Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 • mikudagur • 14. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Tá kappróður er, liggur ein gummibát- urin altíð og stimar aftur og fram, aftan fyri bátarnar. Hetta er høvuðsdómarin, sum heldur eyguni eftir, at róðursmenninir stýra beint og halda sítt mið. Ein ikki so løtt uppgáva, tí til tíðir kann hann hava úr at gera KAPPRÓÐUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Høvuðsdómarabáturin stimar við nógvari ferð út á 1.500 metra málið. Gentu- róðurin er júst av, og nú eru fólk farin í gongd við at flyta startin frá 1.000 metr- um út á 1.500. Nakað, sum, til tíðir, kann taka sína tíð. – Alt veldst um, hvussu væl fyrireikingarnar eru skipaðar, sigur høvuðs- dómarin púra avgjørdur á málinum. Úti á 1.500 liggja høv- uðsdómarabáturin og start- dómarabáturin saman, og prátið gongur lystiliga mill- um menn. Lagið er gott, og líkindini til at hava kapp- róður á Sørvágsfirði hend- an leygardagin eru av teim- um allarbestu. – Ná, nú eru 15 minuttir farni, letur í einum, meðan hann hyggur at sínum uri. Walkie talkies hoyrast allastaðni. Á firðinum liggja øll seksmannaførini við monnum og bíða til tað verður klárt at taka í startin. Nøkur áttamannafør eru eisini komin út. Manning- arnar hita upp, meðan róð verður aftur og fram. Karantenu Høvuðsdómarin greiðir frá, at teirra uppgáva í sam- bandi við kappróðurin byrj- ar tíðliga í vikuni, har teir skulu syrgja fyri, at fyri- reikingarnar eru í lagi. Tað arbeiðið heldur so fram tann fyrrapartin, sum róð- urin er. Undir sjálvum róðr- unum er uppgávan hjá høvuðsdómaranum at eyg- leiða tjóvstartir og at veg- leiða róðursmonnunum, um hesir hava hug til at flyta seg frá sínum stavnhaldi. – Tá tað tekur langa tíð at fáa ein róður avgreiddan, er tað sum oftast, tí tað er galið við fyrireikingunum. Simpulten ikki nóg seriøst fyrireikað, sigur hann. Hann heldur fram, at sjálvandi veit hann, at veðr- ið kann hava sítt at siga, men kortini heldur hann fast við, at tað er ikki veðr- ið, sum ger, at róðrarnir draga út. Høvuðsdómarin heldur avgjørt, at ein loysn tann rætta vegin hevði verið at givið karantenu til øki, har fyrireikingarnar ikki vóru nóg góðar. Tað heldur hann hevði bøtt um støðuna. – Eg skilji ikki, hví fyrireikarar ikki skriva alt niður, sum teir gera og taka myndir. Tað mátti hjálpt einari komandi og møgu- ligari nýggjari nevnd nógv, heldur hann fyri. Stýra beinari Høvuðsdómarin er ikki í iva um, at umstøðurnar fyri kappróðri batnaðu munandi við fasta startinum. – Men serliga krókarnir gjørdu sítt, sigur hann og greiðir frá, at róðursmenn- inir stýra beinari, nú bátar- nir eru krøktir fastir í start- in. Frammanundan var tað soleiðis, at róðursmenninir hildu í boyuni sjálvir. Mangan hingu teir hálvir uttan fyri bátin fyri at sleppa so langt fram, sum til bar, og tí tað var tungt at halda einum heilum báti við manning. Tá var tað samstundis sera trupult hjá teimum at halda bátin bein- an, meðan teir lógu í start- inum. – Hetta kundi hava við sær, at róðursmenninir ikki komu fyri seg fyrr enn nakrir 100 metrar vóru rógvnir, greiðir høvuðs- dómarin smáflennandi frá. Men álvarin er aftan fyri orðini kortini. Klárt So er klárt, og startdómarin rópar á manningarnar og biður teir um at koma og krøkja seg fastar í startin. Í dag tók tað ikki langa tíð at flyta startin, og fyrireiking- arnar hava verið heilt á einari leið, sambært høv- uðsdómaranum. Tað tekur onga tíð, so eru allir bátarnir fastir. Síðani byrjar startdómarin at rætta bátarnar upp. – Nummar eitt skal skjóta á, átta, níggju og tíggju longur fram". So- leiðis gongur tað fyri seg eina løtu. Samskifti eru millum startdómara og ein annan bát, sum liggur har í nánd. Tað ljóðar sum starturin sjálvur má strammast eitt sindur upp, tí teir uttastu bátarnir hava hug at vera nakað aftari enn hinir. – Nú sær tað pent út, ljóðar í hátalaranum. Síðani gongur bara ein lítil løta, so sigur hann klárir og skjýtur. Nøkur tøk eru tikin, og so verður ferð sett á bátin hjá høvuðsdómaranum. Aftur og fram aftan fyri bátarnir. Løgið at síggja kappróður- in frá hesum sjónarvinkl- inum. Høvuðsdómarin vinkar við hondini hvønn veg, hann heldur, tað er neyðugt at fara. Teir stima beint aftan fyri tveir bátar, sum hava hug at vera nakað nær hvørjum øðrum. Høvuðsdómarin biður annan fara meira í bakborð, hann ger eftir boðunum, og so fer báturin víðari. Men fleiri ferðir noyðist hann yvir aftur til somu bátarnir og geva somu boð. Tað endar so við, at tann eini báturin fær gult kort fyri ikki at akta boðini frá høv- uðsdómaranum. Dramatikkur Soleiðis fer leikur fram undir øllum róðrinum. Einu løtuna sær út til, at støðan er undir kontroll. Jarnbard- ur, Sundabáturin og Gongurólvur kappast um fyrsta plássið. Men tá nakrir fáir hundrað metrar eru eftir á mál, byrjar at verða ov tætt millum bátar- nar í miðjuni. Tað gerst bara alt tættari og tættari, nærri teir koma málinum. Høvuðsdómarin rópar og rópar, men har er onki at gera. Árarnar byrja at flættast, men tað er tí- betur í teimum allarsein- astu tøkunum, at hetta hendir, so róðurin verður ikki skotin av. Men tað kundi hann tað sama verðið, um longur var eftir á mál. Hvussu nógv tøk, ið manningarnar á teimum báðum bátunum mundu missa, er ikki gott at vita, men eini fýra ella fimm tey seinastu tað er púra sikkurt. Slíkt spinnur øði í rógvarar, og ta fyrstu løtuna eftir, at luftin er komin í lunguni aftur, verður dúg- liga skeldað og rópt. Menn eru heitir og troyttir. Ei heldur vita teir úrslitið av róðrinum enn. Enntá høv- uðsdómarin fær nøkur orð oman yvir seg. Men tað letur ikki til at nerta hann. Tað man neyvan vera fyrstu ferð. Róðurin er í øllum førum av. Høvuðsdómarabáturin bíðar ikki eftir úrslitinum, men fer beina leið út aftur á 1.500 metrar, har átta- mannaførini liggja og bíða eftir teirra róðri. Vakthundurin undir róðr- inum hevði úr at gera hend- an róðurin. – Soleiðis er tað ikki altíð, men tað kemur fyri, sigur høvuðsdómarin í tí teir fara út aftur á 1.500 metrar. Vakthundurin undir róðrunum Mangan kann tað verða heilt tætt millum bátarnar undir róðrinum, og tá er gott at høvuðsdómarin liggur aftanfyri 15 14 Nr. 132 - 14. juli 2004 Hósdagin 8. juli andaðist Eivind Eliassen í Mikla- dali, 76 ára gamal. Hann var úr bóndahúsinum Hús- stovu, sonur Matildu og Jóan Magnus Eliasen. Teir vóru tveir brøður: Líggjas, sum festi, og Eivind, sum búsettist Úti í Húsinum, sum liggur dygst niðan fyri Hússtovu. Eivind var sjómaður í mong ár og var til skips bæði á nærleiðum og fjar- leiðum. Tey seinastu nógvu árini var hann heimamaður. Nakað av tímaløntum arbeiði hevur verið í Kalls- oynni av og á, tá vegir og berghol vórðu gjørd og eis- ini hava verið hildin við- líka, men annars hevur Ei- vind røktað ta ognarjørð, sum hoyrir til húsið. Hann giftist í 1955 við Kirstin Wolles úr Uppi- stovu á Trøllanesi, og tey fingu trý børn: Matildu í 1956, Eyðun í 1960 og Magnus í 1965. Øll trý børnini búsettust í Kallsoynni - Matilda og Magnus í Mikladali og Eyðun á Trøllanesi. Matilda eigur 4 børn: Elkin, Annitu, Magnu og Erling. Elkin býr í Noregi og skal giftast 7. august. Hon eigur tvey børn. Magnus býr í barna- heiminum. Hann koyrir bil fyri Strandferðsluna í Kallsoynni. Eyðun fekk sær útbúgv- ing innan landbúnað. Fyri nøkrum árum síðani yvirtók hann ognarjørðina í Uppistovu á Trøllanesi eftir mammubeiggjan Rose- nmeier og konuna Rannvá og búsettist við konuni Anju har norðuri. Sam- stundis røktaði hann ognar- jørðina, sum hoyrdi til húsið Úti í Húsinum í Mikladali. Tá festið í Hús- stovu varð leyst fyri fáum árum síðani, søkti hann og fekk festið. Sostatt hoyrir festijørðin í Hússtovu og ognarjørðin Úti í Húsinum í Mikladali og í Uppistovu á Trøllanesi saman nú. Anja og Eyðun eiga 4 børn. Tey eita Eivindur, Alfred, Rannvá og Andrea. Nú Eivind doyði, áttu Kirstin og hann áttu sostatt 8 ommu- og abbabørn og 2 langommu- og langabba- børn. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Kunngjørt verður at elskaði maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Johan á Plógv Sandavágur andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 12. juli 82 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju hósdagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Ragnhild Johnfinn, Marjun, Atli og Aibritt Kunngjørt verður, at mamma, vermamma, omma og langomma okkara Magnhild Maria Geyti Kollafirði andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 12. juli, 92 ára gomul. Kistan fer av Landssjúkrahúsinum mikudagin 14. juli kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju hósdagin 15. juli kl. 14.00. Familjunnar vegna Freia,Tórleif og Myrna Tey, ið vilja minnast Magnhild, kunnu ístaðin fyri blómur og kransar lata Dagtilhaldinum hjá pensionistunum í Kollafirði eina peningagávu, konto í Føroya Sparikassa. Eivind Eliassen deyður C M Y K 14 J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Føroyar – No ella hinvegin rs Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.960 2.280 - - - 2.920 Bilur + 3 fólk 2.640 3.120 - 3.600 3.840 - Bilur + 4 fólk 3.320 3.960 4.440 - - - Bilur + 5 fólk 4.000 4.800 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.480 2.960 - - - 3.760 Bilur + 3 fólk 3.300 4.020 - 4.620 5.100 - Bilur + 4 fólk 4.120 5.080 5.720 - - - Bilur + 5 fólk 4.940 6.140 - - - - Prísirnir í lágárstíð eru galdandi fyri 1 persónbil (upp til 7,0 m longd og 2,5 m hædd) og valda talið av ferðandi annan vegin. Børn yngri enn 6 ár, ið ikki hava egna koyggju, ferðast ókeypis. Prísirnir í háárstíð eru galdandi fyri 1 persónbil (upp til 5,0 m longd og 1,9 m hædd) og valda talið av ferðandi annan vegin. Børn yngri enn 6 ár, ið ikki hava egna koyggju, ferðast ókeypis. Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.720 3.200 - - - 4.320 Bilur + 3 fólk 3.580 4.300 - 5.110 5.530 - Bilur + 4 fólk 4.440 5.400 6.080 - - - Bilur + 5 fólk 5.300 6.500 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 3.720 4.160 - - - 5.800 Bilur + 3 fólk 4.780 5.440 - 6.820 7.420 - Bilur + 4 fólk 5.840 6.720 7.560 - - - Bilur + 5 fólk 6.900 8.000 - - - - Føroyar – Danmark ella hinvegin Tórshavn – Hanstholm ella hinvegin Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.420 1.710 - - - 2.240 Bilur + 3 fólk 1.860 2.295 - 2.715 2.970 Bilur + 4 fólk 2.300 2.880 3.280 - - 3.940 Bilur + 5 fólk 2.740 3.465 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.880 2.240 - - - 2.900 Bilur + 3 fólk 2.460 3.000 - 3.480 3.810 - Bilur + 4 fólk 3.040 3.760 4.160 - - 5.080 Bilur + 5 fólk 3.620 4.520 - - - - ella hinvegin Lerwick ella hinvegin Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.330 2.650 - - - 3.530 Bilur + 3 fólk 3.045 3.525 - 4.185 4.545 - Bilur + 4 fólk 3.760 4.400 4.960 - - - Bilur + 5 fólk 4.475 5.275 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 3.080 3.440 - - - 4.640 Bilur + 3 fólk 4.020 4.560 - 5.460 5.940 - Bilur + 4 fólk 4.960 5.680 6.480 - - - Bilur + 5 fólk 5.900 6.800 - - - - – Íslan ella hinvegin vn – Seyðisfjörður ella hinvegin Bilur + 2 fólk til Danmarkar úr 2.720,- Bilur + 2 fólk til Noregs úr 1.960,- Bilur + 2 fólk til Hetlands úr 1.420,- Bilur + 2 fólk til Íslands úr 2.330,- p Summarið 2004 Summarið 2004