Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 132 - 14. juli 2004 Nr. 132 - 14. juli 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. 3. juli 2004 hittist árgangur 44 aftur í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, nú tað eru liðin seksti ár, síðani tey fóru í skúla. Fyrireikararnir lata sera væl at degnum og siga, at alt eydnaðist væl og gekk, sum tað skuldi Tey møttust í skúlanum á Ziskatrøð. Síðan fóru tey ein gongutúr út í Grøv. Seinni um kvøldið var veitsla á Hotel Norð. 42 av gott fimmti næmingum møttust, og tað meta fyrireikararnir vera heilt gott. Her eru tey gott fýrati frá árganginum 1944, sum hittust aftur tann 3. juli. 60 ár síðan fyrsta skúladag Heilsan frá Føroyingafelagnum í Reykjavík Tað er ikki ov mikið sagt at tað skelkaði Føroy- ingafelagið í Reykjavík og føroyavinir í Íslandi tá boðini komu um at Gunnar ikki longur var millum okkara. Gunnar hevur undanfarin ár sitið í einari vælvirkandi nevnd og hevur hann víst ótrúligt hegni, dugnað og starvsorku. Eg havi kent Gunnar leingi, og tann kennskapur øktist tá hann varð valdur í nevndina í Føroyingafelagnum í Reykjavík árið 2000 og hava vit sitið í nevnd saman síðan. Tað var hart fyri okkum í nevndini at frætta um óvæntaðu og álvarsligu sjúku Gunnars og samkensla okkara er við Fríðu, dóttir teirra Elísabet við familju og teirra nærmastu. Gunnar hevur lagt nógv eftir seg til føroyingar í Íslandi hesi seinastu árini. Hann hevði stóran áhuga í at menna flogsambandið millum Føroyar og Ísland og hevði nógvar fundir við Atlantsflog um økt túratal fyri rímiligar prísir. Hetta fer at koma føroyingum og íslendingum væl við leingi. Starvhansara fyri nevndina hevur verið sera fjølbroytt og kann t.d. nevnast hansara ótroyttandi orka og dugnaskap til tær ymisku veitslur og samkomur sum felagið skipar fyri á hvørjum ári. At útinna tað sama sum hann verður sera torført. Hann legði eisini nógva orku í ymisk mentanartiltøk, ið á ein ella annan hátt høvdu okkurt við Føroyar at gera, og var hann eitt sera sterkt bindilið millum nevndina og føroyingar og føroyavinir um alt landið. Hansara nógvu royndir av felagsstarvi komu væl við fyri okkum í nevndini og komu okkum til góðar tá vit fingust við ymisk vandamál. Fyri hetta og altannað hann hevur gjørt fyri føroyingar í Íslandi eru vit honum takksom. At enda - Gunnar hevur verið okkum ein góður vinur, saknurin verður stórur. Æra verið minnið hansara. Vegna Føroyingafelagið í Reykjavík vil eg senda inniligar samkenslukvøður til Fríðu, Elísabet við familju og hansara kæru. Harrin styrki og verði við tykkum. Elin Svarrer Wang formaður í Føroyingafelagnum í Reykjavík 1. Jóhannes Rasmussen 2. Helgi Brekku 3. Kirstin Klakk 4. Jón Hansen 5. Martin Heldarskarð 6.Trygvi Johansen 7. Liden Jacobsen 8. Helga Hansen 9. Michael Matras 10. Eilef Nielsen 11. Gertrud Sigurðsson 12. Mortan Johannesen 13. Schønning Hansen 14. Per Egil Ervik 15. Maina Johannesen 16. Katrin Thomsen 17. Eiler Samuelsen 18. Odd Fjalsbak 19. Hergerð Jacobsen 20. Kristianna Heinesen 21. Kirstin Petersen 22. Richard Thomsen 23. Jørga Jacobsen 24. Solveig Heinesen 25. Símin Júst Mellemgaard 26. Mathilda Poulsen 27. Grethe Havn Rasmussen 28. Bergfríð Husgaard 29. Ása Vágsheyg 30. Minna Isaksen 31. Ellinor Jensen 32.F anny Andreasen 33. Turid Fuglø 34. Malena Hendriksen 35. Sámal J. Hansen 36. Signhild Biskupstø 37. Ásbjørg Leivsgarð 38. Tormeina Johannesen 39. Ruth Isaksen 40. Jóngerð Purkhús 41. Ingvør Krosstein. Ingun Lützen vantar á myndini, men var við til veitsluna. Mynd: SaH Minningarorð um Gunnar Christiansen Føddur á Skála 12. mars 1948 og búði í Reykjavík, tá hann doyði 5. juli 2004. Leygardagin 10. juli hittust nøkur av teimum eru fødd í 1954 og gingu flokk- unum, 1. til 7., í Klaksvíkar skúla. Av teimum upprunaligu 102 næmingunum møttu 55 hendan dagin Ein av fyrireikarunum, Randfríð Sørensen, greiðir soleiðis frá um tað sum fór fram hendan dagin: Heðin Kyrjarheygg og Pól Leivsgarð eru teir, sum ofta hava tosað um, at vit burdu møtst aftur einaferð. Meiningin var at møtast, tá 40 ár vóru liðin, síðani vit fóru í 1. flokk, men tað bleiv av ongum, so nú hildu vit, at vit skuldu gera okk- urt í sambandi við, at øll blíva 50 ár í hesum árinum. Heðin bar so hatta uppá mál við meg, einaferð vit møttust. Eg tók hann upp á orðið og segði, at eg kundi gott syrga fyri at senda brøvini út til allar næming- arnar, sum hava gingið í barnaskúlanum. So fekk eg Maluna Simonsen og Annu Mariu Hansen, sum báðar búgva í Havn at hjálpa til við fyrireikingunum. Tá so tann ásetti dagurin nærk- aðist, fingu vit nakrar av fyrrverandi næmingunum í Klaksvík at taka hond í eisini, tey vóru: Jóannis Christiansen, Jógvan Leiv- ur Nolsøe, Dagmar Jacob- sen og Malan Mortensen. Møttir vóru 55 av teimum upprunaligu 102 næming- unum, so tað má sigast at verða á góðari leið. Dagur- in byrjaði við, at vit møttust í skúlanum til morgunmat og fingu heilsa upp á nakr- ar av lærarunum, sum vit høvdu tá. Fleiri av teimum eru deyðir nú. Tað var ein hugnalig løta. Fimm næm- ingar vóru komnir úr Dan- mark til at vera saman við okkum, men tíverri eydn- aðist tað ikki hjá upp- havsmonnunum til tiltakið, Heðini Kyrjarheygg og Pól Leivsgarð, at verða við, tá teir høvdu fingið skipsboð. Farið varð síðan til gongu út í Grøv. Í kirkju- garðinum løgdu vit blómur á gravirnar hjá teimum næmingunum, ið farnir eru undan okkum. Veðrið var av tí allarbesta. Síðan fóru vit oman til teir gomlu úti- svimjihyljarnar og nýttu eina løtu har. So bleiv gingið eftir tí gamla veg- num heim aftur í skúlan, har vit fingu ein kaffimunn. Síðan fóru øll til hús eina løtu, tí vit skuldu møtast í Skálanum til eina góða máltíð kl. 19.00, har Bjarma Vágsheyg hevði gjørt okkum eina avbera góða máltíð. Tað bleiv sungið og skemtað, og ein frá hvørj- um klassa helt ein røðu. Charlotta á Váli Olsen bleiv tikin av bóli, við at Piddi Hjelm kunngjørdi, at nú fór Charlotta at syngja, men tað tók hon við opnum ørmum og sang ein góðan sang fyri okkum. Tað bleiv hildið á til kl. 6 á morgni. So tað má verða tekin um, at øll hugnaðu sær, og at alt gekk gott. Øll vóru á einum máli um, at vit mugu hittast aftur. Avgjørt bleiv so, at vit skulu hittast aftur um 7 ár. Tá verða tað 50 ár síðan vit byrjaðu í 1. flokki. Tey sum ikki kundu møta vóru: Sofus Borðoy, Tórs- havn, Mourits Winther Nolsøe, Bagsværd, Niels Dann West, Tórshavn, Snorri Kitler, Tórshavn, Markus Klein, Hirtshals, Karl Thomsen, Klaksvík, Oddmar Ørvarodd, Sanda- vágur, Pól Leivsgarð, Hår- lev, Petra Søltoft, Helsinge, Gunn Krossdal Samuelsen, Tórshavn, Torbjørt Purk- hús, Klaksvík, Edvard Ziska, Klaksvík, Ásmundur Guðjónsson, Tórshavn, Karl H. Johansen, Klaks- vík, Niels Pauli Guðjóns- son, Hoyvík, Jákup Han- sen, Tórshavn, Jóan Karl Høgnesen, Klaksvík, Vivi Vang, Hoyvík, Sigrid Jo- hannesen, Næstved, Jórun N. Hansen, Klaksvík, Jórun Ljósstein, Klaksvík, Maik- en Yttesen, Strandby, Erik Andersen, Klaksvík, Mog- ens Andreasen, Klaksvík, Axel Gaard Hansen, Marni Hvannastein, Haraldssund, Kristian Johannesen, Nuuk, Jógvan P. Joensen, Hirts- hals, Axel Jørgensen, Silke- borg, John Suni Olsen, Nuuk, Sigmund Poulsen, Tórshavn, Ann Petersen, Klaksvík, Jónfríð Hansen, Nykøbing Falster, Dorius Hvidbro, Klaksvík, Heðin Kyrjarheygg, Klaksvík, John Matras, Esbjerg, Poul Andrias Viðbjørg, Vejby, Kári Viðbjørg, Klaksvík, Elsubeth Borðoy, Odense, Ebba Eriksen, Lopra, Paula Liðastein Christiansen, Klaksvík, Beinta Hangaard, Århus, og Lis Sólsker, Klaksvík. Tey sum deyð eru: John Erik Mellemgaard, deyður í 1962, Rotha Poulsen, deyð í 1973, Jenny Hansen Dall, deyð í 1988, og Hans Olaf Johannesen, deyður í 2004. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Árgangur 1954 møttist í Klaksvík Tey sum møttu leygardagin 10. juli og eru við á myndini eru hesi: John Heinesen, Klaksvík, Magnus Henriksen, Klaksvík, Jógvan Leivur Nolsøe, Klaksvík, Símun Petur Hjelm (Piddi), Klaksvík, Jóhan Mørkøre, Klaksvík, Carl Bernhard Mikkelsen, Hellerup, Dávur Hvidbro, Klaksvík, Sofía Hansen, Brændstrup, Súsanna Stefansson, Nordborg, Elisabeth Magnussen, Tórshavn, Sára Mikladal, Klaksvík, Gidda Vang, Kaldbak, Maria Vágfjall, Klaksvík, Selma Mikladal, Keypmannahavn, Randfríð Sørensen, Tórshavn, Fróði í Hvalvík, Klaksvík, Karl Klettskarð Isaksen, Klaksvík, Jórun Askham, Tórshavn, Charlotta á Váli Olsen, Tórshavn, Malan Mortensen, Klaksvík, Charlotta Thorsteinsson, Klaksvík, Anna Joensen, Klaksvík, Anna M. Egholm, Argir, Svanhild Vidtfeldt, Sandur, Jórun Laksafoss, Klaksvík, Jóhannes Ziska, Klaksvík, Poul Mikkelsen, Klaksvík, Jákup Olsen, Klaksvík, Jákup Andrias Joensen, Klaksvík, Óli Karl Olsen, Klaksvík, Símun Pauli Sivertsen (Palli), Klaksvík, Anna Maria Guðjonsson Hansen, Tórshavn, Ebba Andreasen, Tórshavn, Noomi Andreasen Nielsen, Klaksvík, Dagmar Jacobsen, Klaksvík, Áshild Kjærbo, Hvannasund, Ása Mortensen, Klaksvík, Hilda Viderø, Klaksvík, Ásla Haraldsen, Klaksvík, Tróndur Ennistíg, Hoyvík, Hans Pauli Johannesen, Keypmannahavn, Jóannes Christiansen, Klaksvík, Eliesar Olsen, Tórshavn, Álvur Áarstein, Hoyvík, Leif á Stongunum, Klaksvík, Sørin P. Sørensen, Tórshavn, Omi Joensen, Klaksvík, Anna Hansen, Gøta, Bergfríð Klakkstein, Klaksvík, Ella Hansen, Norðdepil, Ásla Svensson, Keypmannahavn, Jovina Johannesen, Norðtoftir, Malan Simonsen, Tórshavn, Eydna Olsen, Klaksvík, Hannelena Jacobsen, Klaksvík. Mynd: SaH Dagurin 14. juli. Bonaventura, deyður í 1274. Hann var út Italiu og æt upprunaliga Giovanni Fidanza, men halgisøgan sigur, at tað var sjálvur hin heilagi Frans, sum gav honum navnið Bonaventura, ið merkir eydnurík hending. Bonaventura varð seinni biskupur í Albano, og hann gjørdist ein tann mætasti lærumeistarin hjá katólsku kirkjuni í miðøldini. Prógv Birgit Mikladal hevur lokið prógv sum djórapass- ari í Ebeltoft Zoo & safari, tann 13. juli 2004. C M Y K 13 12