mánadagur 27. apríl 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sekulariseringin
vinnur frama
Seinastu tíðina hevur tó
sekulariseringin tikið dik
á
seg.
Grundhugsanin
í
sekulariseringini er hon, at
sum eitt samfelag mennist,
moderniserast og rationali
serast, missir átrúnaðurin
megi og myndugleika sín í
øllum samfelags viðurskift
um, og átrúnaðurin missir
sína megi yvir fólkinum.
Spírin til sekularinsering
ina liggur afturi í endur
burðartíðini og trúbótini.
Individualiseringin og ratio
naliseringin broyttu grund
leggjandi trúgv og atburð
og tilbiðjanin gjørdist meiri
persónlig og minni felags.
Ivamál vóru sett við gamla
myndugleikin,
og
megi
tess yvir einstaklinginum
vanaði. Samstundis byrjaðu
vísindamenn at seta spurn
ingar við gomlu lærurnar.
Eftir endurburðartíðina
kom upplýsingartíðin, har
skiftið frá gomlu tíðini gjørd
ist enn greiðari. Denturin var
fluttur frá Gudi til menn
iskja, frá himli til jarðar og
frá opinberingum til skyn
semi. Menn sum Baruch de
Spinoza,
Rene
Descartes
og Voltaire tosaðu um ein
heim uttan Gud, og seinni
viðvirkaðu Karl Marx, Fried
rich Nietzsche, Charles Dar
win og Sigmund Freud til,
at ávirkanin hjá kirkjuni og
átrúnaði á samfelagið gjørd
ist alsamt veikari.
Átrúnaðurin ger
comeback
Í 1968 skrivaði samfelags
frøðingurin Peter Berger, at
innan stutta tíð, fór átrún
aðurin einans at vera at finna
í smáum sektum, har fólk
krúpa saman fyri at megna
at standa í móti ávirkanini
frá
eini
heimsumfatandi
sekulerari mentan. Hann var
als ikki einsamallur um hesa
fatan. Sum heimurin fór at
gerast meiri modernaður, fór
hann at gerast alsamt meiri
sekulerur, átrúnaðurin fór at
fána fullkomiliga.
Men
hvat?
Tríati
ár
seinni vóru eingi tekin til,
at átrúnaðurin víkti aftur
eftir hæli. Um allan heimin
og innan allar trúarrørslur,
tyktist átrúnaðurin at hava
framgongd, og Peter Berger
mátti ásanna, at hann hevði
tiki feil.
– Heimurin í dag er eins
átrúnaðarliga á gosi sum
ongantíð fyrr, og í summu
støðum meiri enn nakrantíð
áður, skrivaði Peter Berger í
1999.
Og hetta er støðan í
Evropa enn í dag. Samfelags
frøðingar stríðast í dag við at
greiða frá hesi tvístøðu – at
heimsparturin gerst alt meiri
sekulerur,
at
skilnaðurin
millum tað átrúnaðarliga
og tað tímiliga gerst størri
og størri, samstundis sum
átrúnaðurin vinnur frama
meiri og meiri.
– Hóast vit í dag á mangan
hátt liva í einum sekulerum
heimi, so vísa mong av hes
um sokallaðu sekuleru hug
tøkunum, at eingin ivi er um,
at tað er kristindóminum,
vit eru sekuleraði frá, og
ikki Islam ella hinduismuni.
Sannleikin er, sigur Jeff
Fountain, at vit vita ikki,
hvussu ávirkaði av kristnari
hugsan vit øll veruliga eru.
– Hjá nógvum er tað so,
at tað er ikki fyrr enn tey
koma í samband við aðrar
mentanir, at teimum gerst
greitt, júst hvussu ávirkað
av kristnari hugsan vit eru,
hóast tey kanska ikki meta
seg sum kristin sjálvi, sigur
hann.
Kristindómurin
er ramman
Jeff Fountain vil vera við, at
nógv hugtøk, sum í dag verða
kallaði humanistisk og algild,
einans tykjast so, tí vit eru
voksin upp í eini kristnari
rammu. Tað er ávøksturin av
kristnu trúnni, sum sekulerir
humanistar nú royna at taka
til sín og gera sítt egna, vil
hann vera við.
– Sig við ein, ið er voksin
upp við hinduismuni, at øll
menniskju eru skapt líka,
og tey hyggja løgið at tær.
Hvussu skulu øll verða skapt
líka og hava sama virði, tá
nøkur eru skapt úr høvdi
guds, meðan onnur eru skapt
av fótum hansara ella fingr
um hansara, spyr Jeff Foun
tain.
Jeff Fountain metir, at
trupulleikin við at skapa
ein heim uttan Gud, er at
skula finna felags sekuler
virði. Sekulera humanisman
manglar
transsendental
virði, heldur hann.
– Um menniskjan ikki
var skapt, so má tign menn
iskjans liggja í hennara viti
og skili. Men eftir ræðuleik
arnar í 20. øld hava vit onga
orsøk at seta okkara álit
á okkara egna vit og skil,
heldur Jeff Fountain.
– Jürgen Habermas, sum
als ikki verður mettur at vera
trúgvandi, hevur eisini sagt,
at tey sekuleru mugu lata
kristnu røddirnar fáa pláss
í almenna rúminum. Hann
segði eisini, at hugsanin um
felags alheims javnrættindi,
sum hevur givið okkum
hugtøk sum frælsi og sosialt
samanhald, sum moralsku
ábyrgd einstaklingans, sum
mannarættindi og demo
krati, er beinleiðis arvingurin
eftir judeisku siðalæruna
um rættvísi og kristnu siða
læruna um kærleika, sigur
hann.
Jeff Fountain vísir á,
at eisini Mannarættinda
sáttmálin hjá ST á mangan
hátt er bygdur á tað grund
leggjandi fatan, at menniskja
er nakað einastandandi.
– Men hvussu skulu vit
lýsa mannarættindi uttan
at geva menniskjanum eina
serliga tign? Og hvussu skulu
vit geva menniskjanum eina
serliga tign uttan Gud? Tá
Gud verður tikin úr myndini,
hava vit einki grundarlag
longur fyri at tala um tign
menniskjans ella at siga, at
hon er einastandandi, sigur
Jeff Fountain.
kristindómur
Okkum tørvar
allar teir flyti
fuglar, vit
kunnu fáa
Óttin fyri mus
limunum er
yvirdrivin, sigur
Jeff Fountain
– Fólkamynstrið í Evropa í
dag er soleiðis, at vit hava
als ikki ráð til ikki at taka
ímóti flóttafólki og øðrum
tilflytarum til lond okkara,
sigur Jeff Fountain.
Hann vísir á, at burð
artølini í stórum partum
av Evropa eru so lág, at
fólkatalið í hesum londum
hevði
minkað,
um
tað
ikki var fyri tilflytingina.
Um tvey pør fáa eitt barn
hvør, og hesi bæði børnini
finna saman og fáa eitt
barn, so eru vit eftir einans
tveimum ættarliðum, farin
úr fýra einstaklingum til
ein persón, greiðir Jeff
Fountain frá og vísir á, at
einki samfelag kann verða
burðardygt við so lágum
burðartølum.
–
Vælferðarsamfelag
okkara í vesturheiminum
og Evropa er soleiðis sett
saman, at okkum tørvar
eina ávísa arbeiðarafjøld.
Okkum tørvar eina ávísa
skattainntøku. Og um vit
ikki vilja gera hesar arbeið
ararnar sjálvi, so mugu
vit innflyta teir, sigur Jeff
Fountain.
Jeff Fountain ásannar,
at nógv óttast eina innrás
av muslimum til Evropa,
men hann vísir á, at hesin
óttin í stóran mun er yvir
drivin.
– Eingin ivi er um, at
tilflytingin skapar avbjóð
ingar í teimum samfeløg
unum, sum tilflytarar koma
til, men møguleikarnir eru
eisini stórir, sigur hann.
Hann sigur, at fólk ofta
gerast ovfarin, tá hann
fortelur teimum, at mus
limar ikki eru so stórur
partur av íbúgvunum í
evropisku londunum, sum
ofta verður hildið.
– Í Fraklandi telja mus
limar um 7 prosent av
fólkinum, Í Hollandi 5 pro
sent og í Stórabretlandi
3 prosent. Av teimum er
einans ein evarska lítil
minniluti radikalir muslim
ar, men tíverri, so eru tað
altíð fólk, ið eru til reiðar
at trúgva tað ringasta um
onnur. Tískil tykist ávirk
anin hjá radikalu mus
limunum at vera størri
enn hon í veruleikanum er,
sigur hann.
Víðari fortelur hann,
at einans ein av tíggju
flóttafólkum, ið leita sær
til Evropa, eru virknir
muslimar, meðan fimm av
tíggju eru virknir kirkju
limir. Hetta er eisini gald
andi
fyri
flóttafólk
úr
Afrika.
– Alla staðni í Evropa er
nýtt lív komið í kirkjur og
samkomur, so hvørt sum
tilflytarar byrja at fylla
kirkjurnar,
greiðir
Jeff
Fountain frá.
– Tað týdningarmikla
er, at serliga tey kristnu
í londunum tey koma til,
taka ímóti teimum í kær
leika og sannleika, ikki við
ósannindum
og
haturi.
Vit skulu byggja brýr, ikki
borgir, sigur hann at enda.
Jeff Fountain helt almennan fyrilestur í Norðurlandahúsinum og Reinsarínum