Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 14. juli 2004 17 10 mannafarsróðurin verður av summum skýrdur at verða 1. deild innan kappróð- ur og hesin róðurin man uttan iva verða tann, ið dregur flestar áskoðarar. Í ár fáa áskoðararnir spenn- ing fyri allar pengar- nar, í øllum førum teir, ið halda við Nóls- oyingi og Havnar- bátinum, sum liggja ávikavist nr 1 og 2 í FM kappingini. Bíð- ast má til Ólavsøkuna at finna vinnaran 10-MANNAFØR Eydna Skaale eydna@sosialurin Undan Vestanstevnuni vóru teir púra javnir í stigum, hin hvíti báturin úr Havn og hin svarti úr Nólsoy. Báðir hava róð væl ígjøgnum alla kappingina, og hóast Havn- arbáturin kanska fekk eina betur byrjan við at vinna Norðoyðastevnu og Eystan- stevnu, so kom Nólsoying- urin sterkt aftur eftir Sunda- lagsstevnuna, har hann fekk fyrsta sigurin á árinum. Á Fjarðastevnuni tók hann Havnarbátin aftur í seinastu tøkunum, og á Vestanstevn- uni fekk hann aftur ein sig- ur til Nólsoyar. Men hóast spenningur er um hvar FM-heitið man fara at enda, so var nærum eingin spenningur í 10- mannafarsróðrinum á Vest- anstevnuni. Tað syrgdi manningin á Nólsoying- inum fyri. Tað var sera tætt ímillum bátarnar fyrsta strekkið eftir startin, men rættiliga skjótt legði Nóls- oyingurin seg á odda, og hann helt leiðsluni líka inn um mállinjuna. Havnarbát- urin og Vágbingur eltu hann allan vegin, men megn- aðu aldri at hótta leiðsluna. Vágbingar prógvaðu enn einaferð, at sigurin á Jóan- søku ikki bert kom orsakað av eini aldu, sum onkur vildi vera við, men at dugur veruliga er í teimum. Táið bátarnir nærkaðust mállinjuni, øktu Nólsoying- ar um leiðsluna, og vóru púra leysir, táið skotið small. Spenningurin í róðr- inum var sostatt um annað plássið. Tað kundi fara til bæði Havnarbátin og Vágb- ing, sum vóru sera jávnir tá 50 metar vóru eftir. Men Havnarbáturin dróg longra stráðið og fekk togað seg framum í seinastu tøk- unum. Sostatt er Nólsoyingurin 2 stig á odda, nú bert Ólav- søkan er eftir av kapping- ini. Vinnur hann aftur tá, fer meistaraheitið til Nóls- oyar. Vinnur Havnarbáturin harafturímóti, koma teir ájavnt Nólsoyingin í stig- um, og tá so er, verður tað báturin, sum vinnur ólav- søkuróðurin, ið gerst meist- ari. Havnarbáturin skal vinna á Ólavsøku fyri at vinna FM, meðan Nólsoy- ingur bert skal vera framm- anfyri Havnarbátin. Enda bátarnir javnir í stigum, uttan at annar teirra vinnur, verður Nólsoyingur FM- vinnari, tí teir hava vunnið 3 róðrar, meðan Havnar- báturin bert hevur vunnið 2. So tað verður spennandi at síggja hvør verður fyrstur á mál, eftir teir knapt 1000 metrarnar á Havnarvág. 1 Nólsoyingurin . . . . . . . . . . . . . . . 08.57.01 2 Havnarbáturin . . . . . . . . . . . . . . . 09.00.12 3 Vágbingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 09.01.00 4 Eysturoyingur . . . . . . . . . . . . . . . 09.02.07 5 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . 09.04.22 6 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . 09.06.02 TÍÐIR – Vit fylgdust væl inn á 1000 metrar, men teir fóru frá okkum, tá einir 700 metrar vóru eftir. Vit vistu, at um vit megnaðu 2. plássið, so var alt enn púra opið, so tað løgdu vit okkum eftir. Vit sóu at vit ikki kundu taka Nóls- oyingin aftur. Táið vit komu inn um málið, vóru vit í iva um tað vóru vit ella Vágbingur, sum blivu nr 2, so vit vórðu glaðir tá vit funnu útav, at tað vóru vit, segði Jógv- an Jacobsen eftir róðurin. – Fram til Ólavsøkuna fara vit at hava somu venjing, sum vit hava havt allatíðina. Kanska eitt sindur harðari nú, fyrstu vikuna, men ann- ars tað sama. Vit hava góðar vónir um at klára teir á ólavsøkuni, tí tað er jú so javnt. -eys- – Vit eru væl nøgdir í dag, vit kunnu ikki vera annað. Vit høvdu ikki ein serliga góðan start, men vit vunnu tað innaftur, so tað var í lagið, sigur Reidar Jacobsen. – Tað gekk ikki so væl fyrst í kappingarárinum, men nú eru vit farnir at trúgva uppá okkum sjálvar, og at stóla uppá tað, sum vit gera. Tí gongur tað betri nú. Vit vita, at vit skulu vera frammanfyri Havnarbát- in á Ólavsøkuni, so eru vit meistarar. Hann sigur, at venjing- in hjá Nósloyingi verður tann sama, sum hon hev- ur verið higartil, tó kanska eitt sindur harð- ari. – Á seinastu stevnu stevnu prógvaðu vit, at vit eru grovir á 1000 metrum, so... Ja, vit vinna á òlavsøku, stað- festir hann at enda. -eys- Jógvan Jacobsen, róðursmaður á Havnarbátinum: Nú er tað upp til okkum Reidar Jacobsen á Nólsoyingi: – Vit vinna Nólsoyingur kom fyrst á mál og fór sostatt tvey stig framum Havnarbátin, sum varð nummar tvey á Vestanstevnu Mynd: Álvur Haraldsen Nólsoyingur var meira enn eina bátslongd frammanfyri Havnarbátin, tá farið varð um málið Mynd: Álvur Haraldsen Vágbingar vóru væl við ígjøgnum allan róðurin, men megnaðu tá samanum kom tó ikki meira enn eitt triðja pláss Mynd: Álvur Haraldsen Einki er avgjørt enn 17 16 Nr. 132 - 14. juli 2004 Mangan hevur verið tætt frammi í odd- inum, men tá av er tornað, hevur Blikur av Argjum verið vinn- andi báturin næstan hvørjaferð. Bert á Norðoyastevnu máttu teir taka til takkar við øðrum plássinum. Á Vestanstevnu var um reppið at teir vunnu, men ein øgiligur endaspurtur tryggjaði sigurin – og meist- araheitið 5-MANNAFØR, DREINGIR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eftir at startdómarin hevði skotið, mundu tað vera fleiri, ið vórðu tikin av bóli av rað- fylgjuni, sum f i m m - mannaførini lógu í. Tað vóru nevniliga Havfrúgvin, Spógvin og Drekin, sum leingi myndaðu oddafeltið í róðrinum. Drekin, sum ikki hevur vunnið nakran róður enn, legði seg rættiliga tíð- liga á odda, og eitt langt petti av teininum økti hann spakuliga um leiðsluna. Hinir bátarnir fylgdu væl við, men eitt skifti hevði Drekin allar menninar leys- ar. Brátt tók møðin yvir hjá Drekamonn- unum, og teir orkaðu ikki at halda leiðsluna. Havfrúgvin, Fípan Fagra, Spógvin og Blikur fóru skjótt framvið, og hesir bát- arnir myndaðu nú oddafeltið. Tá farið var um 500 metrar, tóku Blika dreingirnir sær ann- að skinn um bak og spentu í. Hetta gav eisini úrslit. Enn var spenningurin tó sera stórur, tí hinir bátar- nir vildu ikki gevast so. Leingi hildu teir tørn og góvu Bliki harða kapping. Í enda- spurtinum vísti Blikur tó hví júst teir eru m e i s t a r a r. Teir tóku nøk- ur øgilig tøk, og sluppu sær fram- um, so róðurs- maðurin trygg- ur kundi stýra Føroyameistara- heitið í hús. Jón Kamar, Eli og Benja- min rógva allir tríggir við Fípuni Føgru úr Klaksvík. Teir endaðu á einum øðr- um plássi bert lítlan skut aftan fyri Blik av Argjum. – Vit eru nøgdir við róðurin í dag, eru teir tríggir á einum máli um. Men samstundis siga teir, at starturin hjá teimum ikki var av teimum bestu. – Vit hava sjáldan góð- an start, sigur Jón Kamar, og hinir nikka samtykkj- andi. Hetta var triðju ferð, at Fípan Fagra kom inn sum nummar tvey, men hetta var fyrstu ferð, at teir vóru so stutt frá fyrstaplássinum. – Vit hava verið sera svingandi í ár, men í dag var rættuliga spennandi, siga teir. Vestanstevnuróðurin hevur givið teimum gott mót, og vóna teir, at tað fer at eydnast teimum at vinna á ólavsøku. – Tað hevði verðið ein super endi á hesum kapp- róðrarárinum, siga teir tríggir Jón Kamar, Eli og Benjamin. - sae - 1 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04.52.00 2 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . . . . 04.52.22 3 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . 04.53.00 4 Spógvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04.55.01 5 Tekla . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04.56.22 6 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04.57.03 7 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04.57.20 8 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04.59.00 9 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.03.16 10 Svanur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.04.05 11 Kollur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.05.21 12 Royndin Fríða . . . . . . . . . . . . . . . 05.06.01 TÍÐIR Blikadreingirnir vístu við einum fantastiskum endaspurti, hví júst teir í dag kunnu kalla seg føroyameistarar Mynd: Álvur Haraldsen Blikur er meistari Vælnøgdir við róðurin C M Y K 16