mikudagur 14. juli 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 132 - 14. juli 2004
Nr. 132 - 14. juli 2004
11
Tað hevur nú í fleiri ár veriðalkunnugt fyri
heimssamfelagnum, at ein ræðuligur sorgar-
leikur fer fram í landspartinum Darfur í Sudan.
Skerpingur og borgarakríggj eru meginorsøk-
irnar. Fólkið í Darfur er mest kristið fólk av
negroidum uppruna. Hinvegin eru sudanska
stjórnin og meirilutin av sudanska fólkinum
muslimar av arabiskum uppruna. Fólkasløgini í
Sudan er førd saman av søguligum tilvildum og
mentanarliga hava tey lítið og einki til felags,
og muslimski parturin hevur leingi forfylgt
teimum kristnu í Darfur.
Tað sum gongur fyri seg í Darfur er ein sorgar-
leikur. Borgarakríggið hevur fleiri ferð verið
mestsum at bera saman við etniska reinskan og
hendingar hava verið, ið minna á tað, sum fyri
tíggju árum síðan hendi í Ruanda. Her hevur
verið talan um beinleiðs tjóðarmorð ella geno-
cide, sum hetta ræðuliga fyribrigdið verður
nevnt. Tað, sum hevur eyðkent sorgarleikin í
Darfur er, at altjóða samfelagið ikki hevur lyft
hond frá síðu til tess at steðga ræðuleikunum í
Darfur. ST, ES og akrikanski felagskapurin
hava einki gjørt, men sótu í áravís hendur í
favn.
Noreg er einasta vestanland, sum hevur roynt at
skapa altjóða politiska uppbakking fyri eini ST
atgerð í økinum. Fyrr í vár eydnaðist so langt
um leingi at fáa Kofi Annan at vitja Darfur, har
hann var í fylgi við einum norskum varauttan-
ríkisráðharra. Síðan hevur ST arbeitt viðmál-
inum við tí fyri eyga at skapa frið og trygd í
økinum. Úrslitið gjørdist ikki óvæntað. Í gjár
kunngjørdi ST, at sudanska stjórnin skal fáa
enn ein møguleika til sjálv at loysa trupul-
leikarnar í Darfur. Hetta merkir bert eitt, nevni-
liga at ræðuleikarnir fara at halda fram. Sum
ikki einaferð bakka ST og vesturheimuirn fyri
arabiskum og muslimskum trýsti
Tað er løgið, at vesturheimurin áhaldandi vísir
trupulleikunum í Afrika so stóra líkasælu. Hvør
orsøkin til hesa líkasælu enn kann vera, so er
henda líkasæla etiskt og politisk tyngjandi fyri
vesturheimin. Hvør orsøkin so enn er, so kann
hetta ikki halda fram. Tað fer at fella aftur á
komandi ættarlið og her má tí vend koma í.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein sorgarleikur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Hugleiðingar av Slættanesi
Tað vekir minni aftur
at ganga í túninum,
har barnaskógvarnir
vórðu tráddir.
Minnini kunnu ikki
takast frá okkum
Ása Rasmussen
So vóru vit aftur her. Sum
tað er gott at seta fótin á
Slættanes, her vit slitu
okkara barnaskógvar.
Veðrið er frálíkt. Vit
standa eina løtu og eygleiða
Ólav, sum spakuliga fer frá
landi aftur fyri síðan at seta
ferð á móti Vestmanna.
So fara vit undir at
knossa viðførið niðan úr
fjøruni. Her er eitt sindur.
Taskur og soviposar fyri
ikki at gloyma »lítla gass-
blussið«, sum er sera hent.
Komnar niðan í túnið
skrúva vit stoppikranan frá,
lata dyrnar upp og sleppa
øllum, vit hava í hondini,
meðan vit láta: »Sum her er
herligt«.
Nú verður lítla blussið
tendrað, og ein ketil hjá
Ellu settur út á til kaffi,
meðan øskan verður tikin
út, og kikað verður í kom-
fýrinum. Skjótt kókar, og
kaffilukturin
fyllir
alt
húsið.
Eftir ein góðan munn eru
vit klára til ein túr. Men
hvar skulu vit fara fyrst?
Jú, lat okkum fara at vita,
hvussu er við ternunum í ár.
Ganga niðan til Liða -
har einki portur er longur.
Koma upp á Grøv og tritla
spakuliga heimeftir.
Her angar av brobberum
og ymiskum gróðri, og
skjótt eru vit í ternu-
bølinum.
Hygg. Her liggja eggini.
Og so sera tøtt, at tú mást
ansa tær fyri ikki at stíga á
nakað teirra.
Eg hugsi um, hvussu sera
vakur fuglur hon er. Men
serliga gestablíð er hon
ikki. Tykist siga: »Sleppið
tykkum burtur«. Og tað
gera vit so.
Nú man klokkan vera
nógv, tí vit komu um 18 tíð-
ina. Lítandi oman móti
bygdini ganga vit heim
aftur somu leið, sum vit
komu.
Bygdin sær so hugnalig
út, her hon liggur í kvøldar-
sólini. Men tó sum ein
skerdur fuglur, tí mong av
húsunum eru burtur. Øll
undir Heygnum og somu-
leiðis øll á Heygnum eru
burtur. Úti á Mørkini er eitt
eftir. Men við ovara veg eru
tey enn, sum vóru.
Komnar
oman
aftur,
liggur leiðin fram við
skúlanum. Havi hug at rósa
teimum, um hava fingið
hann í so góðan stand. Tað
er prýði í honum.
Nú eru vit aftur í túninum
og fara inn í húsið við
Skúlavegin, her vit hava
fingið loyvi at gista.
Vit fá okkum ein nátt-
urðabita og seta okkum við
køksvindeygað at hyggja út
í summarkvøldið og lata
tankarnar reika. Mangt er at
minnast afturá, og í morgin
fara vit, um Guð vil, út
aftur á gamlar gøur. Aftur á
slóðina.
Takk Guð. Fyri tíð, sum
er at enda, og fyri stundina,
sum er.
Klaksvíkar býráð hartar Pizza Aage
Klaksvíkar býráð
metir tilburðin við
Pizza Aage verða stak
óhepnan, og góðtekur
ikki slíkan atburð frá
dananum. Borgar-
stjórin, Steinbjørn
Jacobsen, fer nú undir
at kanna um, Pizza
Aage framvegis sýtir
fyri gera mat til týsk
og fronsk ferðafólk
PIZZA AAGE
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Kokkurin, Pizza Aage, er
komin upp á býráðstig.
Mánakvøldið
viðgjørdi
Klaksvíkar
býráð
um-
strídda kokkin á Pizzaria
Napoli í Klaksvík. Limirnir
í Klaksvíkar býráð heita
staðliga á borgarstjóran,
Steinbjørn Jacobsen, um at
fylgja málinum gjøllað.
Í eini áheitan til borgar-
stjóran verður sligið fast, at
eitt samt býráð metir til-
burðin við Pizza Aage
verða stak óhepnan, og bý-
ráðið góðtekur ikki slíkan
atburð frá dananum.
Fyri góðum mánaði síðan
kom undan kavi, at nógv
umstríddi Pizza Aage var
farin at gera um seg í Før-
oyum. Hóast hann bæði
varð meldaður, ákærdur og
dømdur fyri rasudiskrima-
tión í Danmark, er kokkur-
in á Pizzaria Napoli ikki at
vika. Hann vil ikki slaka
fyri síni aðalreglu um, at
týskarar og fransmenn ikki
hava uppiborið bitan frá
sær.
Pizza Aage er viðhalds-
maður av støðuni hjá USA í
Irak-krígnum,
og
hann
kann als ikki góðtaka støð-
una hjá stjórnunum í Frak-
landi og Týsklandi.
Fylgir málinum
Borgarstjórin í Klaksvíkar
kommunu var ikki sjálvur á
fundinum
mánakvøldið,
men týsmorgunin, tá vit
fingu orðið á hann, hevði
fingið
áheitanina
frá
býráðslimunum.
– Tað næsta, eg fari at
gera í málinum, er at kanna
um Pizza Aage hevur end-
urtikið tilburðin( Pizza
Aage sýtti fyri at geva
nøkrum týskum og fronsk-
um ferðafólki mat, blðm),
sigur Steinbjørn Jacobsen.
Spurdur, um ferðavinnan
í Klaksvík hevur merkt
nøkur keðilig árin av at-
burðinum hjá Pizza Aage,
svarar borgarstjórin, at tað
hevur hon als ikki.
Rókur nýggjur sangari í All That Rain
Seinasta telvingin í
rockbólkinum All
That Rain hevur við
sær, at ein av bestu
føroysku rocksangar-
unum, Rókur Jakob-
sen, skal verða sang-
ari í bólkinum. Fyrsta
framførslan verður
leygarkvøldið
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Nú verður Rókur Jakobsen
fluttur í front í rockbólkin-
um All That Rain.
Fyrrverandi sangarin í
Tangz skal manna tóma
plássið sum sangari í All
That Rain, eftir at Pól Arni
Holm fór úr bólkinum
herfyri.
– Vit høvdu avtalað við
Rók, at vit skuldu fara at
venja, tá ið hann kom heim
til Føroya, men nú leypa vit
bara út í tað. Vit hava vant
einaferð saman, og leygar-
kvøldið spæla vit longu
fyrstu ferð alment, sigur
Henning
Nicodemussen,
sum er trummuspælari og
ein av upprunaligu limun-
um í bólkinum.
Gittarspælarin
Hans
Ravnsfjall
hevur
eisini
verið sangari í bólkinum,
og tí kann hann stuðla
nýggja sangaranum fyrstu
tíðina.
– Fyrr hava vit vant við
nýggjum sangara í langa
tíð, áðrenn vit fóru at spæla
alment, men hesaferð fara
vit bara í gongd, og so
síggja vit eisini skjótari,
hvar vit hava hvønn annan,
sigur Henning Nicodemus-
sen.
Skift sangara fleiri
ferðir
Rockbólkurin All That
Rain tók við, har bólkurin
Kjølar slepti seint í 90'un-
um. Tríggir av tónleikarun-
um í Kjølum hildu fram
undir navninum All That
Rain, og bólkurin hevur
verið virkin síðani. Teir
hava verið við í Prix Før-
oyum, hava givið tónleik út
á fløgu, og hava samstundis
verið ein tann best umtókti
dansi- og konsertbólkurin í
landinum.
Onkrir skiftingar eru
gjørdar í bólkinum gjøgn-
um árini. Jens Marni Han-
sen, sum var gittarspælari
og sangari, fór burtur úr, og
ístaðinfyri
hann
koma
vágamaðurin Hans Ravns-
fjall uppí. Hans var fyrsta
skiftið bæði sangari og
gittarspælari, men í fjør tók
Pól Arni Holm yvir sum
sangari. Hansara tíð í All
That Rain endaði fyrr í
summar, og nú hevur bólk-
urin funnið nýggjan mann
at seta orð til tónleikin.
Spæla longu
leygarkvøldið
Rókur Jakobsen kom sum
blaðungur fram í bólkinum
Lokum, men hann er helst
best kendur sum sangari í
Tangz, sum gjørdi nógv um
seg eitt tíðarskeiði – bæði
við útgávu og á konsertum.
Rókur hevur eisini verið
sangari í MC Hár og var
millum annað við bólkin-
um til Prix Føroyar kapp-
ingina í fjør.
Nú hava Rókur og All
That Rain funnið saman, og
fyrsta framførslan hjá teim-
um verður longu leygar-
kvøldið, tá ið All That Rain
spælir til dans í ítróttar-
høllini á Kambsdali. Bólk-
urin verður eisini at hoyra í
Ólavsøkutjaldinum
um
tvær vikur.
Manningin í All That
Rain er nú hendan: Rókur
Jakobsen
(sang),
Hans
Ravnsfjall (gittar), Jens
Tummas Ness (bass) og
Henning
Nicodemussen
(trummur).
Rókur Jakobsen verður nú sangari í All That Rain, og fyrsta uppgávan hjá honum verður á Kambsdali leygarkvøldið
C
M
Y
K
11
10