Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sjúkrahúsverkið Mortan Østerø Leiðslubygnaðurin fyri størsta føroyska sjúkrahúsi, Lands­sjúkrahúsið, fevnir um ein stjóra og tveir varastjórar. Meðan sjálvur stjórin ikki neyð­turviliga hevur heilsu­ vísindaliga bakgrund, um­ boða varastjórarnir við ávika­vist sjúkrarøktar- og lækna­frøðiligari heilsu­út­ búgving vernd av heilsu­ lig­um áhugamálunum, men hóast tað, hava tey ein virknan leiklut at fáa rokn­skapin at røkka. Naina Túgvu­stein, annar av vara­ stjór­unum, er somuleiðis sjúkra­røktarfrøðingur og av og á merkir hon til júst tvístøðuna at fáa roknskapin at ganga hond í hond við ta bestu heilsutænastuna til sjúklingin. – Sum heilsustarvsfólk, so haldi eg avgjørt ikki, at vit skulu fara at skera í teimum tænastunum, sum vit longu hava – heldur hinvegin, haldi eg, at vit á ymsum økjum kundu ment tænasturnar soleiðis, at sjúklingar fingu títtari og skjótari atgongd til summar tænastur, sigur hon. Hon vísir tó á, at ávísar broytingar í føroyska samfe­ lagnum hava ført við sær, at tað er vorðið alsamt truplari hjá Landssjúkrahúsinum at fylgja við vaksandi eftir­ spurninginum av heilsu­ tæn­astum í Føroyum við verandi fíggjarkørmum. Tað er ein vaksandi vitan báðu­megin læknaborðið, ið førir við sær størri tilvitsku og eftirspurning fyri kann­ ingum, og somuleiðis eru betri møguleikar at stað­festa sjúkur og at við­gera sjúk­ urnar. Rannsóknarstovan hjá landssjúkrahúsinum merk­ir nógv til, at alsamt fleiri fólk fáa blóð og annað sent til kanningar, ið loyvir heilsuverkinum at vera upp á forkant við nógvar sjúkur, men somuleiðis økir tað eisini um virksemi og kost­ naðin. – Hetta er nakað, sum er flættað saman við, at møgu­ leikarnir og før­leik­arnir inni á sjúkrahúsinum at stað­festa sjúkur eru vorðnir mun­andi betri og skjótari, samstundis sum fólki er meira tilvitað um heilsu. Í sjálvum sær er tað positivt, tí jú fyrr, man fær staðfest eina sjúku, jú betri eru møguleikarnir fyri viðgerð. Vit síggja so­statt, at tey, sum fara til lækn­an, eisini vænta, at lækna­vís­ indaligar royndir – so sum blóðroyndir – verða gjørdar av fólki í størri mun enn fyrr. Tað elvir aftur til fleiri vitjanir á sjúkra­húsinum, og harav størri læknaligt virksemi, sigur Naina. Gáttin til kanning lækkar Ein skuldi trúð, at áhaldandi kunning um hvussu fólk kunnu liva heilsubetri fór at minka um virksemi á Lands­sjúkrahúsinum, men sam­bært Nainu, so er tað neyvan logiska gongdin. Við einari alsamt betri tøkni og vitan hjá bæði serkønum og almenninginum, verða smærri tilburðir og sjúkur eisini partur av van­liga virk­ sem­inum og tænastunum á einum sjúkrahúsi. Havast skal í huga, at fólk í miðal liva longur í dag og hevur tað eisini við sær, at fólk gerast enn eldri, sum liggja á sjúkrahúsinum. – Fara vit at liva sunnari og heilsu­betri, viðførir tað ikki av sær sjálvum, at heilsu­ verki verður minni brúkt í framtíðini, og sostatt bíligari at reka. Verandi gongd fer helst at halda fram, at vitanin og viðgerðarhættirnir fyri sjúkur, enntá sjúkur sum vit kanska ikki vita um í dag, fer at økjast og áhaldandi vil hava fleiri sjúklingar við sær. Fólk koma eisini at liva longur við ymsum kron­iskum sjúkum, sum á ein og annan hátt eisini koma í samband við sjúkra­ húsið. Tað ber til at ímynda sær, at »gáttin« inn til við­ gerð verður alsamt lægri, samstundis sum heilsan batn­ar og almenna vitanin um heilsu og sjúku økist, sigur varastjórin á Lands­ sjúkra­húsinum. Við øðrum orðum kunnu keðilig “smábrek” ella amp­ ar, ið fólk vanliga hava livað við, verða tikin inn til við­gerðar vegna betri við­ gerðar­møguleikar, umframt at økta almenna vitanin um viðgerðarmøguleikar kann fáa somu ávirkan. Dýr viðgerð stóran mun Ein av nógv dýrkaðu tæn­ astunum í heilsuverkinum er tann serstaki, lívfrøðiligi heilivágurin. Hóast út­reiðs­ l­urnar til heilivágin koma av einari serstakari kontu – og ikki beinleiðis frá lands­ sjúkrahúsinum – so tyngir tað samlaðu útreiðsl­urnar á heilsu­verkinum, men kann tálma útreiðslurnar á eitt nú Almanna­verkinum. – Kostnaðarmiklu, heilsu­ vísindaligu frambrotini, kunnu í fyrstu atløgu tykj­ ast sum ein fíggjarligur bági, men frambrotini lætta ótrú­ ligt um hjá sjúk­ling­un­um. Sum dømi kann takast tann dýri, lívfrøðiligi heilivágurin til eitt nú giktsjúklingarnar, sum hevur verið ógvuliga týdningarmikil fyri, at tey gikt­raktu mun­andi kunnu tálma ávirk­an­ina, sum sjúk­ an hevur á teirra lív. Fyrr fylgdi »ein­vegis hugs­an« gikt­ sjúk­ling­um: stað­fest gikt­ sjúka fór at merkja avlamni, óarbeiðsføri og kanska eina tilveru í koyristóli. Við nýggjum heilivági og við­ gerðar­hættum, ber til hjá flestu gikt­sjúk­um at hava eitt virkið og ar­beiðs­ført lív, sigur Naina Túgvu­stein. – Tað er eisini hetta, sum er drívmegin hjá heilsu­ starvs­fólkunum. Tey hava nomið sær eina útbúgving í at bøta um heilsustøðuna hjá fólki, og teirra fremsta áhugamál er at brúka sínar førleikar og vitan saman við tøkum heilsuamboðum at fremja tað í verki. Tá ið av­ markingar – av fíggjar­ligum ávum – síðani verða settar fyri hvørjar viðgerðarhættir, amboð og heilivág vit kunna bjóða, verða starvsfólkini somu­leiðis avmarkað í hvørja heilsutænastu tey kunnu veita. sigur hon. Tvístøða At umboða sjúkrarøktar­ frøði og fíggjarskap í einum og sama starvi, er til tíðir ein avbjóðing og kann seta Nainu Túgvustein í eina tvístøðu, tá hon skal fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman, umframt at tryggja, at besta tænastan verður veitt sjúklingunum. – Við fíggjarligu avmark­ ingunum, mugu vit fyrihalda okkum til, hvussu vit fáa tað best møguliga burtur úr tilfeinginum, sum vit hava. Tað er ikki altíð, at »best møguliga« loysnin somu­ leiðis er tann optimala loysn­ in yvirhøvur, eitt nú kundu fleiri seingjadeildir verið betur mannaðar við sjúkra­ røktar­frøðingum og øðrum røktarstarvsfólkum. Tá kann man uppliva eitt stríð mill­um heilsuvísindaligu hug­sjónina um at veita bestu heilsutænastuna og upp­gávuna at fáa játtanina at halda. Her verður gjógvin mill­um tað, sum vit kundu gjørt, og tað, sum vit fáa gjørt sjónligari, sigur hon. – Vit eru tó ikki har, at vit nokta einstaka sjúklinginum eina viðgerð, tí ein annar persónur fær enn størri nyttu av viðgerðini – og har til skulu vit heldur ikki koma, leggur hon afturat. Eftir míni sannføring fær tann einstaki sjúklingurin eina dygdargóða heilsutænastu á Landssjúkrahúsinum, men vildi eg ynskt at vit kundu bjóða fleiri sjúklingum at fingið títtari og skjótari tæn­ astur, enn vit kunna í dag, innan summi økir. Logikkurin er afturvend­ andi: nýggjar tænastur og tørvir vaksa í vavi, men fíggingin fylgir ikki tilsvar­ andi við. Tað ger tað trupult hjá leiðsluni at leggja inn nýggjar tænastur í verandi karmar. – Hvørja ferð vit um­ hugsa nýggjar tænastur, ella menning av verandi tæn­ astum, verða vit noydd at hava fíggingina í huganum, hóast vit vita, at tænastan kann gerast ein stórur heilsu­ligur vinningur. Eftir besta førimuni leggja vit tað soleiðis til rættis, at vit fáa fíggja nýggjar tænastur, men tað er ikki allar tænastur, sum vit kunnu bjóða – tað røkkur fíggingin ikki til, sigur Naina Túgvustein. Sjúkrarøktarfrøðingurin og varastjórin á Landssjúkrahúsinum, Naina Túgvustein, ásannar, at tað er trupult at fáa hugsjónina um best møguligu viðgerðina at sampakka við fíggjarliga raksturin av sjúkrahúsinum. Torført at leggja hugsjón og fígging saman Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum