Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Í farnu viku hevur Jeff Foun­tain vitjað í Føroyum. Jeff Fountain er serkøknur í evropeiskari søgu, siðsøgu og mentan, og ferðast nógv um í Evropa og aðrastaðni í heiminum og greiðir frá um kristnu røtur Evropa. Evropa stendur yvir fyri nógvum avbjóðingum. Bú­ skaparkreppur, hóttanir um kríggj, fólkaflyting og ann­að mynda politisku støðuna í heimspartinum í dag. Av­ bjóð­ingarnar eru stórar, og boðini um loysnir eru mong. Søguliga sæð er Evropa kristni heimsparturin fram um aðrar, men gongdin sein­ astu ártíggjuni hevur alt meiri verið á tann sekulera bógvin. Fleiri eru tey, sum hava tosað um ein heim uttan átrúnað sum besta gongda leiðin framyvir. Í øll­ um førum eigur ávirkanin frá átrúnaði á samfelagið at av­markast. Einans um lond lata sekuleringina vinna frama, kunnu talufrælsi, trúar­frælsi og javnbjóðis rætt­indi vinnast øllum. Jeff Foun­tain er als ikki vísur í, at so er. Jeff Fountain vísti á, at tað, sum skilir Evropa frá Asia, er koma Kristusar og út­breiðsla kristindómsins um heimspartin. Trúboðanin hjá Paulusi til grikkar og róm­verjar, hjá Boniface til ger­mansku fólkasløgini, hjá Augustin til bretsku oyggj­ arnar og hjá Ansgari til norður­lond, skapti eina fe­ lags siðsøgu tvørtur um all­ an heimspartin. Alla staðni vóru sam­feløgini um­skapt frá fleir­guda­læru til ein­guda­ læru og Bíblian og kirkjan gjørdust fremstu veg­leiðarar í øllum sam­felags­viður­skift­ um. – Kristindómurin gjørdist sjálvsetta svarið, ein varð kristin by default. Karmurin um alt samfelagið varð kristin­dómurin. Alt, sum varð latið okkum frá eldri mentanum, sum úr gamla Egypta­landi, úr gamla Grikka­landi, úr rómverska rík­in­um, er alt latið okk­um gjøgnum prismu kristin­ dómsins, sigur Jeff Fountain. – Tí er tað kristindómurin, ið sermerkir Evropa í mun til restina av heiminum. Frá kristindóminum hava vit fingið serevropeisk hugtøk, sum innara og javnbjóðis virði menniskja, at elska okk­ ara næsta og tað beinu tíðar­ røðina. Hava øll tikið kristin virði til okkum Sokallaðu humanistisku virðini eru ikki annað enn ávøksturin av ávirkan kristindómsins á Evropa, sigur Jeff Fountain, sum í farnu viku vitjaði í Føroyum kristindómur Frælsi fyri átrúnað, ikki frá átrúnaði Endamálið við at skilja statin og kirkjuna, var at verja kirkjuna frá ávirkan frá statinum heldur enn umvent Eitt av aðalmálunum í seku­lariseringini er at skilja kirkju og stat sundur. Kirkjan skal ikki hava myndug­leika yvir statinum, eins og at staturin ikki skal hava myndugleika yvir kirkj­uni. – Hugsanin um skilnað millum kirkju og stat er upp­runaliga ein kristin tanki. Upprunaliga skuldi hetta tryggja trúarfrælsi. Kristnir leiðarar óttaðust, at verðsligir leiðarar vildu fáa ov stóran myndugleika yvir kirkjuni, eins og teir kendu tað frá tíðini við sterka pávaveldinum, sum mangir teirra vóru flýdd­ ir frá. Tí vildu teir tryggj­ að sær, at í teimum nýggju samfeløgnum teir komu til, so sum Holland ella USA, hevði staturin ikki rætt at áleggja trúar­sam­ feløgunum, hvussu tey skuldu skipa lív sítt, men at tey av sonnum skuldu hava trúarfrælsi, frælsi at tilbiðja eftir síni egnu sannføring, sigur Jeff Fountain, sum tó leggur eina við, at talan ongantíð var um at skilja átrúnað frá politikki. – Átrúnaðurin veit­ir tí trúgvandi, tað verið seg tí kristna, muslim­in­um, hindu­istinum ella buddist­ inum, alt rammuverkið um teirra lív. Tað er sjálvsagt, at hetta eisini ávirkar teirra politisku hugsanir og ætlanir. Skilnaðurin millum statin og kirkjuna skuldi veita frælsi fyri átrúnað, ikki frælsi frá átrúnaði. sigur Jeff Fountain.