Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 14. juli 2004 19 Rættuligur spenning- ur hevur verið hjá fimm mannaførum við gentum. Men sættaplássið til Blik á vestanstevnu tók nakað av spenning- inum, tí nú er Sílið fýra stig framman fyri argjagenturnar 5 MANNAFØR GENTUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Róðurin hjá fimm manna- førum við gentum fekk eina óvæntaða vend á vest- anstevnu. Firvaldur streyk avstað við sigrinum fyri fyrstu ferð í ár, og Sílið fekk eitt annað pláss. Teim- um á baki komu ávíkavist Havfrúgvin og Fípan Fagra. Ein og hvør, sum hevur fylgt við í hesari kappingini veit, at her manglar eitt stórt navn. Nevniliga Blik- ur. Kappingin stóð millum einar sjey bátar, sum lógu í einum trunka og bjóðaðu av. Fleiri bátar, sum vanliga ikki hava verið so væl við, hildu seg framat, og tá av- tornaði máttu argjagentur- nar taka til takkar við ein- um sera skuffandi sætta plássi. Men har skal bein- anvegin sigast, at tað var so tætt, at eittans sekund var frá øðrum plássinum aftur til sjeynda plássið. Firvaldur vann sum sagt róðurin, sum annars var sera tættur hóast alt. Tvørá- genturnar hava spátt fyrr í ár, at tær fóru at vinna ein róður. Mangan hava tær verið nær við. Og á vestan- stevnu eydnaðist tað teim- um loksins at hála ein sigur í land. Frøin var sum vera man stór á suðuroyargentunum, og øllum fjepparunum, sum vóru komin til Sørvágs at hyggja at kappróðrinum. Í kappingini um føroya- meistaraheitið er ikki so nógvur spenningur eftir. Tað skal í øllum førum gangast øgiliga illa hjá Síl- inum, um tað ikki skal eydnast teimum at gerast føroyameistar. Blikur hin- vegin skal vinna ólavsøku- róðurin, og hartil mugu tær fáa hjálp frá øðrum mann- ingum eisini. Dýrt fyri Blik 1 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.09.09 2 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.11.11 3 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.11.13 4 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.11.24 4 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.11.24 6 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.12.11 7 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.12.18 8 Junkarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.16.14 9 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.18.00 10 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.20.09 11 Spógvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.26.10 12 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.32.14 13 Tekla . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.35.09 14 Dúgvan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.39.06 TÍÐIR Bátsformaðurin á Firvaldi, Katrin Sørensen, sigur, at tær hava broytt nógv í róðr- inum, og á vestanstevnu gav tað úrslit. – Vit hava verið væl við í kappingini alt árið, men hetta er so fyrsti sigurin, sigur ein ovurfegin bátsfor- maður. Katrin sigur, at tær fingu ein góðan start, og at tær lógu frammarlaga allan róðurin. Hon sá væl hinar bátarnar, serliga Sílið, sum góvu teimum harða kapp- ing, men tá róðurin var av, hoyrdu tær í útvarpsbát- inum, at tað bleiv sagt, at tær vunnu. – So har var onki at ivast í hjá okkum, sigur Katrin. Hon leggur at enda aftur- at, at tær fara at royna at vinna ólavsøkuróðurin eis- ini. – Men har er kappingin altíð harðari, tí øll vilja vinna ólavsøkuna, sigur Katrin Sørensen. - sae - Joan R. Mikkelsen, báts- formaður á Bliki, sigur, at vónin hjá teimum um at vinna føroyameistaraheitið livir enn, um enn hon er ræðuliga lítil. – Sílið skal blíva numm- ar fýra, og vit skulu vinna, um føroyameistaraheitið skal til okkum, sigur hon. – Man veit sjálvandi ong- antíð, men vónin er ikki stór, ásannar Joan vón- brotin á málinum. Hon sigur, at tann einasta niðurstøðan hjá teimum útfrá róðrinum leygardagin er, at tær duga ikki nóg væl at rógva í viðvindi. – Vit fingu ongantíð bát- in upp at ganga, hóast vit royndu bæði eitt og annað, sigur hon. Tær vóru sera vónbrotn- ar, tí tað var júst hatta, sum ikki mátti henda. – Men um vit ikki verða føroyameistarar, so skulu vit vinna ólavsøkuróðurin. Hann er jú lítla før- oyameistaraheitið, sigur bátsformaðurin á Bliki. - sae - Joan R. Mikkelsen, Blikur: Vónin livir enn Katrin Sørensen, Firvaldur: Broytt nógv –Vit eru væl nøgdar eftir róðurin í dag. Vit róðu ikki so væl sum vit kunnu, men nú eru vit 4 stig framman- fyri Blik, so tað er bara gott. Vit vistu ikki hvat nummar vit vóru, táið vit komu inn. Marina, róðurs- maðurin, segði, at tað var javnt ímillum bátarnar, men hon roknaði við nr 2 ella nr 3. Vit sóu at Blikur var aftanfyri, og vit vóru ræðuliga glaðar, táið vit hoyrdu hvussu langt tað var ímillum okkum, sigur Anna Høgnesen. Hon sigur, at venjingin komandi 7-10 dagarnar verður mega strævin, og so fara tær at trappa eitt sind- ur niður áðrenn Ólavsøk- una. – Á ólavsøku skulu vit vinna. Tað skal ganga suve- rent! - eys - Anna Høgnesen, Sílið: Vit vinna á Ólavsøku Firvaldur av Tvøroyri vann sannførandi róðurin hjá 5-mannaførum við gentum á Vestanstevnu. Blikur megnaði bert eitt sætta pláss og møguleikin fyri FM-heitinum minkaði harvið munandi Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 132 - 14. juli 2004 Lítið mundi verið at ivast í, hvør FM-vinn- arin hjá 6-mannafør- um við kvinnum fór at verða. Tær umborð á Jarnbardi hava smurt allar hinar bát- arnar av, og á Vestan- stevnuni fingu tær løn fyri stríðið, tá tær róðu FM-heitið í hús 6-MANNAFØR, KVINNUR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Tær hava vunnið allar róðr- arnar væl og virðiliga. Bert hendingaferð ígjøgnum alt kappingarárið, hava tær verið settar undir trýst. Einaferð var á Fjarða- stevnu, tá Páll Fangi eina lítla løtu lá sum nr eitt undir miðróðrinum. Tá svaraðu Jarnbardakvinnurnar aftur við at leggja Páll Fanga afturum við meiri enn eini bátslongd í endaspurtinum. Róðurin á Vestanstvenu var einki undantak. Jarnbardur legði seg á odda beinanveg- in, og spakuliga, men trygt, økti hann um leiðsluna til róðurin var rógvin. Einastu bátarnir, ið hava megnað at verið við í topp- inum, hava verið Páll Fangi og Lómur, sum ígjøgnum alla kappingina hava ligið sum nr. 2 og 3 í FM-kapp- ingini. Á Vestanstevnuni kom Páll Fangi eisini inn sum nr tvey, meðan Lómur vann sær triðja plássið. Hevði málið verið eitt lítið sindur longri, hevði Lómur allarhelst tikið Klaksvíks- bátin, tí tær vunnu seg langt inn á Páll Fanga í enda- spurtinum. Tað var tó ikki nóg mikið, og Páll Fangi tryggjaði sær tí silvur í FM á Vestanstevnuni. Eitt yvirraskilisi var tó í róðrinum á Vestanstevnu. Riddarin úr Miðvági legði nevniliga út sum eitt ódnar- veður, og var leingi við í oddafeltinum. Hetta er fyrstu ferð, at Riddarin er við á stevnu, og hóast tær ikki megnaðu at halda tørn heilt frammi í oddinum, so fingu tær hóast alt eitt flott 4. pláss. Jarnbardur vann so syngjandi, og eftir at hava róð málið á Vestanstevnu, komu tær syngjandi inn at keiini aftur, við aðrari hondini veittrandi upp í loft. Tær eru Føroyameist- arar og tað má sigast at vera væl uppiborið. Eingin ivi um tað. Orð eru óneyðug Myndir: Álvur Haraldsen So tryggjaðu tær sær gullið – Tað gekk ordiliga væl hjá okkum í dag, vit vóru allar konsentreraðar og róðu væl, haldi eg. Vit ivaðust hvat nummar vit blivu, 2 ella 3, og blivu sjálvandi glaðar, táið vit hoyrdu at vit vórðu nr 2. Vit vistu áðrenn, at Jarn- bardur allarhelst fór at gerast meistari í dag. Kappingin hevur ikki verið so spennandi, men man skal vera glaður hinavegna, og tær hava róð væl, sigur Elsa Olsen. Hon sigur, at hóast kapp- ingin er avgjørd, so verður hørð venjing á skránni, næstu dagarnar. Tær fara ikki at seta seg hendur í favn og geva upp, hóast alt er avgjørt. – Vit hava róð leingi, men hetta er síðsta árið vit rógva saman, og eg haldi at vit allar eru vælnøgdar við kappingina og silvurið. -eys- Elsa Olsen á Páll Fanga: Vælnøgdar við silvurið 1 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.00.16 2 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.03.12 3 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.03.23 4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.06.17 5 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . 05.07.04 6 Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.09.19 7 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.10.06 8 Sundabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . 05.18.21 TÍÐIR Frá vinstru eru: Súsanna Skylv Hansen, Rannvá Jacobsen, Kristianna Dahl Øster, Kerstin Rasmussen, Petra Hansen og Eivy Olsen. Fremst er róðurskvinnan Jannie Dam Jacobsen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18