka-
mikið um tað er lógligt ella
ikki, sigur Claus Brøgger.
Hann heldur, at danska
kappingarlógin skuldi verið
strangari, tá effektiv og
javnbjóðis kapping verður
forðað, sum talan sambært
honum er um í hesum sam-
bandi.
Líkamikið, hvørji sjónar-
miðini eru um avgerðina
hjá leiðsluni í Føroyahúsin-
um bert at selja Føroya
Bjór, og um tað er rætt, at
leiðari
hússins
Martin
Fjallstein er privatur um-
boðsmaður hjá stóru øl-
fyritøkuni í Føroyum, kann
sambært
bæði
danska
Kappingar- og Brúkara-
ráðnum
staðfestast,
at
eingin lóg verður brotin.
Óetiskt bert at selja
Føroya Bjór
Sambært kunningar-
leiðaranum á danska
Brúkararáðnum, Claus
Brøgger, tykist tað etiskt
ókorrekt at halda eini
framleiðslu uttanfyri
hálvalmenna Føroyahúsið,
hóast hetta ikki er í stríð við
nakra lóg
Eksklusivavtalur á danska
ølmarknaðinum eru loyvdar,
um ølbryggjaríið ikki hevur
ein umsetning á størri enn
30% av samlaða
ølmarknaðinum, og tí er
samstarvið millum Føroya
Bjór og Føroyahúsið ikki í
stíð við lógina. Eftir stendur
so moralski og mentanarligi
spurningurin, um útisetar
ikki skulu hava møguleikan
at velja millum Føroya Bjór
og Restorff´s í
Keypmannahavn
C
M
Y
K
5
4