Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov At føroyingar velja ymiskt til fólkatingsval og løgtingsval er so mangan sjón fyri søgn. Og tað er tað eisini í kann­ing­ ini hesaferð. Javnaðarflokkurin við Sjúrði Skaale er klokkuklári vinnarin á fólkatingsvalinum sam­bært kanningini, men tað er Edmund Joensen so sann­iliga eisini. Sambandsflokkurin hev­ ur staðið seg illa í so at siga øllum veljarakanningum síð­ani løgtingsvalið, tá fólk hava sagt sína hugsa um, hvønn tey høvdu valt, um løg­tings­val var. Í kanningini, sum Fynd hev­ur gjørt hesaferð fyri Sosialin, hava tey eisini spurt, hvønn fólk høvdu valt til fólkatingið, um fólka­tings­ val var. Tað vil siga, at tað eru somu fólk, sum hava svar­að í kannignin, sum var kunn­ gjørd í Sosialin um fríggja­ dagin, sum í hesi kanningini. Í kanningini hevur Javn­ aðar­flokkurin størstu fram­ gongdina. Flokkurin hevði fingið 28.8 prosent av at­ kvøð­unum til fólkatings­ valið, sambært kanningini, og tað er ein framgongd upp á 7,9 prosentstig í mun til sein­asta fólkatingsval. Sambandsflokkrin fær sambært kanningini 26,9 prosent. Tað er ein aftur­ gongd upp á 3,9 pro­sent­stig í mun til seinasta fólka­tings­ val, tá Sambands­flokkurin fekk 30,6 prosent. Men tað er so nógv størri undirtøka, enn somu veljarar geva Sam­bands­flokkinum til løgtingsvalið, tí tá siga bara 19,7 prosent seg vilja velja Sam­bands­flokkin. Ein munur upp á 7,2 prosentstig í somu kanning. Ein orsøk kann sjálvnadi vera, at Edmund Joensen ikki er partur av tingmanning Sam­bandsfloksins. Hann stillaði ikki upp til løgtings­ valið seinast, og hann hev­ur funnist harðliga at politikkinum hjá sit­andi sam­gongu og at leiðslu­ stíl­inum hjá Kaj Leo Holm Johannesen. Á listanum hjá Sam­bands­ flokkinum til seinasta fólka­ tingsval var sera tætt millum Kaj Leo Holm Johannesen og Edmund Joensen, tí Edmund Joensen fekk 51 atkvøður fleiri enn løgmaður. Edmund Joensen fekk 1.592 og Kaj Leo Holm Johannesen fekk 1.541 at­kvøður. eirikur@sosialurin.fo Sjúrður og Edmund verða afturvaldir á fólkating Tað er greiði boðskapurin í veljara­kanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin politikkur Fólkatingsval Í mun til Tingmannabýti Tingmannatal seinasta val við seinasta val í kanning Fólkatingsval sept. '11 Kanning apríl '15 Fólkaflokkurin 19,0 17,4 -1,6 0 0 Sambandsflokkurin 30,8 26,9 -3,9 1 1 Javnaðarflokkurin 21,0 28,8 7,9 1 1 Sjálvstýrisflokkurin 2,3 0,9 -1,4 0 0 Tjóðveldisflokkurin 19,3 17,2 -2,1 0 0 Miðflokkurin 4,2 3,4 -0,9 0 0 Framsókn 3,3 4,9 1,5 0 0 Uttanflokkalisti (ZW) 0,0 0,5 0,5 - 0 Tilsamans 100,0 100,0 2 2 839 veljarar svaraðu í kanning, gjørd mánakvøld 20. og týskvøld 21.apríl. Tá tey vórðu spurd um val av flokki, svaraðu 7,6% at tey ætlaðu at svara blankt ella ikki at velja, og 23,2% at tey høvdu ikki tikið støðu til hetta Óvissa +/- 2-3 %