mánadagur 27. apríl 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mortan Østerø
Talið av starvsfólkum innan
føroyska
sjúkrahúsverki,
sum velja at taka til orðanna
í fjølmiðlunum er støðugt
vaksandi
vegna
keðiligu
støðuna og framtíðarútlitini
hjá
sjúkrahúsverkinum.
Felags fyri tey flestu er, at
tey ynskja at loysa trupul
leikan innanhýsis og velja
fjølmiðlarnar sum seinastu
loysnina, og nú traðkar fak
felagið hjá læknunum til við
drúgvari lýsing av trupul
leikunum.
– Borgarin væntar, at ein
tøppur í heilanum hjá ein
um, sum gongur á bygd í Før
oyum og einum, sum gongur
í Malmø, verður viðgjørdur
líka skjótt og effektivt. Og
um hetta ikki er okkara ambi
tión, so eigur tað at verða
sagt hart og greitt av polit
iska valdinum – at vit hava
valt eina vánaligari tænastu
í Føroyum fyri at spara peng
ar á heilsuøkinum, tí vit
heldur vilja brúka pengarnar
til onnur endamál. Ein slík
avgerð kann vera politiskt
vælgrundað, men so skal
politiska valdið standa við
avgerðina og ikki lata sum
um, at alt er, sum tað eigur,
sigur Læknafelagið.
– Ynskir politiska valdið
hinvegin, at føroyska heilsu
tænastan skal vera eins góð
sum aðrastaðni, setur tað
stór krøv. Vit fara at tørva
skjótan diagnostik í primera
sektorinum, stór krøv til
eina flutningstænastu, sum
virkar uttan drál – eisini tá
talan er um sjúklingar á út
oyggj og umborð á skipum
á føroyskum havøki – og
so sjálvandi eisini krøv til
sjúkrahúsverkið.
Og
tað
kostar pengar, sigur Lækna
felagið, ið umboðar føroysk
ar serlæknar, kommunu
læknar og yngri læknar.
Læknafelagið vísir á, at
tað er gjørligt at niðurrað
festa ávísar viðgerðir og
tænastur í Føroyum fyri pen
ingaliga sparing, men krøvini
til støði á tænastunum, ið
verða verandi í Føroyum fara
framvegis at vera høg.
– Hóast vit velja at inte
grera okkum í eitt stórt, út
lendskt sjúkrahúsverk, verða
minimumskrøvini til akut
førleikan á sjúkrahúsunum
í Føroyum á leið tað sama,
sum vit hava í dag. Einasti
munur verður stórt sæð,
at
konsulentskipanirnar,
sum vit í dag fáa úr øðrum
londum kunnu takast av, tí
sjúklingarnir við sjúkum,
sum konsulentarnir vanliga
taka sær, verða tá sendir av
landinum, siga tey.
Tørvurin økist
Í
tíðindaskrivinum,
sum
felagið hevur latið miðl
unum, verður eitt ørkyml
andi roknstykki sett fram.
Skal føroyska sjúkrahúsverki
vera á sama støði sum tað
danska, eiga tað at vera 83
serlæknastørv í sjúkrahús
verkinum. Í verandi støðu,
starvast 36 serlæknar í Før
oyum, harav 14 skjótt røkka
pensjónsaldrinum. Sambært
útrokningunum hjá Lækna
felagnum, mangla sostatt
47 størv, skal føroyska ser
læknatænastan vera á sama
støði sum tann danska. Tó
eru eisini konsulentstørv
í sjúkrahúsverkinum, sum
varða av summum av tæn
astum.
– Konsulenttænastan við
útlendskum
konsulentum
kostar okkum í dag árliga um
12 mill. krónur. Útreiðslurnar
til
sjúkraviðgerðir
uttan
lands eru út við 150 mill.
krónur árliga. Høvdu vit
allar omanfyrinevndu ser
læknarnar í starvi, so hevði
hetta tal minkað munandi,
meta tey úr Læknafelagnum.
Gongdin
og
vaksandi
tørvurin á viðgerð er knýtt
ur
saman
við
teimum
øktu heilsuvísindaligu før
leikunum at viðgera sjúk
ur, sum hevur ført við sær
støðugar
»subspesialiser
ingar«. Tó er tað ikki bert á
serlæknaøkinum, at Føroyar
hava ov lítið av starvsfólki,
skulu Føroyar og Danmark
samanberast.
– Í løtuni eru 30 komm
unulæknastørv
normerað,
men fleiri teirra – sjey í løtuni
– eru bert sett við skiftandi
vikarum. Her er meginreglan,
at skiftandi vikarar í komm
unulæknapraksis ikki geva
borgaranum
eins
góða
tænastu, sum ein kommunu
lækni í føstum starvi. Saman
bera vit okkum við Danmark,
eru áleið 1.500 sjúklingar
fyri
hvønn
praktiserandi
lækna, men teir hava ætl
anir um at hækka talið av
læknum í primera sektor
inum munandi. Siga vit, at
føroysku
kommunulækn
arnir eiga at hava 1.500 sjúk
lingar í part, svarar tað til á
leið 33 kommunulæknar. Við
øðrum orðum, okkum tørvar
einar 10 kommunulæknar
afturat í størv, vísir felagið á.
Gera greitt hvat
vit ynskja
Í
niðurstøðuni
hjá
sær,
heitir Læknafelag Føroya á
politisku myndugleikarnar
um at gera sær greitt, hvat
fyri heilsuverk Føroyar skulu
hava. Við verandi gongd,
vænta tey ikki, at føroyska
heilsuverki megnar at fylgja
við hinum norðurlondunum.
– Læknafrøðiligi kunn
leikin og førleikin veksur
skjótt í hesum árum, men
spurningurin er um føroy
ingar vilja gjalda tað, sum
tað kostar. Lága játtanin
til heilsuverkið í Føroyum
og minkandi parturin av
b r u tt o t j ó ð a r ú r t ø ku n i ,
sum hevur verið brúktur
til
heilsuverkið,
er
ein
vandamikil gongd. Lækna
felag Føroya fer tí at ávara í
móti hesi gongdini. Lækna
trotið í føroyska heilsuverk
inum ger, at føroyingurin
fær minni og minni ágóða av
teimum frambrotum, sum
læknavísindin ger úti í heimi,
sigur Læknafelagið.
Læknafelag Føroya mælir
til, at tað árliga verða settar
50 milliónir krónur av til
nýggj læknastørv, ið skal
fíggja skikkaðar umsøkjarar
til tey nærum hálvtrýss
restandi
læknastørvini.
Hóast útlitini ikki er góð, at
fáa umsóknir til øll størvini
beinanvegin, metir Lækna
felagið, at tað vísir ein jaligan
vilja at fáa læknaútbúnar
føroyingar heim at starvast í
einum góðum, og tíðarhósk
andi heilsuverki.
– Vera øll hesi læknastørv
sett við skikkaðum serfrøð
ingum, verður avleiðingin
sjálvandi eitt nógv størri
virksemi í føroyska heilsu
verkinum, tí tørvur verður
at økja talið av sjúkrarøktar
frøðingum, bioanalytikarum,
skrivarum og fleiri øðrum
starvsgreinum.
Vit
meta
hetta vera gongdu leiðina,
skulu vit tryggja føroyingum
eitt tíðarhóskandi heilsu
verk, sigur Læknafelag Før
oya.
sjúkrahúsverkið
Læknafelagið rópar varskó
Seinasta vikuskifti savnaðist føroyska læknafrøðin at greina sjúkueyðkennini í
heilsuverkinum. Sjúkan er álvarsom, og besta viðgerðin er ein væl størri játtan og fleiri
serlæknastørv, sigur Læknafelagið, sum bjóðaði til tíðindafund í morgun
Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum