mánadagur 27. apríl 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47
Við Edmund Joensen á odda til fólkatingsvalið
fær Sambandsflokkurin nógv størri undirtøku,
enn við løgmanni á odda til løgtingsvalið
politikkur
Eirikur Lindenskov
Edmund Joensen var for
maður
Sambandsfloksins
frá 1990 til 2001, tá hann tapti
stríðsval á landsfundi Sam
bandsfloksins ímóti Lisbeth
L. Petersen.
Dagin eftir løgtingsvalið í
2004, tá Sambandsflokkurin
fekk eitt vánaligt valúrslit,
legði Lisbeth L. Petersen
frá sær. Í hennara stað varð
valdur Kaj Leo Holm Jo
hannesen.
Edmund Joensen hevur
ongantíð dult fyri, at hann
ikki er nøgdur við politisku
kósina hjá Kaj Leo Holm
Johannesen. Hann heldur,
at løgmaður letur seg stýra
av Fólkaflokkinum, og at
flokkurin hevur slept síni
gomlu sosial-liberalu stevnu.
Hann hevur eisini sagt,
at Sambandsflokkurin førir
ein »ósambandskan« skatta
politikki.
Í eini tíðargrein í Sosialin
um skrivaði hann:
– Skattapolitikkurin hjá
ABDH-samgonguni gongur
ímóti sosial-liberalu stevnu
floksins. Flatur skattur við
nøkrum fáum knekkum á
kurvuni ber í sær, at tey,
sum forvinna minst, eru fyri
vanbýti. Skipanin arbeiðir
ímóti hesum bólki.
– Hetta er ikki rímiligt, og
tað er ímóti prinsippinum
um, at allir borgarar í út
gangsstøðinum skulu hava
somu fíggjarligu møguleikar,
skrivaði Edmund Joensen í
greinini, har hann harðliga
fanst at politikkinum hjá
Samgonguni.
Hann hevur eisini funnist
at, at Sambandsflokkurin
uttan at blunka fór í sam
gongu við Fólkaflokkin eftir
løgtingsvalið:
– Spurnartekin kann set
ast við tað, sum beint eftir
valið varð sagt so mangan
í Sambandsflokkinum og
tí víðgongda høgra-liberal
istiska flokkinum í samgong
uni.
– Aftur og aftur varð sagt,
at »veljarin valdi, at Føroyar
skuldu snara til høgru«.
Hetta er ein sannleiki við
modifikatiónum.
– Um Sambandsflokkurin
hevði tikið sítt politiska góðs
og vallyfti í álvara, høvdu vit
havt eina aðra stjórn í dag.
– Hon hevði verið hovlig
uttan tvørar konfliktir á ar
beiðsmarknaðinum.
Hon
hevði givið einstaklinginum
frælsi
og
pensjónunum
frið. Vinnan hevði verið frí
fyri almennan studning og
havt røttu umstøðurnar við
sjálvsøgdum og rímiligum
tilfeingisgjaldi.
Borgarar
høvdu havt eins fíggjarligar
møguleikar við einari rími
ligari skattaskipan. Og neyð
ugu reformarnir, sum hava
verið alt ov leingi á skrá,
hvørdu verið gjøgnumførdir.
– Á ongan hátt var val
úrslitið eitt ynski frá føroy
ingum um at seta eina víð
gongda høgra-liberalistiska
stjórn til valdið, skrivaði Ed
mund Joesen.
Niðurstøðan hjá fólka
tingsmanninum í nevndu
tíðargrein var, at hann má
rópa varskó, og at hann fær
ikki tagt longur, tí at Sam
bandsflokkurin
nærkast
eggini:
– Tá ið flokkurin er um
at missa sítt grundarlag
burtur, má rópast varskó. Tá
ið djúpu røturnar eru um at
slitna, er vandi á ferð.
– Lat meg fyri ein góðan
ordans skyld upplýsa, at eg
havi sagt frá á røttum stað
til rætta tíð - á várfundi í
Sambandsflokkinum herfyri.
Eisini vil eg upplýsa, at eg
ikki havi havt nakran leiklut
í samgongusamráðingunum
og tilevnanini av samgongu
skjalinum.
– Mín stóra vón er, at
allir
ábyrgdarpersónar
í
Sambandsflokkinum
fara
at brúka teir næstu 100
dagarnar til at rætta kós
floksins.
– Um tað ikki eydnast,
so eri eg bangin fyri avleið
ingunum, skrivaði Edmund
Joensen.
Hendan veljarakanningin
vísir, at av teimum 839 velj
arunum, sum eru grundarlag
undir kanningini, so er stór
ur partur samdur við Ed
mundi Joensen. Tí til fólka
tingsvalið,
har
Edmund
Joensen er frontfigurur í
Sambandsflokkinum,
fær
flokkurin undirtøku frá 26,9
prosentum av veljarunum.
Somu veljarar geva Sam
bandsflokkinum við Kaj Leo
Holm Johannesen til løg
tingsvalið einans 19,7 pro
sent.
Edmund nógv størri
undirtøku enn Kaj Leo
Javnaðarflokkurin og Sam
bandsflokkurin endurvinna
fólkatingsumboðanina.
Framsókn verður størstur
av smærru flokkunum.
Javnaðarflokkurin
og
Sambandsflokkurin høvdu
endurvunnið sína fólka
tingsumboðan, um fólka
tingsval var í dag. Tað vísir
veljarakanningin, sum Fynd
hevur gjørt fyri Sosialin.
Fólkaflokkurin
hevði
fingið 17,4 prosent av at
kvøðunum. Tað er ein aftur
gongd upp á 1,6 prosent
stig í mun til seinasta
fólkatingsval.Sambands
flokkurin hevði fingið 26,9
prosent. Tað er ein aftur
gongd upp á 3,9 prosentstig
í mun til seinasta fólka
tingsval.
Javnaðarflokkurin hevði
fingið 28,8 prosent, og tað
er ein framgongd upp á 7,9
prosentstig í mun til sein
asta fólkatingsval.
Sjálvstýrisflokkurin
hevði finngið 0,9 prosent.
Tað er ein afturgongd upp
á 1,4 prosentstig í mun til
seinastas fólkatingsval.
Tjóðveldi hevði eftir kan
ningini fingið 17,2 prosent,
tað er ein afturgongd upp á
2,1 prosentstig.
Miðflokkurin hevði fing
ið 3,4 prosent, tað er ein
afturgongd upp á 0,9 pro
sentstig.
Framsókn hevði fingið
4,9 prosent, tað er ein fram
gongd upp á 1,5 prosentstig.
Zakarias Wang á uttan
flokkalistanum hevði fingið
0,5 prosent sambært kann
ingini.
Javnaðarflokkurin og Framsókn ganga fram
Eirikur Lindenskov
Skal ein flokkur vinna sær umboð á fólka
tingsvali, so krevst í minsta lagi ein góður
tungvektari, sum kann fáa nógvar atkvøður
– ella enn betur fleiri.
Vanliga hava tað verið floksformenn,
sum hava staðið á odda sum høvuðsvalevni
til fólkatingsval. Men ikki altíð.
Til seinasta fólkatingsval boðaðu bæði
Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum og
Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum
frá, at vórðu teir valdir á fólkatings, so fór
teir ikki at stilla upp til løgtingsvalið.
Aksel V. Johannesen var tá landsstýris
maður í fíggjarmálum, og Kaj Leo Holm
Johannesen var tá løgmaður.
Sjúrður Skaale var koyrdur fram sum
høvuðsvalevni hjá Javnaðarflokkinum, og
tá úrslitið var greitt, hevði hann fingið 1.541
atkvøður, meðan Aksel V. Johannesen fekk
985 atkvøður.
Hjá Sambandsflokkinum var heldur
javnaðar millum høvuðsvalevnini. Edmund
Joensen var fólkatingsmaður framman
undan, men mett var, at løgmaður eisini
kundi fáa nógvar atkvøður. Og so var. Men
Edmund Joensen dró longra stráið. Hann
fekk 1.592 atkvøður, meðan løgmaður fekk
1.541.
Tey 10, ið fingu felstar atkvøður á
fólkatingsvalinum seinast vóru hesi:
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
1.604 atkvøður
Edmund Joensen, Sambandsflokkurin
1.592 atkvøður
Kaj Leo Holm Johannesen,
Sambandsflokkurin
1.541 atkvøður
Sjúrður Skaale, Javnaðarflokkurin
1.541 atkvøður
Annika Olsen, Fólkaflokkurin
1201 atkvøður
Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
985 atkvøður
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
756 atkvøður
Poul Michelsen, Framsókn (uttanflokka)
692 atkvøður
Bárður á Steig Nielsen,
Sambandsflokkurin,
434 atkvøður
Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin,
407 atkvøður
Sjey tungvektarar
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin
høvdu hvør sín, og Tjóðveldi hevði ein