Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 132 - 14. juli 2004 Nr. 132 - 14. juli 2004 7 Nú várfjøllini verða gingin, eru eisini broytingar at síggja í aldargamla fjall- gongumynstri okk- ara. Fólk ferðast kring knøttin at royta við maskinu VÁRGONGA Edvard Joensen Fjallgongan broytist eisini við tíðini. Nú ganga fleiri á fjall um kvøldið. Klippa inni og hava fremmandar menn at gera arbeiðið. Tað er ikki óvanligt, tá ferðast verður eftir vegun- um hesar dagarnar, at síggja heilar gongur kring seyðahúsni. Fleiri bilar standa við vegin. Einki fólk er at síggja. Men ljós í hús- unum heilt seint á kvøldið. Her eru menn farnir á várfjall. Einir tveir tríggir hjálparmenn, sum ganga klipparanum til handa. Og klipparin er komin hinumegin knøttin, siga teir frá. Úr New Zeelandi ella Australia, tó at hann helst býr í Danmark. Væl útgjørdur við motor- saksi, sum klippir við slík- ari ferð at fáur hevur sæð slíkt her á landi. Hetta kemur væl við hjá teimum, sum fyrr skuldu mynstra stóra manning heil- ar dagar á fjalli. Men ikki skerst burtur, at okkurt av tí gamla er burtur. Og heldur hetta fram, er hesin parturin av fólkalívinum farin. Men kortini eru summi, sum halda, at soleiðis fer ikki at ganga. Tey siga stutt og greitt, at hetta, sum nú verður gjørt, er ikki gott fyri seyðin. Hann verður kokurakaður. Gongur kann- kollutur og verður útsettur fyri kulda, sum kann gera, at ærnar sleppast. Tá er lítið vunnið, halda hesir, sum vilja halda gamlan sið í hevd. Ein teirra, Sosialurin hevur tosað við, og sum ikki nýtir nýggja háttin, sigur, at hann metir, at hetta fer ov illa við ullini. Er filingin góð, er nýggj ull vaksin útaftur, sum so verjir seyðin móti veðri og øðrum, tá roytt er. Vanligt er so at royta ella klippa tætt at gomlu ullini, og seyðurin fer so avstað aftur við nýggju ullini. Nú verður rakað tætt at skinninum Tískil er eingin nýggj ull, tá slept verður aftur. Og heimildamaður okkara ivast í, um hann vil bjóða kriatúrum sínum slika viðferð. Nýggjar tíðir Skilligur munur er á, har ullin er roytt eftir filing, og har rakað er Mynd: Edvard Joensen i nýggja háttinum verður seyðurin rakaður tætt at skinninum. Tað meta summir at kunna skaða seyðin, so hann sleppist Mynd: Edvard Joensen Smart rætt í ongamannalandi Jústinus Leivsson Eidesgaard Sosialurin, Hellurnar Fríggjadagin vóru rusta- menn á fjalli í várgongu. Rustahagin gongur frá lendingini á Hellunum og í ánna miðskeiðis í Góðadali sunnanfyri Nestanga í Oyndarfirði. Hagin hoyrir undir Fuglafjørð. 19 manns vóru á fjalli hendan dagin og tað gekkst væl at reka. Teir fóru tíðliga um morg- unin og vóru í rætt nakað aftan á døgurða. Rustamenn hava fingið nýggja rætt, og hendan er bara at síggja teir dagar teir eru á fjalli. Hinar dagar á árinum er hon tikin niður, pakka saman og goymd av vegnum í eini neystatoft á Hellunum – Hetta er heimsins smartasta rætt. Fyrr rættaðu við úti á Rivinum og har var ongin vegur til. Strídn- asta arbeiðið var aftan á fjallgongu at fáa seyðin heim. Nú hava vit so fingið hesa mobilu rætt ,og tá vit hava brúk fyri henni, seta vit hana upp á lendingini og her er laga manni at fáa seyðin upp í bilar, sigur Tórur Samuelsen úr Fugla- firði. Hann er líka sum stjóri í Rustahaganum ella bossur sum onkur tók til. Hann er eisini røktingar- maður, og tað er ein meira vanligt føroyskt orð. Neyðugt er at fáa seyð upp í bilar, tí hóast megin- parturin av haganum liggur í Oyndarfirði og Hellurnar er næsta bygd, so eru tað serliga fuglfirðingar sum eiga í haganum. Hendan dagin vóru umframt fugl- firðingar eisini onkur av Hellunum, ein einstakur úr Oyndarfirði og onkur úr Havn eisini. Ringur vetrarhagi Rustin er ringur vetrarhagi, tað er eisini ein óhøgligur hagi við ongum undirhaga av týdningi. Um veturin er hagin tómur. Seinnu árini hava teir tikið allan seyðin inn um veturin. Tað hevur givið úrslit. Miðalvektin er farin fleiri pund upp og í dag við eitt gott lamb úr Rusta- haganum yvir 32 pund. – Óhøgligur er hann, men smakkurin. Vit eiga haga- besta kjøtið her á leið, sigur Tórur við einum smíli. Hann er matglaður og er errin av góða kjøtinum av Rustini. Eitt evni, sum er til støð- uga ósemja í føðingardøg- um og øðrum veisluhaldi her á leið er um kjøtið á Rustini er betri enn tað í Skarðhaga. Eigararnir í hesum báð- um høgum, og teir eru nógvir, tí alt er ogn, tví- halda um at teirra kjøt er best. Sjálvur eri eg uttan- veltaður og helli til rusta- kjøtið. Rætt skal vera rætt, Skarðhagi er nógv størri og har eru hagagóð pláss í erva og kanska minni góð í neðra í stóra undirhagan- um, sum heilt vantar í Rustahaganum. – Fyrr var tað soleiðis, tá seyðurin gekk úti um vet- urin, at ring ár fór ein stórur partur fyri einki og góð ár, tá kom sjálvandi meira undan. Nú fáa vit veldiga góðan seyð og miðalvektin kann koma upp móti 36 pundum hjá einstøkum eig- ara, sigur Tórur Samuelsen. Ongamannaland Menn standa úti á lending í nýggju rættini og hyggja eftir lombunum, sum einki skilja av øllum forstýrilsin- um í morgun, nú tey eru órógvaði í teirra einasta strevi at súgva, eta og spæla. Hóast hagin er trygt plaseraður á syðru síðu á Oyndarfirði, við Nestanga yttst, so kunnu teir ymisku eigararnir úr Fuglafirði, av Hellunum í Oyndarfirði og aðrastaðni við ikki rættu- liga semjast um hvar Rusta- hagi liggur. Fuglfirðingar ómaka sær ikki eingang at siga Oynd- arfjørð. Teir kanna bara staðin í besta kolonistíli Fyri handan Skarð. Á samahátt sum bretar kall- aðu teirra hjálond fyri Ov- erseas. Hellumenn hava finnið eina millumleið sum eisini útmanurerar Oyndar- fjørð. Teir kalla fjørðin fyri Buktina. Og oyndfirðingar halda fast við gamla navnið og blíva við at gremja seg um, at ein garðibóndi eina- ferð í fyrndini lat Rustina til Fuglafjarðar í eini brúð- argávu, ella heimafylgju. Denn skálkur hann var. Teir høvdu nokk allir sum ein vilja átt Rustina. Lendingin, sum nú er rætt tveir dagar um árið, liggur fyri handan Skarð, á Buktini ella við Oyndarfjørð, alt eftir hvar tú er ættaður. Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard Flutningsfeløg takka Bárði Nielsen Silberbauer í donsku miðlunum Í sambandi við nýggju e-toll skipanina hjá Toll og Skatt var ætl- anin, at føroysku flutningsfeløgini ikki longdur kundu toll- greiða vørurnar fyri sínar kundar, men eftir eina áheitan frá flutningsfeløgunum setti fíggjarmálaráð- harrin fót fyri hesari ætlan TOLLGREIÐSLA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tann 1. juli í ár kom tann nýggja e-toll skipanin hjá Toll og Skatt í gildi. Skip- anin virkar á tann hátt, at føroyskir innflytarar nú sjálvir kunnu avgreiða síni tollpappírir umvegis teld- una. Samstundis skuldi nýggja skipanin føra við sær, at tað ikki longur var gjørligt hjá flutningsfeløg- unum at tollgreiða vørur fyr0i sínar kundar. Ein gomul tænasta Hetta við at tollgreiða vør- ur fyri sínar kundar, er ein tænasta, sum føroysku flutningsfeløgini hava veitt í mong ár, sigur stjórin á Safari Transport, Knút Lüt- zen, ið gjørdist illa við, tá ið tað frættist, at Toll og Skatt ætlaði at forða fyri, at flutningsfeløgini kundu veita hesa tænastu. Knút Lützen greiðir frá, at flutningsfeløgini settu seg í samband við Toll og Skatt fleiri ferðir fyri at greiða teimum frá støðuni, men har var einki at gera, og víst var til ymiskar lógir. Stjórin á Safari Transport sigur, at ætlaninar hjá Toll og Skatt eisini høvdu ført við sær, at summir innflyt- arar fóru at fáa trupulleikar, tí fleiri av teimum duga ikki at tollgreiða sínar vørur sjálvir, sigur hann. Fíggjarmálaráðharrin gjørdi skjótt av Tá ið tað gjørdist greitt hjá flutningsfeløgunum, at einki kom burturúr at tosa við Toll og Skatt, var av- gjørt at seta seg í samband við fíggjarmálaráðharran, Bárð Nielsen, og tað vísti seg at verða ein skilagóð avgerð. Eitt bræv, har greitt var frá støðuni hjá flutn- ingsfeløgunum, var latið skrivaranum hjá Bárði Nielsen seint ein seinnapart eftir, at fíggjarmálaráðharr- in var farin av skrivstovuni. Flutningsfeløgini vænt- aðu, at nú var neyðugt at bíða í eina tíð, áðrenn nak- að var at frætta aftur úr fíggjarmálaráðnum, men so var ikki. Knút Lützen sigur, at longu tíðliga morgunin eftir kom yvirtollarin fram- við skrivstovuni hjá Safari Transport, og hann segði fyri Knúti, at nú vóru boð komin úr fíggjarmálaráðn- um um, at tað framvegis skuldi verða gjørligt hjá flutningsfeløgunum at toll- greiða vørur fyri sínar kundar. Knút Lützen sigur, at hann gjørdist púra ov- farin av, at fíggjarmálaráð- harrin hevði gjørt so skjótt av, og at hann beinan vegin hevði skorið ígjøgnum og gingið ynskinum hjá flutn- ingsfeløgunum á møti. Hann sigur, at flutnings- feløgini eru Bárði Nielsen sera takksom fyri at hava arbeitt so skjótt, og tað skal landsstýrismaðurin hava rós fyri. Nýggja skipanin virkar væl Enn eru føroysku flutnings- feløgini ikki komin við í nýggju e-toll skipanina, men Knút Lützen sigur, at tað koma tey í oktober mánaða í ár. Tískil avgreiða flutningsfeløgini framvegis tollpappírini hjá viðskifta- fólkum sínum á gamlan hátt. Okkurt hevur verið at hoyrt um, at nýggja skipan- in ikki skuldi virka so væl, men tað kennir stjórin í Safari Transport einki til. Tvørturímóti sigur hann seg bara hava frætt, at skip- anin virkar serstakliga væl. Framvegis óváttaðu tíðindini í Sosialinum og á portalinum um Michael Silberbauer og hansara rús- drekkakoyring í Havn seinasta mikukvøld tóku ikki langa tíð at náa danska fjølmiðla- heimin, og "Silber" er nú í fokus í Danmark RÚSDREKKA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Telefonirnar kimaðu í miðlahúsinum á Argjum mánadagin seinnapart og týsdagin fyrrapart, tá tað frættist í danska fjølmiðla- heiminum um stjørnuna í FC Keypmannahavn, Michael Silberbauer, og hansara rúsdrekkakoyring mikukvøldið í Tórshavn. Ekstrablaðið endurgevir í dag Sosialin á forsíðuni, Tipsblaðið er farið undir at viðgerða málið og møgu- ligar avleiðingar fyri Silberbauer, á FCK-heima- síðuni verður dúgliga kjak- ast um Silberbauer og hendingina, portalurin mánadagin seinnapart bar boð um, og TV3 hevur eis- ini sett seg í samband við Sosialin um hendingina í Havnini. Framvegis er einki váttað frá FC Keypmannahavn ella føroysku løgregluni, og ákærarnir á fútaskrivstov- uni í Havn hava einki hoyrt um málið. Tí er tað fram- vegis ein opin spurningur og ein óváttað søga, at Sil- berbauer varð tikin av løg- regluni við ov høgari pro- millu. Kúrr FCK-leiðsla Bæði TV3 og Tipsblaðið hava sett seg í samband við Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóra í FC Keyp- mannahavn, men hann sig- ur framvegis, at søgan ikki er sonn, eins og hann gjørdi við Sosialin mánamorgun- in, eftir at hann hevði tosað við kroysta høvuðspersónin sjálvan. Annars siga danskir tíð- indamenn frá TV3 og Tips- blaðnum við Sosialin, at FCK-leiðslan heldur lágan profil og er kúrr, og svarini frá leiðsluni eru sera av- markað og stutt, hóast teir halda fast um, at Silber- bauer ikki er tikin fyri rús- drekkakoyring. Rætting Í týsdagssosialinum og á portalinum mánadagin varð sagt, at ein blóðroynd varð gjørd av Silberbauer (um tað nú er hann) miku- kvøldið, tá hann varð tikin í Havnini, og at royndin stað- festi ov nógv alkohol. Hetta er ikki rætt. Mannagongdin er nevniliga hon, at viðkomandi fyst skal blása í eitt alkometur, og um henda royndin vísir ov høga promillu, verður viðkomandi tikin á støðina, og har tekur lækni eina blóðroynd, sum verður send til Retskemisk Institut í Keypmannahavn. Úrslitið av hesi royndini kemur umleið tvær vikur seinni aftur til Føroya, og ikki fyrrenn tá fyriliggur nakað svar. Í tíðindunum í gjár vórðu teknisku orðini so- statt býtt um og vóru misvísandi. Bíðistøða Samanumtikið verður nú bíða eftir, hvat hendir í mál- inum um møguligu rús- drekkakoyringina hjá Sil- berbauer. Hvørki FCK ella føroyska løgreglan hava váttað nakað fyri Sosial- inum ella donsku fjølmiðl- unum, men talan er um eitt politimál, sum verður við- gjørt í Føroyum. Væntandi verður meiri at frætta næstu dagarnar um Silberbauer, nú donsku fjølmiðlarnir hava tikið málið upp og leggja alsamt trýst á FC Keypmannahavn. Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, fær rós fyri skjótt og gott arbeiði frá føroysku flutningsfeløgunum. Framvegis er einki váttað um Silberbauer og hansara rúsdrekkakoyring í Havnini seinasta mikukvøld, men donsku miðlarnir hava í dag kastað ljós á málið um Silberbauer. Talan er sostatt um bíðistøðu Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6