mánadagur 27. apríl 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
øki, sum heilsuverki, kemur
man út fyri sera torførum
raðfestingum, men er tað
ein partur av spennandi ar
beiðslýsingini.
– Sum allir aðrir stovnar
og fyritøkur, skulu vit fyri
halda okkum til ásettar
fíggjarkarmar. Vit hava m.a.
leitað okkum ráð frá riti hjá
etiska ráðnum í Danmark,
har nakrar vegleiðingar eru
at heinta, um hvussu man
skipa seg eftir avmarkaðum
umstøðum til torførar rað
festingar. Fyri at siga tað
bart út, er tað ómetaliga
torført. Virksemi hjá lands
sjúkrahúsinum fevnir um
eitt ótal av sjúkum og nógv
ar týðandi deildir, ið øll hava
sínar tørvir á fígging – og
tað er okkara uppgáva at
sortera frá og raðfesta eftir
nøkrum etiskum og fakligum
grundreglum, sigur Sigurð,
sum sannar, at fíggjarligu
raðfestingar hjá sjúkrahús
leiðsluni og depilsleiðslunum
– eftir verandi fíggjarbygnaði
– ikki eru serliga vinaligar
mótvegis broytingum í eftir
spurninginum eftir tænast
um.
– Um ein viðgerðarháttur
brádliga vinnur seg nógv
fram, og fleiri fólk ynskja og
tørva viðgerðina, so fylgir
ein eykajáttan frá politiska
myndugleikanum ikki neyð
turviliga við. Tá sigur tað seg
sjálvt, at vit verða noydd at
umraðfesta, fáa starvsfólk at
»renna skjótari« og møguliga
umraðfesta
pening
frá
øðrum økjum. Munurin á
heilsuverkinum og øðrum
fyritøkum í hesum førinum
er, at tað slepst ikki undan
avleiðingum uttanfyri sjálvt
arbeiðsplássi – fólk, ið ynskja
viðgerð verða rakt. Okkara
ábyrgd er at leggja tað so
leiðis til rættis, at minst fólk
møguligt verða rakt ella
innan økir, ið ikki eru eins
átroðkandi.
Etiskir spurningar
neyðugir
Meginreglan
á
norður
lendsku
sjúkrahúsunum
er at tryggja sjúklingunum
eina »líkheit«. At øll hava
sama lógarfesta rættin til
viðgerð – hesin rætturin er
ikki í sama mun lógarfestur
í Føroyum. Tað merkir, at
borgarin ikki kann venda
sær til heilsuverki, og krevja
eina
viðgerð
t.d.
innan
endurvenjing, sum sjúkra
húsi ikki bjóðar.
– Tað er heilivágur, ið
kann rópast »lívsleingjandi
heilivágur«, sum elvir til
truplar etiskar spurningar,
har fólk veruliga verða vigað
í krónum og oyrum. Í Bret
landi hevur man sett sær fyri
at útgreina hvussu nógvan
pening tað er forsvarligt
at nýta á hvønn einstakan
persón, tá talan er um at
leingja um lívi hjá teimum.
Í Noregi hevur man sett á
stovn eitt raðfestingar- ella
prioriterings ráð, samansett
av heilsufakfólki, borgarum
og politikarum, sum taka
støðu til somu spurningar.
Onnur norðanlond – íroknað
Føroyar – hava ikki tikið
støðu til tað á sama hátt,
men eftir stendur torføri
spurningurin:
við
einari
avmarkaðari fígging, hvussu
nógvan pening kunnu vit
loyva okkum at nýta til at
leingja um lívið hjá fólki,
sum eru deyðsjúk?, spyr
Sigurð Ó. Vang.
Avgerð um
støðið neyðug
– Í seinasta enda, so eru tað
politikkararnir,
sum
av
gera hvørjum støðið sjúkra
húsverkið skal vera á. Tað
eru
tó
ábendingar
um,
at borgarin í fleiri førum
eftirlýsir eina meira umfat
andi heilsutænastu, enn vit
í løtuni bjóða, og tá verður
tað ein spurningur um størri
játtan ella rationalisering. Í
løtuni megna vit ikki í øllum
førum at fylgja við, sigur
Landssjúkrahússtjórin.
Sambært honum, saman
bera
okkum
gjarna
við
grannalondini,
og
sann
royndin er, at norðurlond eru
ógvuliga væl fyri á heilsu
økinum. Tað er ógvuliga
ambitiøst at samanbera okk
um við danska sjúkrahús
verki, og Føroyar eiga at gera
upp við seg sjálvar hvørjum
støði tær ynskja at liggja á – á
einum evropeiskum, norður
lendskum, íslendskum ella
onkrum heilt øðrum støði.
– Paradigmuskiftið við
serútbúnum
læknum,
ið
eisini seta størri krøv til
arbeiði- og frítíði, rúmast
ikki í øllum førum innan
verandi fíggjarkarmar. Vit
vita um »arktisk heilsu
vísindi«, har ætlanin er at
gera breiðari útbúgvingar,
soleiðis, at smærri samfeløg
ikki skulu seta fleiri t.d. sub
spesialiseraðar læknar innan
eitt øki, fyri at dekka tað
heilt inn. Tað kundi verið ein
gongd leið fyri Føroyar, men
vit vita sjálvandi ikki hvussu
stórur áhugin hjá læknunum
er, at ganga somu leið, sigur
Sigurð Ó. Vang.
sjúkrahúsverkið
Sigurð Ó. Vang, fráfarandi stjóri á Landssjúkrahúsinum