mikudagur 14. juli 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 14. juli 2004
21
Róðurin hjá
seksmannaførum við
monnum gjørdist
rættuliga spennandi.
Tað var so tætt í
oddinum, at tað tók
langa tíð, áðrenn
almenna úrslitið var
klárt. Men tá tað so
kom, var sum at seta
eld í sundafólk
6 MANNAFØR MENN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Sundabáturin kom best frá
startinum. Men honum í
hølunum komu bæði Jarn-
bardur og Gongurólvur.
Rættiliga skjótt løgdu hesir
tríggir seg í eitt felti fyri
seg, og har var spenningur í
allar 1.500 metrarnar.
Í
miðróðrinum
misti
Sundabáturin eitt fitt petti,
og blái báturin úr høvuðs-
staðnum legði seg framum.
Honum á baki kom Gong-
urólvur eisini, so eina løtu
var kapping millum hesar
báðar høvuðsstaðarbátar-
nar.
Men sum vant, so kom
Sundabáturin afturíaftur í
sjálvum
endaspurtinum.
Men tætt var. Tá róðurin
var av, var ikki meira enn
man hómaði hvíta stavnin á
Sundabátinum undan Jarn-
bardi. Men tað var nóg
mikið til at geva Sundabát-
inum sjey stig og sigurin á
Vestanstevnu saman við
føroyameistaraheitinum.
Aftan á róðurin var fýr-
verk skotið fyri sunda-
monnunum, og allir fjepp-
ararnir stóðu og róptu og
skrálaðu sigursæl inni á
kaiini. Sangurin hjá Sunda-
bátinum ljóðaði um allar
geilar, og sum vera man var
lagið gott.
Hetta var seinastu ferð, at
róð var á 1.500 metrum, og
nú er bara ólavsøkuróðurin
eftir. Har munnu nógvar
manningar vera tystar eftir
gullinum, tí tað er eitt stórt
plástur á sárið fyri aðrar
manningar at vinna ólav-
søkufinaluna, tá kappingin
um føroyameistaraheitið er
avgjørd.
Tað var upp á
hangandi hár
Spenningurin var øgiligur hjá seksmannaførum við monnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Frøin var stór, tá úrslitið endiliga varð klárt
Mynd: Álvur Haraldsen
– Starturin hjá okkum
hevur ongantíð verið
nakað at reypa av, men í
dag var hann katastrofal-
ur. Men tað skal nú ikki
vera nøkur umbering
fyri, at vit taptu í dag,
sigur Kjartan Mohr, ein
av rógvarunum á Jarn-
bardi.
Hann heldur fram, at
teir so nógv heldur vildu
havt tapt við einari heil-
ari bátslongd enn við so
lítlum muni.
Men hann leggur dent
á, at føroyameistaraheitið
reyk fyri teirra viðkom-
andi á Jóansøku, tá teir
einans
megnaðu
eitt
sættapláss.
– Jóansøkuróðurin var
eitt gott tekin um, at vit
ikki eru vandir rógvarar.
Vit dugdu als ikki at
rógva undir hasum um-
støðunum, og tí gekk tað,
sum tað gekk. Men hon
var okkum dýr, sigur
Kjartan Mohr.
Nú
fara
Jarnbarda
menninir, sum allar aðrar
manningarnar, at venja
hart til seinasta róðurin í
ár.
– At vinna ólavsøkuna
hevði verið gott, men,
men … sundamenninir
eru góðir, sigur Kjartan.
-sae-
Kjartan Mohr á Jarnbardi:
Katastrofalan start
1 Sundabáturin . . . . . . . . . . . . . . . .
07.12.04
2 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . . . . .
07.12.07
3 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . .
07.13.02
4 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
07.18.01
5 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
07.19.15
6 Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
07.20.02
7 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . .
07.22.10
8 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . .
07.23.15
9 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . . .
07.31.00
10 Sandingur . . . . . . . . . . . . . . . . . .
07.32.15
11 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
07.38.03
TÍÐIR
Leggið til merkis hvíta stavnin, sum kemur undan Jarnbardi. Tað er Sundabáturin, sum var 3/100 sekund frammanfyri
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 132 - 14. juli 2004
Argjamenn hava verið
nógv kroystir á tveim-
um teimum undan-
farnu stevnunum,
men á Sørvágsfirði
lótu teir ongan iva
vera um, hví teir eru
vorðnir føroyameist-
arar. Við einari báts-
longd vundu teir
burtur úr hinum bát-
unum í endaspurt-
inum
8 MANNAFØR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ein javnur startur fyri allar
bátarnar, men neyvan var
startspurturin liðugur, tá
reyði báturin av Argjum ot-
aði seg fram um hinar. Tó í
harðari kapping við bæði
Nevið Reyða og eina løtu
Ørv.
Komnir inn um 500
metrar byrjaði Nevið Reyða
at bjóða argjamonnum av
álvara av. Kvívíkingur og
Ørvur
kappaðust
hesa
løtuna um triðja plássið.
Argjamenn svaraðu aftur,
tá Nevið Reyða byrjaði at
ota seg fram, og tað sá eis-
ini út sum, teir høvdu nógv
eftir í sær, tá endaspurturin
byrjaði. Og tað høvdu kví-
víkingar eisini. Teir otaðu
seg longur og longur fram á
Nevið Reyða, so tann veru-
ligi spenningurin endaði
við at verða um annað-
plássið.Tí argjamenn snøgt
sagt vundu burtur úr hinum
í endanum, og klaksvíking-
ar og kvívíkingar kundu
bara staðfesta, at tá skotið
small á málinum, var leyst
millum Argjabátin og teir.
Við hesum trygga sigr-
inum hava argjamenn stað-
fest við tíggju tumma
seymi, at tað er ikki av ong-
um, at teir eru føroyameist-
arar
hjá
áttamannafør-
unum. Teir hava ein avbera
vakran og flottan róður. Um
hann er so vakur, at tað fer
at geva teimum útvarps-
steypið á ólavsøku, kann
bara tíðin vísa.
Sum hjá øllum hinum er
finaluróðurin á ólavsøku
eftir. Hann munnu fleiri
enn bara argjamenn kanna
sær, nú tvær vikur eru at
venja til finaluróðurin.
Argjabáturin
staðfesti alt
Argjabáturin í stórum stíli
Mynd: Álvur Haraldsen
Har var einki at gera hjá hinum í endaspurtinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Sigurssælir argjamenn beint aftaná at skotið brast
Mynd: Álvur Haraldsen
– Vit hava ikki verið nóg
góðir í ár. Kanska vit ikki
orkaðu nóg væl, men
konditiónin skuldi so ver-
ið komin nú, hvis tað var
tað, sum var galið. Eg veit
ikki hvat tað er. Vit hava
góðan start og tað er gott
psykiskt. Men vit klára
bara ikki at halda tí. Vit
eru allarhelst ikki nóg
góðir, sigur hann.
Hann sigur, at teir á
Kvívíkingi ætla sær eftir
ólavsøkusigrinum.
– Nú fara vit allir ein túr
í býin, fyri at fáa moralin
upp aftur, og so verður
trenað hart inntil Ólav-
søkuna, sigur Jan Suni
Hansen.
-eys-
Jan Suni Hansen á Kvívíkingi:
–Vilja hava ólavsøkusigurin
1 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . . . .
06.45.14
2 Nevið Reyða . . . . . . . . . . . . . . . .
06.48.06
3 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . .
06.49.16
4 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
06.55.21
5 Miðvingur . . . . . . . . . . . . . . . . . .
07.05.04
6 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
07.06.11
7 Tofta Regin . . . . . . . . . . . . . . . . .
07.25.13
TÍÐIR
Frá vinstru: Uni Gullfoss, Gudmundur Joensen, Jóhan Mouritsen, Jóhannes Olsen, Gutti Harryson, Høgni Midjord og Eivind
Akraberg Hansen. Fremst er Høgni Jacobsen. Ken Zachariasen vantar á myndini
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20