mánadagur 27. apríl 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Røðan hjá Elini
Brimheim Heinesen
hildin á Vaglinum
í Havn flaggdagin
25. apríl 2015.
Hendan útgávan er
tann upprunaliga,
sum er eitt lítið vet
longri enn tann,
hildin á Vaglinum,
ið var stytt eitt
sindur orsaka av
nógva regninum
Góðu áhoyrarar,
Tá íslendska Altingið helt 1.000
ára føðingardag á Tingvøllum í
1930, var føroyska flaggið – Merk
ið, sum jú ikki var viðurkent enn
tá – vundið á stong millum hini
norðurlendsku fløggini. Tá táver
andi
danski
forsætisráðharrin
Thorvald Stauning sá hetta, kravdi
hann, at Merkið í stundini skuldi
takast niður. Tað sigst, at hann
skuldi hava sagt: "Fjern den klud".
Men lagnan vildi, at Annar Ver
aldarbardagi brast á 10 ár seinni.
Danmark var, sum kunnugt, her
sett av Týsklandi og Føroyar av
Bretlandi. Tað førdi við sær, at
bretska hersetingarvaldið kravdi,
at føroysk skip skuldu sigla undir
føroyskum flaggi. Hetta hendi í dag
fyri júst 75 árum síðani – tann 25.
apríl í 1940.
Ein rúmligur dúkur
Fyri
okkum
føroyingar
hevur
Merkið sjálvandi ongantíð bara
verið ein "klútur". Tað er ein dúkur,
men ein dúkur, sum vit leggja
nógva merking í. Merkið er vorðið
heilagt, tí tað umboðar virði, sum
eru okkum kær. Merkið rúmast
tað, sum vit hvør sær vilja leggja í
tað líkamikið, hvørji vit eru. Júst tí
hevur Merkið hesa savnandi styrk
ina, sum bindir okkum øll saman,
hóast ymiskleikar. Og júst tí kunnu
allir føroyingar samkenna seg við
Merkið.
Eg kann neyvan ímynda mær
nakað, ið savnar tjóðina í so stóran
mun, bæði tá vit hevja Merkið á
stong til høgtíðir – ella tá vit brúka
tað minni hátíðarligt, tá fótbólts
fjepparar mála sær Merkið í and
litið ella balla seg inn í flaggdúkin
at verma seg til fótbóltslands
dystirnar.
Tá vit savnast undir Merkin
um, eins og vit gera henda há
tíðardag, sum eisini verður róptur
Markusarmessa, vita vit onkus
vegna, at vit hoyra saman. At vit
hava ein lagnufelagsskap. Merkið
ímyndar tjóðina – límið, ið bindur
okkum saman sum fólk. Tað minnir
okkum á okkara mentan, okkara
søgu og á felagsskapin millum
okkara sum borgarar í einum
serstøkum landi við serstøkum
siðum. Tað umboðar okkum og ber
vitni um alt tað, vit eru góð við og
errin av og styrkir soleiðis samleika
okkara sum fólk.
Felagsskapur fríar
Vit hava tørv á onkrum ítøkiligum
at ímynda øll tey óítøkiligu virði,
sum tilsamans eru karmurin um
okkum – okkara referansuramma,
sum danir siga. Hetta er tað, Merkið
er ímyndin av. Og tí er Merkið so
dýrabart fyri okkum – eisini nú
í 2015, 75 ár eftir, at fyrsta landið
uttanfyri Føroyar viðurkendi flagg
okkara.
Tað kann tykjast óskiljandi
fyri nútíðarmenniskjað, at tað, ið
bindir okkum saman, eisini er tað,
ið ger okkum til frí menniskju.
Uttan
samanhald,
sínámillum
samskifti, nakað at spæla okkum
sjálvi upp í móti og samanbera
okkum við, uttan felagsskap hevur
tilveran lítla meining, tí tað er í
samspæli við onnur, at vit menna
okkum sum menniskju og fáa ein
samleika. Tað er felagsskapurin og
samhaldsfestið millum okkara, sum
lyftir hvønn einstakan upp og fríar
okkum sum menniskju. Tí er tað so
týdningarmikið at gáa eftir og tosa
um tann felagsskap, sum vit hava
saman sum borgarar í Føroyum
tvørtur um allar ymiskleikar. Tað
er hesin felagsskapur sum er ber
andi liðurin í fólkaræðisliga væl
ferðarsamfelag okkara.
Øll liva av annan mans verki
Men henda kenslan av felagsskapi
tykist nú at vera komin undir hótt
an í hesum narsissistisku selfie-
dyrkandi tíðum, har alt meira fokus
er á einstaklingin, heldur enn á tað,
sum bindir okkum saman. Tað
tykist, sum um ein heldur sjálv
søkin hugburður hevur vunnið
frama, har summi tykjast at gloyma
týdningin av felagsskapinum og
vilja heldur hugsa bara um seg
sjálvi fyrst og fremst. Men hesin
hugburður, at: "eg skyldi ongum
nakað, tí eg tjeni mínar egnu
pengar og syrgi fyri mær sjálvum",
byggir í veruleikanum uppá eina
illusjón.
Eingin einstaklingur livir eins
og Robinson Crusoe á síni egnu
avbyrgdu oyggj einans av sínum
egna persónliga avriki, og ikki av
avrikinum hjá nøkrum øðrum.
Einki av tí, vit forvinna, hevði borið
til at forvunnið uttan við hjálp frá
øðrum. Alt verður gjørt við felags
hjálp. Vit arbeiða øll – ikki bara fyri
okkum sjálvi, men eisini fyri onnur
– og vit liva ØLL av annans mans
verkið. Eisini fiskimaðurin.
Alt er sínámillum treytað
Fiskimaðurin gevur sjálvandi eitt
ómetaliga virðismikið íkast til
samfelagsbúskapin, sum vit ikki
kunnu vera fyriuttan. Men hann
hevði ikki fingið nógv burturúr at
fiska uttan við hjálp frá øðrum.
Fiskimaðurin hevði ongar pengar
forvunnið, um eingin kundi var
at keypa fiskin; um eingin bygdi
skipini, bryggukantin, flakamaskin
urnar, kranarnar, truckarnar og
flutningsførini, ið føra fiskin til
heilsølurnar her og uttanlands;
um eingin heilsugóðkendi vøruna;
um eingin sjómannsskúli lærdi
Flaggdagsrøða:
Felagsskapur for