Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 132 - 14. juli 2004 Nr. 132 - 14. juli 2004 9 A l m a n n a s t o v a n Avgreiðslutíðir í summar Frá 19. juli til 13. august eru avgreiðslutíðir okkara broyttar. Móttøkurnar hava opið og telefonirnar verðar tiknar: Mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til kl. 13 Frá mánadegi 16. august verður opið aftur sum van- ligt allar yrkadagar frá kl. 9 til kl. 15. Almannastovan í Tórshavn Almannastovan Norðoya deild Jónas Broncksgøta 27 Postrúm 3096 Klaksvíksvegur 78A Postrúm 296 FO- 110 Tórshavn FO- 700 Klaksvík Tlf. 35 35 10 • Fax 35 35 11 Tlf. 45 72 40 • Fax 45 72 41 Almannastovan Eysturoyar deild Almannastovan Suðuroyar deild Heiðavegur Postrúm 224 Postrúm 58 FO- 620 Runavík FO- 800 Tvøroyri Tlf. 44 82 60 • Fax 44 86 40 Tlf. 37 16 20 • Fax 37 15 20 Sí annars heimasíðu okkara www.almannastovan.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Tað man verða langt síðani, at nakar túrur hevur verðið fyriskip- aður undir Sumbiar- bjørgini. Men kom- andi sunnudag hevur tú møguleikan, tí Johanna TG 326 legg- ur frá landi sunnu- dagin. Eisini onnur tiltøk eru í næstum, sum kunningarstov- urnar í Suðuroynni skipa fyri FERÐAVINNA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sunnudagin leggur sluppin Johanna frá landi og talan er um eina so sjáldsama ferð, sum at fara undir Sumbiarbjørgini. Bussur fer av bryggjuni í Vági kl. 15.00 og koyrir oman í Pollin í Sumba. Bátur siglir fólk út til Jo- hannu, sum liggur uttanfyri Sumbiarhólm. Hetta verður gjørt fyri at stytta um túrin, so ikki er neyðugt hjá ferðafólki at sigla um Akrabergstanga á veg undir Sumbiarbjørgini. Johanna siglir so norðureftir á vest- ursíðuni, undir Sumbiar- bjørgini, framvið Loprans- hólmi og undir Vágsbjørg- ini. Túrurin undir bjørgun- um varir góðar tveir tímar. Síðani siglir Johanna aftur til Vágs við ferðafólkunum. Mett verður, at Johanna er aftur á bryggjuni í Vági um 20 tíðina á kvøldi. Staðkend heimildarfólk eru við á ferðini, sum duga staðarnøvn, onkra søgu um røkt av bjørgunum og so framvegis. Best er at hava ábit og okkurt heitt at drekka við sær á ferðini. Manningin á Johannu bjóðar kaffi og smákøkur. Kostnaður fyri busskoyr- ing og túr undir Sumbiar- bjørgini er kr. 200,- fyri vaksin, men tað er ókeypis fyri børn. Tað er avmarkað luttøka, so best er at tekna seg í góðari tíð. Bindandi tilmelding til túrin fer fram á kunningar- stovuni í Vági á tlf. 374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvør- oyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00. Frásøgn um Hov- grímsgrøv leygardagin Onnur tiltøk eru eisini á skránni, sum kunningar- stovurnar í Suðuroynni skipa fyri. Leygardagin er møguleiki at vitja Hov- grímsgrøv. Bussur koyrir av Kunn- ingarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningar- stovuni í Vági (Gamli skúli) kl. 10.30. Koyrt verður til rullu- portrið omanfyri Hov, ging- ið verður oman til Hov- grímsgrøv, har greitt verður frá hesum søguliga stað- num. Finnbjørn Hovsgarð (Bróður) greiðir frá. Greitt verður frá týðandi parti í føroyingasøgu, t.d er greitt frá um grøvina í Flatoyarbók. Hovgrímur doyði í bardaga í Dímun ár 971. Hann er grivin undir Homrum og tað, sigst at hestur hansara eisini er grivin her, men vestanfyri Hovgrím. Útgrevstur fór fram í grøvini í 1835, eftir boðum frá Christian Pløyen, - tá vórðu tveir brynjuringar funnir. Økið við Hovgrímsgrøv varð friðað í 1940 og vert er at leggja til merkis, at Hov- grímsgrøv var fyrsta forn- minni í Føroyum, sum bleiv friðað. Havið matpakka og okk- urt at drekka við, so prátað kann verða víðari, meðan sitið verður á økinum við Hovgrímsgrøv, siga fyri- reikararnir. Bussur koyrir kl. 12.30 aftur til Kunningarstovur- nar á Tvøroyri og í Vági. Kostnaður fyri frágreið- ing um Hovgrímsgrøv er kr. 50,- fyri vaksin, fyri børn er tað ókeypis. Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunn- ingarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvør- oyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00. Gongutúrur frá Hovgrímsgrøv til Øravíkar leygardagin Fyri tey ágrýtnu er møgu- leiki at ganga lognri túr, nevniliga frá Hovgríms- grøv og til Øravíkar. Bussur koyrir av Kunn- ingarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningar- stovuni í Vági (Gamli skúli) kl. 10.30. Koyrt verður til rullu- portrið omanfyri Hov, gingið verður oman til Hovgrímsgrøv, har greitt verður frá hesum søguliga staðnum. Aftaná verður farið eftir varðagøtuni til Øravíkar. Tað er bratt at ganga nið- an á eggina (Skarðið í Kambi). Tá komið er niðaná, er ikki tungt at ganga oman til Øravíkar. Gingið verður framvið Fossaskørð, har søgurnar siga frá um tey mongu trøllini, sum plagdu at renna eftir hovbingum, tá teir komu í myrki eftir varðagøtuni. Eftir loknan gongutúr, verður koyrt við bussi úr Øravíkar til ávikavist kunn- ingarstovurnar á Tvøroyri og í Vági, siga kunningar- stovurnar í tíðindaskrivi. Kostnaður fyri frágreið- ing um Hovgrímsgrøv, gongutúrin og busskoyring er kr. 100,- fyri vaksin, fyri børn er ferðin ókeypis. Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunn- ingarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvør- oyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00. Gott at hava við! Heit og góð klæði, góðar skógvar ella styvlar, mat- pakka og ein drekkamunn. Hevur tú kikara og eitt kort yvir økið, har gingið verð- ur, gerst túrurin óivað meira áhugaverdur. Ongin orsøk er at sita hendur í favn, nú kunning- arstovurnar í Suðuroynni hava lagt til brots. Og boðini eru greið: Kom við og gakk Suður- oynna á tamb! Leygardagin verður hild- ið avstað. Hetta er tann fimti gongutúrurin kunn- ingarstovurnar í Suðuroy fyriskipa. Góð undirtøka hevur verðið til túrarnar. Til dømis vóru fleiri enn 20 fólk við seinasta leygardag, tá gingið varð úr Víkarbyrgi á Akrar. Hesin túrurin var stuttur, fleiri ung og børn vóru við og ynskta gongu- fólki var Tóra S. Olsen, sum bara er 7 ára gomul. Undir Sumbiar- bjørgini við Johannu C M Y K 9 8