Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mortan Østerø Hóast heilsuverkið hevur fingið nógvar milliónir aftrat í játtanini á hvørjum ári, so er hetta ov lítið til, at raksturin kann hanga saman, sambært Sigurði Ó. Vang, stjóra á Lands­sjúkrahúsinum. Hann vísir á, at økta játt­ anin til heilsuverkið fer til lønarhækkingar, prísvøkstur á heilivági og øðrum vørum og tænastum, økt virksemi og til viðgerðir uttanlands, sum gerast alsamt dýrari. Haraftrat krevja føroyingar sum heild nógv fleiri við­ gerðir og kanningar enn fyri fáum árum síðan. Trupla støðan er, at við ár­ligum samráðingum um játt­anir, verður leiðslan somu­leiðis bundin av árs­ rokn­skapum – altso koma lang­tíðarætlanir ikki í stóran mun at síggjast positivt aft­ ur í roknskapinum.Við øðr­ um orðum verða lív og lívs­ góðskan hjá føroyingum vig­að í krónum og oyrum fyri hvørt árið, og torført er at leggja longri ætlanir. Økt vitan merkir økt virksemi – Játtanin økist í krónum og oyrum, men fylgir ikki altíð lønarhækkingunum, prís­ vøkstrinum og økta virk­ seminum, har í ein gjógv kann koma, sigur Sigurð Ó. Vang, Landssjúkrahússtjóri. Hann vísir á, at heilsu­vís­ indi eru í støðugari menning og við øktu vitanini er heim­ spekiliga grundreglan eisini galdandi: tess meira vitan er tøk, tess minni veit tann ein­ staki. – Bara á »PubMed«, ein grunnur við heilsu­vísinda­ lig­um tíðarritum, eru út­ gáv­ur í milliónatali. Tað er ógjør­ligt fyri hvøt einstakt heilsustarvsfólk at lesa øll tíðarritini, og tað førir eitt slag av paradigmuskifti við sær. Tess betri og størri vit­an­in gerst, tess størri verð­ur tørvurin á ser­vit­an innan ávís øki, og breiðu út­ búgvingarnar fella spaku­liga burtur. Ein skurðlækni, ið inntil fyri fáum árum síðani varðaði av nógvum pørtum av mannakroppinum, er nú kanska serkønur bein­skurð­ lækni í akslunum. Altso við betri vitan og við­gerðar­ treyt­um, verður somuleiðis tørvur á størri manning, sigur Sigurð. Menningin av vitanini á økinum, hevur somuleiðis ført við sær, at til ber at stað­ festa fleiri sjúkur, um­framt at bjóða fleiri við­gerð­ir. Við áðurnevnda paradigmu­ skift­inum, vísir Sigurð Ó. Vang eisini á, at sostatt gerst van­lig­ari hjá eitt nú komm­ unu­læknum at vísa sínum sjúk­lingum til sjúkrahús­ser­ lækn­ar og at umbiðja størri tal av kanningum. Stórur kostnaðar­ vøkstur Eitt av økjunum, sum sein­ astu árini er vorðið væl dýrari at reka, er parakliniska økið (rannsóknarstovukanningar og røntgenkanningar), sum stórar íløgur hava verið gjørd­ar í farnu árini. – Vit hava gjørt stórar íløgur í rannsóknarstovuna og røntgendeildini hjá okk­ um, har umstøðurnar og út­gerðin fylgir væl við menn­ing­ini. Dagførdu um­ støð­urnar loyva okkum at handfara uppaftur fleiri royndum av ymsum slag, uttan at hava økt um starvs­ fólka­talið. Tó er tað ein ógvu­liga tungur fíggjar­ligur postur, og talið av rann­ sóknar­stovu­kanningum, ið verða sendar til Danmarkar er eisini í stórum vøkstri, sigur Sigurð. – Ein onnur avbjóðing er økta nýtslan av »serstakum heilivági«. Tað er eingin ivi um, at lívfrøðiligi heili­vág­ urin sum heild er ógvu­liga góður, men hann er somu­ leiðis væl dýrari enn vanligi heilivágurin. Harumframt fylgja neyðugar tænastur við nýtsluni av slíkum heili­ vági – í summum førum virkar heilivágurin nevniliga ikki, og tískil er neyðugt við regluligari eftirkanning av sjúklingunum, ið fáa heili­ vágin, sigur hann. Sambært Sigurði, kunnu útreiðslurnar fyri eina dosu av lívfrøðiligum heilivági saktans svara til kostnaðin av einari spildurnýggja far­ teldu, og tískil er týdn­ingar­ mikið at steðga viðgerðini, um heilivágurin ikki riggar fyri sjúklingin – bæði úr ein­ um fíggjarligum og heilsu­ ligum sjónarhorni. – Politiska skipanin hev­ ur avgjørt tikið prísvøkst­ ur­in á heilivágnum í álv­ara, og játtanin er økt til­svar­andi farnu árini. Men skal grund­ rakst­urin á Lands­sjúkra­ húsinum minka, samstundis sum sama Landssjúkrahús tekur á seg størri virksemi og dýrari heilivág fyri somu ella færri pengar, verður tað ein avbjóðing at raðfesta og brúka dýra heilivágin rætt, sigur Sigurð Ó. Vang. Óvæntaður eftir­ spurningur torførur Mammografiin er eitt gott dømi um ein íkomnan »bráð­ eftir­spurning«, sambært Lands­sjúkrahússtjóranum. – Vit sóu eitt vaksandi tal av kvinnum – bæði við og utt­an ávís­ingar frá kommu­ nulækn­unum – sum tørv­ aðu kann­ing. Áleið 200-300 kvinnur vóru í bíði­røð, og har í millum kvinn­ur, sum kanska ikki vóru í upp­lagda vanda­bólk­inum. Her síggja vit eitt gott dømi um, at við­ gerðar­tørv­urin veks­ur, men fígg­ingin til øktu við­gerð­ irnar fylgja ikki neyðturvi­ liga við. Sum leiðsla verða vit sostatt noydd at leggja størri arbeiði á tey somu ella færri starvsfólk, fyri at fáa fíggjarligu endarnar at røkka, sigur hann. Fíggjarliga trýstið hevur somu avleiðingarnar sum líkn­andi umstøður hava á vanligar fyritøkur. Leiðslan verður noydd at rationalisera við skynsomum vørukeypi, útbjóða vørur ogtænastur, betra um mannagongdir og minka um starvsfólkini í summ­um førum. Viga í krónum Tað eru hóast alt menn­ iskju, ið eru »kundar« hjá heilsu­verkinum og eftir­ spurda vøran er leking fyri eitthvørt. Allar tænastur eru ikki tøkar til ein og hvønn, vegna avmarkaða fígging – tískil verður neyðugt at avgera hvørjar mest neyðugu tænasturnar at veita kund­ unum. Við avmarkaðu fíggj­ ar­kørmunum til eitt viðbreki Tá heilsu­ tænasturnar skulu vigast í krónum Ein av truplastu uppgávunum hjá einari sjúkrahúsleiðslu er at raðfesta heilsutænasturnar innan fyri avmarkaðar fíggjarkarmar. Við vaksandi virksemi á Landssjúkrahúsinum, situr Sigurð Ó. Vang við ábyrgdini at sigla millum skerini sjúkrahúsverkið